Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-28, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. januar 2011síða 20

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 28. januar 2011 · Nr. 12 20 Sosialurin Dagfinnur Danbjørg Høgrarákið í sambands­ mjørkanum má fáa ein enda. Várvónin við nýggjari kós má setast. Og kósskiftið móti einum sjálvbjargnum Før­oyum við frælsi og javn­ rættindum megnar bert CDEH - saman við einum aktivum og málrættaðum veljara­skara - at fremja, um teirra veljarar ikki einans seta kross við CDEH á valdegnum, men virka fyri settu skránni, ið helst skal tilevnast og tilpassast flokanna millum longu frá nú av og til valið og síðani tillagast tíðini og útfordringunum, so langt eygað sær. Hetta krevur samanhald, sjálvt um ikki øll fáa alt, men at hvør flokkur fær mest møguligt undir teim givnu umstøðunum. Og tað krevur sjálvdisciplin, so skútan kann halda løgdu kósini - hóast brotasjógvar og illveður. Tí leystgangandi missilir eiga ikki at vera toldir. Teir kunnu við egin­ áhugamálum søkka skútuna, og tað hava vit ikki ráð til. Men støða - frá í dag av og fram til valið -má í samstarvi millum umboð fyri CDEH takast til mál mið og kós við atliti til m.a.: Nýggjar vinnur. - Nýggja orku. - Tilfeingi. - Útbúgv­ing­ ar heima og úti. - Skatta­lóg­ ina. - Almannamál. - Heilsu­ mál. - Útoyggjamál. - Ment­an. - Ríkislóg við kós móti sjálv­ bjargni. - Fólka­atkvøðu fyri 2020. - Soleiðis at veljar­arnir kunnu fáa at vita, hvar kósin verður sett við CDEH við róðrið. Men sjálv­andi kunnu teir einstaku flokkarnir eisini agitera við teirra serstøku mál­um. Í etiskum málum er annars hvør tingmaður frítt stillaður. Sjálvt um nevndi sam­ gongumøguleiki er nógv hin sterkasti - kanska ikki í mandatum, - men so avgjørt í at kunna og vilja byggja land og tjóð á veg fram móti sjálvbjargni, javnrættindum og frælsi - eitt ynski sum langt flestu føroyingar innast inni eisini vilja - so nevnir Vágaportalurin ikki henda valmøguleika í teirra 'kanning'??? CDEH - ein nýggj og betri kós fyri Føroyar Kjak Tað er ikki á hvørjum degi ein fær eina heila oddagrein sum aftursvar. Kann benda á, at mín kritikkur av serblaðnum, ið Norðlýsð,i saman við Klaksvíkar kommunu sendi út í hvørt hús í landinum, ikki var heilt av leið. Norðlýsið rør framundir, at eg skal verða tykkin, og at eg kanska hevði eina óhepna løtu, so var ikki. Tað, sum eg fyrst og fremst hevði at, var at Klaksvíkar kommuna fíggjaði eitt átak, sum vísti seg at verða samanvavt við partapolitikki. Eg kenni tað sum mína skyldu, sum býráðs­ limur, at vera á varðhaldi, tá ið tað snýr seg um, hvussu kommunan brúkar skatta­ borg­arans pening, og hvussu komm­unan umsitur, til frama fyri allar borgarar í kommununi. Klaksvíkar sjúkrahús Tað er sjálvsagt, at Norðlýsið verjir teir stovnar, ið vit hava í Klaksvík. Men eg loyvi mær at pástanda, at sjálvt um eg valdi ikki at skriva í serblaðið, so merkir tað ikki, at eg ikki, eins og allir aðrir norðoyingar, vil varðveita Klaksvíkar Sjúkrahús. Eg mælti til, at býráðið í felag orðaði eitt skriv við­víkj­andi støðu býráð­sins til hetta mál­ ið. Helt og haldi fram­vegis, at vit stóðu nógv sterk­ari á tann hátt, enn at vit, hvør í sínum lag, profiler­aðu okkum upp á at verja Klaks­víkar sjúkra­ hús. Tað var til­vitað, at eg valdi tað frá, at vera partur av hesi herferðini. Javnaðarflokkurin Norðlýsið hevur fullan rætt til at viðgerða Javnaðar­ flokkin, tað tók eg eisini fram í míni grein. Tað sum eg átalaði var, at hetta óbein­ leiðis var fíggjað av Klaks­ víkar kommunu. At komm­ unan brúkar pengar uttan at vita, hvat ið hon betalir fyri, tað taki eg ikki undir við. Viðvíkjandi innihaldinum í oddagreinini um Javn­aða­ flokkin, so var niðurstøðan, at flokkurin ikki arbeiðir fyri javnstøðu millum menniskju og økir í landinum. Tí er tað púra rætt, sum Norðlýsið skrivar, at