fríggjadagur 28. januar 2011síða 6
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. januar 2011 · Nr. 12
6
Sosialurin
Uni Holm Johannesen
110 mánaðarlønir fyri
gott og væl 2,7 milliónir
krónur. Tað er upp
hæddin, sum Mentanar
grunnur Landsins hevur
latið fólki til listarligt og
mentanarligt arbeiði.
Endamálið hjá Ment
anargrunni
Landsins
er at styðja starv fyri
føroyskum máli, bók
mentum, list, vísindum
og øðrum mentanar
málum hjá leikum og
lærdum.
Løgtingið samtykti í
2000, at grunnurin skal
serliga stuðlka tiltøkum
og verkætlanum, sum
kveikja og menna før
oyska myndlist, tónlist,
bókmentir,
sjónleik
og aðra list, sum kann
javnmetast við hesar
listagreinarnar.
Við
starvslønunum
fáa listafólk og onnur,
sum takast við ment
anarligt virksemi, ar
beiðsnáðir í eitt ávíst
tíðarskeið at starvast
burtur av við listarligum
ella øðrum mentanar
ligum arbeiði.
Starvslønir fyri 2011
eru latnar 31 umsøkjarum
í alt. Tilsamans vóru 98
umsøkjarar, sum søktu
um starvsløn fyri góðar
38 milliónir krónur.
Stimbra
mentanarlívið
Carl Jóhan Jensen, rit
høvundur, og Elsa Maria
Bærentsen, dansilærar,
fáa serliga góðar um
støður at arbeiða við
sínum
verkætlanum.
Tey fáa starvsløn í 12
mánaðir.
Bárður
Oskarsson,
listamaður, Sámal Soll,
rithøvundur,
og
Ole
Wich, listamaður, fáa
starvsløn í seks mán
aðir.
Eingin fekk trý ár
M e n t a n a r g r u n n u r
Landsins hevur gjørt
av ikki at lata eina trý
ára starvsløn í ár, sum
vanligt
hevur
verið
seinastu árini. Avgerðin
er grunda á tær mongu
dygdarumsóknirnar, har
søkt var um at fáa starvs
løn í styttri tíðarskeið.
Nevndin hevur heldur
játta fleiri av hesum
umsøkjarunum starvs
løn, og rúm var ikki
fyri at játta eina trý ára
starvsløn í ár.
Tróndur
Bogason
fekk játta trý ára starvs
løn í fjør.
Carl Jóhan Jensen
12 mánaðir
Elsa Maria Bærentsen
12 mánaðir
Bárður Oskarsson
6 mánaðir
Ole Wich
6 mánaðir
Sámal Soll
6 mánaðir
Marianne Clausen
4 mánaðir
Niclas Heri Jákupsson
4 mánaðir
Aggi Á. Ásgeirsdóttir
3 mánaðir
Anker Mortensen
3 mánaðir
Búi Egason Dam
3 mánaðir
Daniella Andreasen
3 mánaðir
Hanni Bjartalíð
3 mánaðir
Hanus G. Johansen
3 mánaðir
Katrina í Geil
3 mánaðir
Kristina Sundar Hansen 3 mánaðir
Ludvík Breckmann
3 mánaðir
Vígdis Hentze Olsen
3 mánaðir
Sakaris Fríði Stórá
3 mánaðir
Páll Nolsøe
3 mánaðir
Bárður Jákupsson
2 mánaðir
Dánial Hoydal
2 mánaðir
Edvard Nyholm Debess 2 mánaðir
Eyðun Nolsøe
2 mánaðir
Gunnar G. Guttesen
2 mánaðir
Hans Tórgarð
2 mánaðir
Jóhanna av Steinum
2 mánaðir
Katrin Ottarsdóttir
2 mánaðir
Martin Joensen
2 mánaðir
Sigri M. Gaïni
2 mánaðir
Sissal Kampmann
2 mánaðir
Stanley Samuelsen
2 mánaðir
Starvslønin
skal stimbra
mentanina
Mentanargrunnur Landsins
letur fólki til listarligt og
mentanarligt arbeiði góðar
2,7 milliónir krónur í ár.
