fríggjadagur 7. januar 2011síða 44
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 3 · 7. januar 2011
4
VIKUSKIFTI
interview
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Fyrstu dagarnar hava tó ikki verið
stundir til at njóta góða útsýnið, tí tíðin
er farin til samráðingar við Finansiel
Stabilitet um yvirtøku av Eik. Í løtuni
bíðar tryggingarfelagið eftir svarið
uppá teirra seinasta útspæl. Nú er
stjórin tó ein annar, enn hann var, tá
keypstilgongdin byrjaði. Gunnar í Liða
er farin, og Regin Hammer hevur tikið
við. Men hvør er nýggi stjórin?
Avbjóðingar í Føroyum
Regin Hammer hevur verið uttanlands
og nomið sær útbúgving. Hann hevur
nógvar royndir við spennandi størvum
av altjóða formati, millum annað sum
umboðsmaður hjá DONG, umframt at
hann hevur havt ábyrgd av samskipanini
av fíggjarstýringini fyri alla oljuleiting
í Evropa hjá DONG. Men síðani 2003
hevur hann búð í Føroyum.
Hevur hann ongantíð viljað roynt
seg uttanlands?
– Eg haldi, at tað veldst um hvat man
hevur valt. Vit hava fingið eina familju,
og tá ber ikki so væl til at ferðast runt
í heiminum. Sjálvandi kundi tað verið
spennandi at arbeitt í London ella New
York eina tíð. Men børnini skuldu
vaksa upp í Føroyum, og tí fluttu vit
heimaftur eftir nøkur ár uttanlands.
Tað var ikki eitt ringt val, sigur Regin
Hammer.
Hann slær fast, at tað eru nógvir
møguleikar í Føroyum. Tað veldst um,
hvat tú gert tað til.
– Tú fært kanska ikki júst tær somu,
stóru avbjóðingarnar, sum aðrastaðni,
men Føroyar hava so nógv annað. Her
er meiri av tí, sum fær menniskjað at
trívast. Til dømis náttúran og tær tøttu
relatiónirnar við onnur. Í so máta eru
Føroyar heimsins besta land.
Regin hevur tí hesi ráð til ung les
andi: Farið út í heim, fáið tykkum út
búgvingar og royndir, men komið so
aftur. Føroyar hava brúk fyri nógvum
nýggjum impulsum uttan úr heimi,
um vit skulu standa okkum í altjóða
kappingini.
If it ain't broken...
Regin hevur verið stjóri í egnari fyri
tøku, umframt at hann hevur verið
varastjóri á Tryggingini. Men hvørjar
dygdir metir hann vera tær størstu, ein
stjóri kann hava?
– Tað týdningarmesta, ein stjóri
kann gera, er at lurta eftir sínum starvs
fólki. Her eru 125 góð høvd, og tey til
samans kunnu koma við fleiri góðum
hugskotum, enn eg kann einsamallur.
– Ein stjóri kann ikki distansera seg
frá starvsfólkunum, tí starvsfólkini eru
fyritøkan. Tí er mín hurð altíð opin.
Regin sigur seg vera sama typa
sum fráfarni stjórin, og tí fer vanligi
føroyingurin helst ikki at síggja nakrar
radikalar broytingar.
– Eg eri ikki Gunnar í Liða. Men
vit hava sama hugburð til nógv ting
og eru báðir varnir av lyndi. Tað mugu
vit vera, tí Tryggingarfelagið er ein av
hornasteinunum í føroyska búskap
inum. Um alt koppar, má Tryggingar
felagið kunna lofta teimum, sum koma
illa fyri. Tí skal hetta felagið rekast við
størsta varsemi, sigur Regin. – Og sum
man sigur: If it ain't broken – don't
fix it.
Ta góðu skrivstovuna
Hóast hann ikki hevur nakrar kollvelt
andi ætlanir, so sær Regin stórar av
bjóðingar.
– Vit koma í samband við næstan
hvørt menniskja í landinum. Tey flestu
hava jú tryggingar av onkrum slagi ella
pensjón. Harumframt hava vit gjørt
nógvar íløgur í føroyska vinnulívið.
Hetta er tað perfekta starvið fyri ein bú
skaparfrøðing, sigur hann smílandi.
Hóast hann bert hevur verið stjóri í
fáar dagar, so er Tryggingarfelagið ikki
ókent fyri honum.
– Eg havi sitið í nevndini og verið
varastjóri, so eg havi verið við til at lagt
eina kós fyri felagið. Nú skal eg sjálvur
taka róðrið og føra okkum eftir løgdu
kósini. Tað er avbjóðandi.
Gerandisdagurin er ikki broyttur
nógv, men sum Regin skemtandi sigur
– Nú havi eg fingið ta góðu skrivstov
una við tí góða útsýninum.
Hann hevur tó ikki notið útsýnið
hesar fyrstu dagarnar, tí samráðingarnar
um yvirtøku av Eik hava tikið alla
hansara tíð.
Gávur ella lægri gjald?
Eitt, sum gav Tryggingini nógva umtalu
í 2010 var, at tey lótu Landssjúkrahús
inum ein MR-skannara. Nógv ilskaðust
um hetta og vildu heldur havt lægri
tryggingargjald. Hvat heldur Regin
um tað?
– Eg haldi, at tá vit liggja sjúk og
skulu skannast, so eru vit øll helst
fegin um hasa gávuna, svarar hann
skjótt.
Hann greiðir frá, at teir settu seg
í samband við sjúkrahúsverkið og
spurdu, hvat tey høvdu størstan tørv
á, men ikki ráð til við verandi fíggjar
karmum.
– Tørvurin var størstur á einum
MR-skannara, og tí bleiv tað til tað.
Vit vildu markera okkara 70 ára dag
við eini gávu, sum kundi koma øllum
føroyingum til góðar.
– Skannarin kostaði 10 milliónir. Vit
hava umleið 25.000 tryggingartakarar,
og um vit heldur skuldu latið teimum
pengarnar, høvdu tey bara fingið nakr
ar fáar hundrað kr aftur í part. Eg veit
ikki, um tey høvdu verið so øgiliga
nógv glaðari fyri tað.
– Hinvegin hava vit júst innført
eina avsláttrarskipan, sum kann spara
húsarhaldunum fleiri túsund krónur.
So kanska kann sigast, at tryggingar
takararnir hava fingið bæði í posa og
sekk.
Hann leggur afturat, at ein kanning
herfyri vísti, at tryggingargjaldið í
Føroyum er 30-40% lægri enn tað er í
Danmark, og tí mugu prísirnir sigast at
vera sera sámuligir.
Svarið kemur skjótt, tá hann verður
spurdur, um ætlanir eru at lata fleiri
gávur.
– Hatta var ein markering av, at vit
fyltu 70 ár. Nú mugu vit síggja, hvussu
tað verður, tá vit fylla 140, sigur hann
flennandi.
Nýggi stjórin á Tryggingarfelagnum hevur verið á Tryggingini
eina tíð frammanundan, og tí er gerandisdagurin ikki broyttur
kollveltandi. – Men nú havi eg fingið tað góða kontórið við
tí góða útsýninum, sigur Regin Hammer flennandi
Fingið
kontórið við
útsýninum