tað ikki er rele­ vant, at nevna øll tey døm­ ini, ið eru beinleiðis prógv um, at niðurstøðan í grein­ini ikki er røtt. At eg og Norð­ lýsið ikki eru samd viðv. Javnaðarflokkinum er onki forgjørt í, men Norðlýsið má rokna við, at eg geri vart við tað, sum eg eri ósamd í. Branda Klaksvík Eg haldi framvegis ikki, at hetta var rætti mátin, ið Klaksvíkar býráð valdi at branda býin. Tað var óum­ hugs­að og illa fyrireikað. Klaksvíkin er á tremur av tænast­um og tilboðum, ið vit kunnu bjóða fram. Orsaka av, at átakið ikki var fyri­­reikað, so kom bert ein lítil partur við, og tað er ikki gott nokk. Ein so stór kommuna eigur at kunna gera tað betur. Klaksvíkin sum lokalsamfelag hevur allar fortreitir fyri at verða kent sum eitt spennandi sam­felag, har ið tú fær hug at vitja ella búseta teg. Ein for­treyt er, at vit branda okkum sam­svarandi hesum, tað haldi eg ikki vit gjørdu nóg gott hesuferð. Eyðgunn Samuelsen býráðs- og løgtingskvinna Vakin býráðslimur Bill Justinussen var so herliga ókompli­seraður í svari sínum: hann vil fegin flyta nøkur frá figgjarlógarpromillu av hesi góðu ætlan (t.d. bústaðum fyri minniment) á hasa góðu ætlan (t.d. avvenjing). Skal bert taka undir við lands­ nevndarformanni okkara um virðið í slíkum smá­flytingum uttan semju ið røkkur fram í tíð – og so harmast um, at Bill tók stig til brúka neyðstøðu­áset­ingina um frávik í átrok­ andi málum at taka rættin til umrøðu frá Føroya fólki og minnilutanum á tingi. Hetta seinna var poengið hjá mær: vit kunnu illa tosa um heimsins elsta fólkaræði og skriva stjórnarskipan við minni­lutarættindum, tá ið høvuðsreglan er vorðin, at allar reglur um viðgerðarstig og viðgerðar­tíð verða settar til viks. Kritikkurin hjá mær var ikki minst vendur ímóti formansskapi okkara, men serliga móti Bill og teimum, sum ikki vildu lata dagslýsi koma framat teimum fíggjar­ lógarbroytingum ið hann annars rósar sær av. Lítið hevur tú góðsið fingið Annita á Fríðriksmørk hevur tvey argument í svari sínum: fyrst, at hon sum móðir Grettis kann siga um meg, at ung­ dómur og vísdómur fylgj­ast sjálvdan at; síðani, at eg skal vera ímóti at lata Fróðskaparsetrinum eina millión eyka. Nú eru sjálvandi fá so mettaði av kun­skap­artræsins fruktum sum Annita, men lat meg kortini minna Annitu á orðini hjá móðir Grettis beint eftir staðfestingina um vitsku hansara: Lítið hevur tú góðsið fingið av tínum faðirs ræði; fært tú ikki meiri frá mær, tá verður tær størri skaði. Vandamálið hjá Annitu er, at hon ikki hevur vísdómin hjá Grettismóðir, men heldur ger skaðan verri, sum lands­ stýrið og samgongan longu hava gjørt, bæði tá ið ræður um fólkaræðisliga framferð, men sanniliga eisini fíggjarliga raðfesting. Vit brúka alt ov lítið til útbúgving í Føroyum. Vit skulu fleirfalda framleiðsluna hjá Fróðskaparsetrinum og øðr­ um skúlun eftir mið­nám, vit mugu semjast um at tryggja øllum lestrar­søkj­andi lestrarpláss, og ser­liga mugu vit hava semju um fíggjar­karmin hjá Fróðskapar­setri­num fleiri ár fram í tíðina. Men Annita á Fríðriksmørk hevur gingið við til at gera føroyskan politikk til tjúkkan havragreyt: ongin veit, hvat er hvat, ongin munur er, onki val millum landsstýrisins lágu raðfestingar av útbúgv­ing og møguliga høgu rað­fest­­ingar and­­støðurnar; bara greyt­ur. Á jólum 2008, tá Annita ætlaði sær at ger­ast eystur­oyar­umboð, tók hon við sam­seku sínum 5 milli­ón­ir av seturs­játtanini – og breiðk­aði vegir. Nú hev­ur hon møgu­liga funnið tað einu aftur. Men hetta er líka­­mik­ið; fáa vit ikki semju í lag um at vaksa um Setrið, so verður sum hjá báts­monnum Grettis. “so bjóða vit ikki bøtur!” Tá verður tær størri skaði Kári á Rógvi løgtingsmaður og formaður Sjálvstýrisfloksins Annita á Fríðriksmørk og Bill Justinussen staðfestu tíverri í aftursvarum sínum, at málið halgar miðilin hjá teimum. Tey hava nú endurnýggjað legenduna