Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-28, síða 57
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. januar 2011síða 57

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 12 · 28. januar 2011 17 VIKUSKIFTI onnur mál. Men søgan sigur okkum, at av tí, at føroyskt var so fløkt upp í danskt, mundi tað doyð út, og tí skriv­ aði Svabo sína víðagitnu orðabók í 1790. Bara tilvitað menning seinni bjargaði málinum.   Víðfevndar avleiðingar Við hesum í huga er tað óskiljandi, at nakar nú tivitað vil fløkja danskt og enskt upp í føroyskt. Ikki ein einasti atfinnari at nýmenningini í føroyskum og atlasinum frá 1993 hevur greitt frá, hvussu vorðið verður við stavsetingini í skúlunum, um alskyns fremmandir stavir verða proppaðir í føroyska stav­ raðið. Ikki ein einasti teirra hevur víst á, hvussu nýmenningin í føroyskum kann halda fram, um føroyskt bara verður eitt hjálparleyst avrit av donskum og ensk­um. Ikki ein einasti hevur víst á, hvussu ætlanin er at broyta orðabøkur, frá­lærutilfar og undirvísingarhættir, so hesi amboð verða pedagogiskt for­ svarlig at lata børnum og ungum, sum í dag læra at skriva eftir verandi stav­ setingarreglum. Hví man hetta vera? Mín varhugi er, at uppbyggjandi starv er ikki teirra endamál. Teirra mál er provokatión, polemikkur og sarkasma, ja, vanligt balladumakarí. Soleiðis var lagið eisini í 80'unum og 90'unum, tá málrøktarfólk árla og síðla vórðu útspilt í bløðunum. Saman við nøkrum fáum fjepparum, ið eru lagstir aftrat kórinum, halda atfinnararnir í dag fram við somu pástandum um kúgandi málreinsing og nationalistiskan heimføðiskap. Men tá nú øll mál í verðini seta orð á lond á egnan hátt, so mugu øll fólk í verðini vera líka stórir nationalistiskir heim­føðingar, ið onki hava skilt, fyrr enn teirra mál er fløkt upp í danskt og enskt. Ella hvussu man logikkurin nú vera? Tak til dømis orðið Kina. Skulu vit kanska bara skriva tað China? So­leiðis verður tað skrivað á enskum, hollendsk­ um og týskum, og eru vit ikki avbyrgd, um vit ikki skriva tað so? Nei, als ikki, tí eins og vit stava fólk í Albania, Bosnia, Kroatia, Danmark og Norra navnið Kina. Í Slovenia eitur landið Kitajska, í Armenia eitur tað Chinastan, og í Frak­landi skriva tey Chine. Og hvussu man vera við Kuba? Eru vit innilæstir heim­føðingar, tí vit í Føroyum skriva tað við k? Nei, heldur ikki, tí tað gera eisini albanar, kroatar, týskarar, litavar, ungarar, serbar, hvítarussarar, sviar og mong onnur. Men ikki danskarar, tí teir skriva Cuba, og friður verður við tí. Hygg so at, hvussu heimsins lond skriva Danmark, ið jú skrivast Danmark á donskum og tí sambært útsagnum hjá Rolf Guttesen verður skrivað Dan­ mark um allan heim. Nei, so er ikki, tí í Rumenia skriva tey Danemarca, í Georgia skrivast landið Dania, í Serbia siga tey Danska, í Hollandi kalla tey landið Dene­marken, og í Estlandi skriva tey Taani. Estar skuldu skammað seg, at teir á hendan hátt brúka sín egna hátt at seta orð á Danmark, og heldur enn at plágað lívið av Føroya Skúla­bókagrunni kundu atfinnararnir um­hugsað at farið og hartað estiska skúla­bóka­bókagrunnin fyri at skriva estiskt í síni atlas.   Navnagáva við máta Orðaskiftið um Heimsatlasið gekk eis­ini lystiliga í mai mánaði í fjør, tá Før­oya Skúlabókagrunnur skipaði fyri kjakfundi í Miðlahúsinum. Har greiddu fólkaskúlalærarar frá, hvussu væl tað hevur eydnast at undirvísa børnum í landa­læru við føroyskum tilfari. Hetta hevur ikki bara verið gjørt við heims­atlasinum frá 1993, men eisini frálíku bókini Heimurin frá 1990, har heim­urin eisini er føroyskaður, tó at hetta er farið heilt aftur við borð­ inum hjá Rolf Guttesen og øðrum, tí teir fylgja jú ikki við, hvat hendir á skúla­økinum, men tykjast liva í einum keypmannahavnskum veruleika frá umleið 1977. Tó  einum hava atfinnararnir at at­lasinum frá 1993 rætt í. Sumt av tí, ið gjørt varð, var óheppið. Orð sum Burgundar­hólmur, Sikiloy, Bjørgvin, Høvda­staður og Grønhøvdaoyggjar vóru ikki væl vald. Summi teirra vórðu ov lættliga tikin úr íslendskum og flutt yvir í føroyskt, og tey geva ikki mein­ing hjá øðrum enn teimum, sum hava stóran søguligan og málsligan kunnleika. Tí átti heldur at verið skrivað Bornholm, Sisilia, Bergen, Cape Town og Kapp Verde. Onki forðar okkum í at gera av, at í atlasinum skriva vit sum útgangs­ støði føroyskt, so norðurlendskt, síðan enskt og so eftir staviháttinum lokalt, tí soleiðis gera øll lond. Sjálvsagt er tí, at vit í nýggja atlasið skriva t.d. Århus, tí soleiðis eitur býurin á donskum og á mannamunni millum føroy­ingar. Eisini eiga vit at hava so frægt av virðing fyri navninum Dan­ mark, at vit bara kalla tað Danmark og ikki Danmørk, tí tá velja vit bara danska heitið heldur enn málsliga rætta føroyska heitið. Føroyingar siga jú Danmark og onki annað. Men tá vit skriva Amerika, skriva vit tað sjálv­andi við k og ikki America við c, tí so­leiðis skriva vit orðið eftir føroyskum stav­ setingar­reglum. Har ráðiligt ikki er at nerta ikoniska stovnin í orðinum, t.d. Chicago, skriva vit Chicago á enskum. Vit mugu bara ikki billa okkum sjálv­ um inn, at tann stavsetingin er før­oysk, tí tað er hon ikki. Øll heimsins lond skriva heimsins landanøvn á egnan hátt. Eitt nú verður Kili stavað bæði Chile, Sili, Tili, Zhili, Kilai og Xile, tí tjóðir skriva, sum tær sjálvar vilja Illustratión: Sosialurin