Endamálið er at stimbra
føroyska mentanarlívið
Tey, sum hava fingið
starvsløn í 2011, eru:
Leo Poulsen
Verandi stuðulslóg til eitt nú
ítróttahallir er bæði ógreið
og lítið meinandi, tí so at siga
eingir pengar eru settir av til
endamálið. Ein roynd at bøta
um hetta varð gjørd í apríl í
fjør, men tá var býtið tvíbýtt
millum Fíggjarmálaráðið og
Mentamálaráðið, og tí varð
uppskotið tikið aftur.
Andstøðan
royndi
at
leggja sama uppskot fram í
nýggju tingsetuni, men tað
varð felt.
Nú hevur so Fíggjar
málaráðið gjrt eitt heilt nýtt
uppskot sum leggur upp til,
at púra greiðar reglur verða
settar fyri kriteriunum at
søkja um MVG-frítøku, og
umsóknirnar skulu nú bert
stílast til Fíggjarmálaráðið
og verða viðgjørdar har av
embætisfólki.
Talan verður sostatt um
ein avgreiðsluspurning, lúka
umsóknirnar ásettu krøv
ini. Og tað fegnast eitt nú
Rodmundur Nielsen um.
Fyri tað fyrsta var tað
soleiðis, at umsóknirnar suldu
sendast til Mentamálaráðið,
sum síðani sendi tær til
Landsverk til ummælis. Síð
ani vórðu tær aftur sendar
til Mentamálaráðið at taka
endaliga støðu til.
- Ikki var hetta bert um
stendiligt, men tá umsóknin
endiliga var komin gjøgnum
bureaukratisku
mylluna,
vóru eingin pengar at lata,
tí játtanin var so mikið lítil,
at hon munaði einki, sigur
Rodmundur Nielsen.
Tað hava tí umsóknir ligið
í Mentamálaráðnum í áravís
– kanska heilt upp í 10 ár – og
bíða eftir, at tað einaferð varð
teirra túrur at fáa stuðul,
men í stórum verkætlanum
munaði hetta so lítið, tí
játtanin á fíggjarlógini var
so lítil.
Greiðar reglur
- Eg ivist ikki í, at fleiri
umsóknir nú kunnu takast
veruliga til viðgerðar og fáa
ta hjálp, sum veruliga munar.
Ikki minst stórar verkætlanir
sum Saltsiloin á Drelnesi og
Neistahøllin í Eysturbýnum
í Havn fara at merkja nýggju
stuðulsskipanina, sigur Rod
mundur Nielsen.
Eitt annað sum flest øll
munnu fegnast um, er greiða
orðingin, sum nú fer at verða
galdandi frameftir. Í við
merkingunum til uppskotið
stendur soleiðis:
»Endamálið við hesi lógar
broyting er at frítaka íløgur
til ikki vinnuligar, almanna
gagnligar verkætlanir fyri
meirivirðisgjald. Íløgur í ikki
vinnuligt, almannagagnligt
frítíðarvirksemi, eru íløgur í
ítróttar-, mentanar- og sam
komuhús av ymsum slag,
har almenningurin hevur at
gongd. Tey, sum kunnu søkja
eru felagasskapir, stovnar
og grunnar, ið ynskja at
byggja og reka verkløg uttan
fíggjarlig egináhugamál. Ein
treyt fyri at íløgan verður
frítikin fyri meirvirðisgjald,
er, at í minsta lagi 33% av
samlaða íløgukostnaðinum,
uttan
meirvirðisgjald,
er
fingin til vega sum gáva, ella
fingin til vega við óløntum
og sjálvbodnum arbeiði«.
Tað skuldi tí verið ein
løtt uppgáva at gjørt av,
um umsøknir lúka hesar
treytirnar, og alt kann tí
avgreiðast, uttan at nak
ar politikari á nakran hátt
nýtist at blandast upp í um
sóknirnar, sigur Rodmundur
Nielsen.
Ein MVG-frítøka merkir
í veruleikanum, at slíkar
byggingar fáa ein beinleiðis
stuðul upp á 20% av kostn
aðinum, í hvussu er tá um
tilfarið ræður.
MVG-frítøka
stuðlar mentanar
bygging
Saltsiloin á Drelnesi verður millum verkætlanirnar, sum fáa gagn av nýggju MVG-fríu skipanini