fríggjadagur 28. januar 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. januar 2011 · Nr. 12
14
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Manningartalið við Enni
bergi á flakaveiði liggur um
38. Hetta verður manningin,
tá skipið loysir aftur um eina
viku ella so og væntandi fer í
Barentshavið at fiska.
Sonny Johannesen, skipa
ri, sigur, at umleið 44 mans
tilsamans eru knýttir at
skipinum, men allir kunnu
ikki verða umborð í senni.
- Nú vit fara í Barents
havið noyðast eini 4-5 mans
at vera heima, tí pláss er
ikki fyri øllum í senn. Vit
royna tó at skipa soleiðis
fyri, at manningin hevur
tjent umleið tað sama, tá ár
ið er úti. Teir, sum noyðast
at vera heima hendan túrin,
sleppa so við aftur næsta túr
í staðin, sigur skiparin.
Nógvir ringja
Sonny Johannesen sigur,
at tað er ikki dagur, at fleiri
mans ringja og spyrja um
kjans við skipinum.
- Hetta eru serliga menn,
sum hava verið á ísfiskaveiði
undir Føroyum – og eisini
menn, sum kanska áður
hava verið onkran túrin við
flakatrolara í Barentshavi
num.
Skiparin sigur, at tað eru
upp til fleiri, sum ringja um
dagin.
- Fleiri lata meg vita,
hvussu truplar fíggjarligu
umstøðurnar eru.
Sonny skilir væl, at menn
liggja fram við og vilja sleppa
við einum skipi sum Enni
bergi, men tíverri noyðist
hann at siga, at skipið er full
mannað.
Gott ár í fjør
Enniberg hevði eins og hinir
flakatrolararnir eitt gott ár í
fjør.
Várið royndist serliga væl,
og menn tjentu nógvan pen
ing.
Nú er tað soleiðis, at tað er
undantakið, at menn eru við
á hvørjum túri gjøgnum eitt
heilt ár.
- Onkur er heima í ein túr
og onkur í tveir, sigur skip
arin.
Sonny Johannesen vísir
á, at maður, sum hevur ver
ið við Ennibergi hvønn túr
í 2010, hevur tjent einar
900.000 krónur.
- Hóast menn eru av skipi
num í ein ella tveir túrar um
árið, eru fortjenastan góð
kortini, soleiðis sum gongdin
hevur verið, sigur skiparin.
Vilmund Jacobsen
Nú so nógv er frammi um veður
lagsbroytingar, hava granskarar
kannað eftir, hvussu toskur ávirk
ast av ymiskum hita.
Tað er serliga við gýting, at
hitabroytingar kunnu fáa sína
ávirkan, tí allur toskur søkir á
sjógv, sum liggur millum 1 og 8 stig,
tá hann fer at gýta.
Ført hevur annars verið fram,
at høgur sjóvarhiti drepur tosk
í Skagerak. Men nú vísir nýggj
gransking hjá DTU Aqua tað
øvuta, nevniliga at toskur er rætti
liga tolerantur við hita.
Granskarar ovfarnir
Í eini verkætlan, sum DTU Aqua
hevur verið við í, fingu 2000 tosk
ar úr átta ymiskum stovnum ein
nútímans hitamátara festan á seg.
Í eitt ár máldi hitamátarin eina
ferð um tíman hitan í sjónum,
har toskurin helt til. Granskarar
gjørdust ovfarnir, tá tað vísti seg,
at toskur livir í munandi heitari
sjógvi enn áður hildið.
- Vit eru ovfarnir av, hvussu
nógvum hita toskur kann liva í,
og hvussu leingi hann er har, sigur
Ken Haste Andersen, granskari hjá
DTU Aqua.
Hann er ein av fýra granskar
um, sum júst hava skrivað eina
frágreiðing í tíðarritið, Marine
Ecology Progress.
Toskurin úr hesum átta ymisku
stovnunum er ymiskur. Nakrir
fiskar hava svomið runt í næstan
20 hitastigum, meðan aðrir hava
svomið í sjóvarhita, sum hevur
ligið um frostmarkið. Hinvegin
halda granskarar, at toskur, sum
eitt nú livir í Norðsjónum í lut
falsliga heitum sjógvi, hevði doyð,
um hann kom í sjógv, sum liggur
um 1,5 stig.
Allur toskur, líkamikið hvørjum
hita hann sum vaksin vanliga
heldur sær í, søkir sjógv, sum ligg
ur millum 1 og 8 stig, tá hann skal
gýta.
- Tað merkir, at um økini, har
toskurin gýtir, gerast minni og
færri, verður fiskurin trýstur og
hevur ein stóran trupulleika, sigur
Ken Haste Andersen, granskari.
vilmund@sosialurin.fo
Nógvir spyrja um kjans
Sonny Johannesen, skipari á Ennibergi, sigur, at tað er ikki dagur, har fleiri mans ringja og spyrja
um kjans við skipinum, og fleiri lata hoyra, hvussu trupul teirra fíggjarliga støða er
Toskur tolir ymiskan sjóvarhita
Hitabroytingar í havinum er ikki størsti trupulleikin hjá toski. Toskur ávirkast nevniliga minni av
hita, enn áður hildið. Fiskiskapur, rovdýr og føði hava størri týdning fyri stovnin enn hiti
...fleiri
lata meg
vita, hvus
su truplar
fíggjarligu
umstøður
nar eru...
SONNY JOHANNESEN
Tað eru nógvir fiskimenn, sum kundu hugsað sær at verið við flakatrolara í hesum tíðum, nú fíggjarligu byrðarar kennast
so tungar. – Fiskimenn, sum dagliga venda sær til mín, lata illa at, sigur Sonny Johannesen, skipari á Ennibergi
Mynd: Jens Kristian Vang
- Vit eru ovfarnir av, hvussu nógvum
hita toskur kann liva í, og hvussu
leingi hann er har, sigur Ken Haste
Andersen, granskari hjá DTU Aqua