fríggjadagur 28. januar 2011síða 53
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 12 · 28. januar 2011
13
VIKUSKIFTI
Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, hevur
altið tikið fult og heilt undir við hugsjónini
um eina veruliga samgongu millum
Norðurlond. Hann heldur, tað hevði verið
ein stórur fyrimunur fyri Føroyar politiskt,
búskaparliga, mentanarliga og sosialt, um
norðurlendska samstarvið hevði verið
ment til eina veruliga samgongu ella eitt
samveldislíknandi samstarv.
- Hugsjónin hjá Wetternberg er ikki í
andsøgn við fullveldishugsjónina í Føroyum.
Tað er ein misskiljing, at ein sjálvstøðug tjóð
er einsamøll og avbyrgd frá umheiminum.
Veruleikin er tann øvuti. Ein sjálvstøðug
tjóð og egið fullveldi er fortreytin fyri at
taka lut í altjóða samstarvi ella á jøvnum
føti í samveldum ella øðrum skipanum, eins
og ES-londini, sigur Høgni Hoydal. Hann
leggur afturat, at um eitt
norðurlendskt samveldi skal
skipast sum ein føderasjón
ella
sum
eitt
leysari
samveldi millum statir,
ber altið til at kjakast um.
Fyrimunurin er eyðsýndir,
og
grundgevingarnar
truplar at finna, sambært
formanninum í Tjóðveldi.
- Tað hevði heilt víst gagnað føroyska
samfelagnum at verið við í einum
norðurlendskum samveldi. Ísland og
Danmark kenna nógv til føroysk viðurskifti.
Føroyar høvdu hinvegin knýtt seg nærri at
Finnlandi, Noregi og Svøríki, og tað eru
bara fyrimunir við, at onnur fáa áhuga fyri
føroyingum, heldur Høgni Hoydal.
Stórur fyrimunur
Veruleikafjart
Helgi Abrahamsen er tingmaður fyri Sam
bandsflokkin. Hann heldur, at hugskotið um
eitt norðurlendskt samveldi er áhugavert
fyri ein søgufrøðing, men tað er samstundis
veruleikafjart.
- Norðurlond hava nógv til felags.
Umframt søguna, mentanina, vælferðar
skipanirnar, líkjast málini nógv. Wetterberg
vísir hinvegin á serliga at skipa ein felags
uttanríkispolitikk. Norðurlond er ósamd
og draga ikki eina línu á tí
økinum. Tvey av londunum
eru í EFTA og ætla sær ikki í
ES. Svøríki er ikki partur av NATO, og Noregi
er argasti fíggindin hjá føroyingum og ís
lendingum í fiskivinnusamráðingunum. Alt
byrjar við einum hugskoti, men eg dugi ikki
at síggja, at eitt norðurlendskt samveldis
ríkið verður veruleiki næstu árini, sigur
Helgi Abrahamsen.
Føroysk ósemja
um uppskotið
Fakta GUNNAR WETTERBERG
57 ár og útbúgvin
søgufrøðingur. Hann hevur
granskað og skrivað fleiri
søguligar bøkur, og hann hevur
verið í uttanríkistænastu fyri
svenska statin. Hann er nú
granskingarleiðari í Saco, sum
er ein samanrenning av fleiri
svenskum fakfeløgum fyri
akademikarar.
- Hugskotið er veruleikafjart, sigur
føroyskur sambandsmaður, meðan
formaðurin í Tjóðveldi sigur tað verða
ein stóran fyrimun fyri Føroyar
Illustratión: sosialurin