fríggjadagur 28. januar 2011síða 62
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 12 · 28. januar 2011
22
VIKUSKIFTI
Miðlamjarr
– Tað er einki, sum
diskvalifiserar
Føroyar at hýsa
oyggjaleikunum! Her í
Føroyum er ein ógvuliga
stór entusiasma, og eitt
ógvuliga stórt hjarta
lag, tá um ítrótt ræður.
Jørgen Petterson, forseti í IGA
- Ætlanin um at fáa
limaskap í EFTA er ikki
slept, men í løtuni slepst
ikki longur.
Jacob Vestergaard.
lagt til rættis: Eydna Skaale
Hvat er betri enn at sita i køkinum hjá
tínari bestu vinkonu og drekka kaffi?
:-D
Kvinna 30 ár
§266B hjálpti,
nú er gliðibreytin
komin á Skálatrøð.
Maður 46 ár
- Eg hati at gera mat. Eg vil heldur
svølta í hel enn at matgera sjálv. Eg kann
gott yvirliva í eina viku uttan at eta.
Megan Fox
Kanska skulu býir
og lond (Klaksvík
og Føroyar) gloyma
afturflytarar og
heldur ynskja sær
tilflytarar ...
kvinna ókendur aldur
- Eg eri ein ósekur maður!
Conrad Murray, Læknin hjá Michael Jackson, nú
hann enn einaferð hevur verið í rættinum fyri
óviljað manndráp á popstjørnuna.
- Eg vil binda
meg til at tryggja
fíggjarvøksturin,
at skapa nýggj
størv og at styrkja
fíggjarstøðuna hjá
miðalklassanum. Tað
er mítt nýggjárslyfti!
Barack Obama
- Eg havi viðgjørt slíkar
søgur óteljandi ferðir í
mínum sjónvarpsshowið,
og eg havi óteljandi ferðir
sæð, hvussu yvirraskað
fólk verða. Eg hevði aldrin,
aldrin, aldrin trúð, at tað
fór at henda fyri meg eisini.
Oprah Winfrey um júst at hava fingið samband
við higartil ókendu hálvsystur sína, Patricia, sum
mamman burtadopteraði beint eftir burðin.
Ótrúligt hvat summi tingfólk ferð
eftir ferð skulu skriva upp og niður
í pressuni aftaná at okkurt mál er
dukkað upp! Hví eru hesi tingfólk ikki
fyri eina ferð skyld uppá forkant?
Maður 33 ár
Einaferð var tað ein edrúur nólsoyingur, ein beinur hasjari,
ein ópatriotiskur klaksvíkingur, ein tigandi danskari, ein
stuttligur týskari, ein suðuroyingar, sum ikki bannaði, ein
stillur amerikanari, ein gift nonna og ein glaður Liverpool-
fjeppari !!
Maður 43 ár