fríggjadagur 28. januar 2011síða 33
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Fríggjadagur 28. januar 2011 · Nr. 12
Sosialurin
Trivnaður
Gransking & menning
Sjúklingurin í miðdeplinum
Sjúkrarøktarfrøðingar til Økispsykiatriina
Sosialurin 341800
Psykiatriski depilin søkir eftir tveimum
sjúkra røktarfrøðingum á starvsbrøki 0,8 til
økis psykiatriska toymið við tænastu í
Eysturoynni:
• eitt fast starv frá 1. mars 2011
• eitt avloysarastarv vegna barnsburð frá 1.
mars 2011 til og við 31. desember 2011
Í økispsykiatriska toyminum eru í løtuni sjey
sjúkrarøktarfrøðingar, sum arbeiða út frá
við talum í Runavík, Hvalvík og Tórshavn í
tøttum samstarvi við onnur toymi á
Psykiatriska depli num.
Psykiatriski depilin er í einari mennandi
broyt ingartíð, har arbeitt verður við visjónini
”Sam skipaða røkt og viðgerð”. Hetta merkir,
at Psy kiatriski depilin hevur ment eina
toymisskipan, ið tekur støði í uppgávum, sum
depilin hevur og í tí tilfeingi og teimum
førleikum, sum eru á staðnum. Eitt av
endamálunum er at fáa øll starvsfólk við í
hetta menningararbeiði. Í løtuni verður arbeitt
víðari við at menna dygdina, sjúklingagongdir
og tað ambulanta virksemið. Psykiatriski
depilin arbeiðir tvørfakligt og tvør sektorelt,
har toymisskipan krevur, at starvs fólkini
kunnu innganga í pliktað samstarv í ymsum
toymum í mun til teirra uppgávu.
Arbeitt verður alsamt við at menna og
útbyggja Økispsykiatriina, sum ætlandi skal
fevna um alt landið. Farið er undir at skipa
tvørfakliga útbúgving í kognitivum
viðgerðarhættum, og fl eiri menningartiltøk
eru sett í verk, eins og nýggj røktar- og
viðgerðartilboð eru komin ella eru ávegis.
Talgilda heilsuskipanin er sett í verk.
Psykiatriski depilin leggur dent á:
• at viðvirka til at skapa góðar karmar til
fakliga og persónliga menning
• at skapa eitt trygt og gott arbeiðisumhvørvi,
sum er tengt at opinleika, ídni og umhugsni
Vit søkja eftir starvsfólki, sum:
• hevur prógv og góðkenning sum
sjúkrarøktarfrøðingur
• hevur royndir og fakligan áhuga innan
psykiatrisku sjúkrarøktina. Hevur áhuga at
arbeiða við sjúklingum, sum seta høg krøv
til dygdina í røktini og viðgerðini
• kann arbeiða sjálvstøðugt og hevur hug at
arbeiða á einum depli, sum er í støðugari
menning
• er opin, vinarlig/ur og fyrikomandi
• hevur góð samstarvsevni bæði monofakliga
og tvørfakliga
Psykiatriski depilin kann bjóða:
• góða innleiðslu
• eitt mono- og tvørfakligt arbeiðsumhvørvi,
sum er sermerkt av yrkisføri, opinleika, álit
og virðing
• eitt dynamiskt fjølbroytt og spennandi
arbeiði við nógvum avbjóðandi serumráðum
og møguleikum fyri kliniskum og
ábyrgdarfullum uppgávum
• fakliga kompetentar og virknar
starvsfelagar
• ein depil í støðugari menning bæði fakliga
og fyriskipanarliga
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja
304500 til Randi Borðoy, tlf 234577, t-post:
lsranbo@ls.fo ella til leiðandi sjúkrarøktar-
frøðing, Bergit Weihe, lokal 4102, t-post:
lsberwe@ls.fo
Umsóknarfreistin er 11. februar 2011
kl. 12.00
Á Røntgendeildini er eitt avloysarastarv
vegna barnsburð leyst at søkja til setan 16.
februar 2011 til og við 15. september 2011
ella eftir avtalu.
Eisini søkja vit eftir summarfrítíðar avloysar-
um í tíðarskeiðinum 1. juni 2011 til og við
30. september 2011. Bæði størvini eru
fulltíðarstørv við tilkallivakt frá heimi, kvøld/
nátt og vikuskifti.
Á Røntgendeildini verða umframt
vanligar konventionellar kanningar
gjørdar:
•
mammografi
•
CT-skanningar
•
ultraljóðkanningar
•
MR-skanningar
Førleikakrøv
• prógv og góðkenning sum radiografur/
røntgensjúkrarøktarfrøðingur
• góð samstarvsevni
• fakligan áhuga fyri arbeiðinum á deildini
Vit kunnu bjóða
• eitt dynamiskt, fjølbroytt og vinarligt
arbeiðsumhvørvi
• fakliga kompetentar og virknar
starvsfelagar
• positivt tvørfakligt samstarv
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja
304500 til Ragnu Reinert, deildarleiðara,
lokal 5507, lsragre@ls.fo
Umsóknarfreistin er 11. februar 2011
Sjúkrarøktarfrøðingar til B8
Umsóknarfreistin er 31. jan. 2011 kl. 12.00
Sjúkrarøktarfrøðingur til
Kommunulæknavaktina
Umsóknarfreistin er 31. jan. 2011 kl. 12.00
Introstarv í Intern Medisin
Umsóknarfreistin er 31. jan. 2011 kl. 12.00
Hjálparlækni í almen kirurgi
Umsóknarfreistin er 15. febr. 2011
Summarfrítíðaravloysarar
Umsóknarfreistin er 18. febr. 2011
Bioanalytikarar
Umsóknarfreistin er 18. febr. 2011
Yvirlækni í anæstesiologi
og intensiv terapi
Umsóknarfreistin er
1. mars 2011
Introstarv í Pædiatri
Umsóknarfreistin er
12. apríl 2011
Áður lýst størv:
Radiografar/Røntgensjúkrarøktarfrøðingar
S
t
ø
r
v
á
L
a
n
d
s
s
j
ú
k
r
a
h
ú
s
i
n
u
m
w
w
w
.
l
s
.
f
o
Skrivlig umsókn við avriti
av prógvum og viðmælum
e.l. skal sendast til:
Landssjúkrahúsið
Lønar- og starvsfólkadeildin
FO-100 Tórshavn
Lønar- og setanartreytir smb.
sáttmála millum avvarðandi
yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið