fríggjadagur 7. januar 2011síða 63
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 3 · 7. januar 2011
23
VIKUSKIFTI
Tað hendir ...
lagt til rættis: Eyðun Klakstein
Adams við gittar
Bryan Adams hevur verið ígjøgnum tað mesta.
Hann hevur spælt erligan rocktónleik, er farin á
flog við yvirdimensioneraðum tónleiki og hevur
skrivað eymar – onkuntíð næstan plattar –
balladur. Men eftir Adams liggur ein røð av framúr
góðum sangum, og hendan fløgan bjóðar einfaldar
live-framførslur av kendu sangunum hjá Adams.
Fløgan byggir á konsertferð í vár, tá Adams fyri tað
mesta spældi gittar og sang einsamallur fyri fólki.
Bryan Adams
Bare Bones
Heiðurslønt
føroyskt
doom metal
Rockbólkurin Hamferð hevur givið sína
fyrstu útgávu út, og á Planet Awards vann
bólkuri heiðursløn sum besta nýggja navn.
Hamferð er á konsertferð hesa vikuna.
Í gjárkvøldið spældu tey í Gøtu, í kvøld
verða tey at hoyra í Havn og í annaðkvøld
á Tvøroyri.
Hamferð
Sjónleikarhúsið í Havn 7/1
Seglloftið á Tvøroyri 8/1
Nýggjur X Factor fepur
So er DR farið undir eina nýggja røð av X Factor sangkappingini. Hetta hevur verið nakað av tí
best umtókta danska sjónvarpið seinastu árini, og føroyingar hava eisini fylgt væl við – serliga
tí føroyskir sangarar hava verið við. Onnur sendingini í nýggju røðini verður fríggjakvøldið.
X Factor
DR1
Fríggjakvøldið 7/1 kl. 19.00
Steypa
fótbóltur
í Onglandi
Enska FA Cup er
helst kendasta
steypakappingin í
heiminum, og tað eru
nógvar traditiónir
knýttar at kappingini.
Nú koma stóru feløgini
upp í ársins steypakapping,
har tað plagar at henda nógv
óvæntað. Í fjør tók Leeds øll á bóli,
og teir hava eina stóra uppgávu
at loysa, tá ið teir vitja Arsenal
leygardagin.
Arsenal-LeedS
FA Cup
Leygardagin 8/1 kl. 12.45
Føroyska songkvinnan Anna Faroe, sum
hevur verið virkin í Danmark, hevur í
kvøld konsert í Løkshøll í Runavík. Anna
Faroe brakaði ígjøgnum í donsku X Factor
kappingini fyri einum ári síðani. Hon gjørdist
ein av profilunum í kappingini, og síðani
hevur hon eisini givið fløgu út í Danmark og
hevur havt nógvar framførslur har. Nú kann
hon upplivast á palli í Føroyum saman við
føroyskum bólki.
Anna Faroe
Konsert í Løkshøll
Fríggjakvøldið 7/1 kl. 20.00
Anna Faroe
í Løkshøll
Nýggjárskonsert
Árliga Nýggjárskonsertin hjá Føroya Symfoniorkestri
verður leygarkvøldið. Konsertin verður hildin í
Norðurlandahúsinum í Havn, og hon verður eisini send
til Føroya fólk umvegis Kringvarpið. Á konsertini spælir
Symfoniorkestrið ymisk kend klassisk verk, og solistar
taka eisini lut.
Nýggjárskonsertin 2011
Norðurlandahúsið
Leygarkvøldið 8/1 kl. 19.00