fríggjadagur 28. januar 2011síða 8
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. januar 2011 · Nr. 12
8
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Enniberg, sum er einasti
flakatrolarin, ið ikki er til
fiskiskap, er ikki klárur at
loysa enn. Hinir bæði skip
ini, Gadus og Vesturvón, fis
ka í Gráu leiðini í Barents
havinum og hava havt góðan
fiskiskap. Gadus fór avstað
beint eftir jól, og Vesturvón
fór avstað ein av fyrstu døg
unum í hesum árinum.
Hesi bæði skipini eru tískil
ikki rakt av verkbanninum,
sum Føroya Reiðarafelag lýs
ti næst einasta mánadag.
Við flakatrolarum luttek
ur manningin longu í olju
útreiðslunum, tá skipini eru
á flakaveiði, men ikki, tá tey
royna eftir rundum heil
um fiski, eitt nú í Irmingar
havinum.
Fara at loysa
Sonny Johannesen, skipari á
Ennibergi, ætlar sær at loysa
skipið, tá alt er klárt, sum nú
verður gjørt.
- Nú vita vit sjálvasagt
ikki, hvat hendir millum
partarnar í dag, nú semings
stovnurin er komin upp í aft
ur samráðingarnar, og ætlan
in er at royna seming í dag.
Skiparin vísir á, at Enni
berg, sum liggur við Vestaru
Bryggju í Havn, ikki verður
klárur at loysa fyrr enn um
eina viku ella so.
- Eg dugi onga meining at
síggja í, at Enniberg, sum hin
einasti av flakatrolarunum,
møguliga skal noyðast at
liggja, meðan hini skipini
sleppa at fiska. Eg vænti tí,
at vit loysa, tá skipið er klárt,
sigur hann.
Enniberg hevur skift ljós
motor, og nú verða eisini
teir tríggir plátufrystararnir
skiftir.
- Arbeiði at skifta ljósmot
or er um at verða liðugt, og
í komandi viku skal hann
roynast.
Sonny sigur, at plátufryst
ararnir eru allir líka gamlir,
og nú onkur pláta so smátt
er byrjað at leka, verða teir
allir skiftir undir einum.
- Tað er maskinfólkið hjá
okkum, sum ger arbeiðið við
plátufrystarunum,
leggur
hann aftrat.
38 mans við
Tá Enniberg fer at loysa,
verða 38 mans við.
- Vit fara helst upp í
Barentshavið at royna.
Skiparin vísir á, at teir gjø
rdu tveir rættiliga góðar túr
ar í byrjanini av 2010, og hin
seinni av hesum man vera
tann besti, sum skipið nakr
antíð hevur gjørt.
- Tá fóru vit avstað millum
jól og nýggjárs og vóru heim
aftur 21. februar. Vit lógu
fram til 12. mars, tá vit fóru
avstað aftur og vóru heima
í Føroyum aftur 26. apríl við
umleið 900 tonsum í flaki.
Sonny Johannesen sigur,
at teir hendan seinna vár
túrin fiskaðu í ein mánaða,
og hann sigur seg ikki vita
um nakran so skjótan túr í
Barentshavinum áður.
- Eg vænti ikki, at eg
nakrantíð komi at uppliva at
gera ein so skjótan og góðan
túr aftur, sigur skiparin á
Ennibergi.
Manningarparturin á hes
um seinna túrinum í fjør vár
lá um einar 280.000 krónur,
sum má sigast at vera rætti
liga gott eftir at hava verið
úr Føroyum í tilsamans 46
dagar.
Loysa tá skipið er klárt
- Eg vænti, at vit loysa, tá skipið er klárt. Dugi onga meining at síggja
í, at Enniberg sum hin einasti flakatrolarin skal liggja, tá vit annars eru
klárir at loysa, sigur skiparin á Ennibergi, Sonny Johannesen
- Eg vænti ikki, at eg
nakrantíð komi at gera
ein so skjótan og góðan
túr aftur, sum vit gjørdu
seinna vártúrin í fjør,
sigur skiparin á Ennibergi,
Sonny Johannesen
Mynd: Vilmund Jacobsen
Flakatrolarin Enniberg hevur skift ljósmotor, og nú verða
eisini teir tríggir plátufrystararnir skiftir
... plátu
frystarar
nir eru allir
líka gamlir,
og nú onk
ur pláta
so smátt
er byrj
að at leka,
verða allir
skiftir...
... manningarparturin á seinna vártúrinum í fjør
lá um einar 280.000 krónur...