Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-31, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. januar 2011síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 31. januar 2011 · Nr. 13 Sosialurin Eirikur Lindenskov Á tingfundi mikudagin fer Bjarni Djurholm, løgtings­ maður, at seta Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í mentamálum, ein munn­ liga­n fyrispurning um nýggja at­lass­ið. Hann vil hava hana at greiða løgtinginum frá, hvørj­ar málsligar leiðreglu fara at verða grundarlagið und­ir nýggja atlassinum. Víðari spyr Bjarni Djurholm: - Fer ritstjórnin at til fuln­ ar nýta bókstavirnar c,q,w,x og z soleiðis, at tað aftur verð­ur samsvar millum stav­set­ing og tey heiti, sum navna­gávan (lond, býir o.s.fr.) hevur frá uppruna, og so­leið­is sum tey verða nýtt í okkara parti av heiminum? - Tekur lands­stýris­kvinn­ an undir við, at navna­gáv­ ur­nar í atlassinum sum høvuðs­regla skulu skrivast soleið­is, sum vanligt er í ymsu londunum (og soleiðis sum vit eisini vænta, at onnur skriva okkara staðar­ nøvn)? Bjarni Djurholm vísir á, at í fjør bjóðaði ritstjórnin av nýggja atlassinum hugaðum og almenninginum annars at gera viðmerkingar til nýggja heims­atlassið við teirri stað­ fest­ing, at ætlanina var at geva út verk, sum m.a. máls­ liga og landafrøðiliga fór at vera í samljóði við veruleikan vit øll liva í og eru partur av. - Hetta sýntist skilagott, men sum fráleið kendist rák­in aftur av málfatanini, sum var vøllurin undir fyrru útgávuni - at ávísur hug­burð­ ur aftur fór at mynda nýggju útgávuna, sigur Bjarni Djur­ holm. Hann vísir á, at tað nú verð­ur hildið uppá, at tað bert eru eini fimm, seks heiti, sum lýta verandi atlass. Men hetta heldur hann vera ein sann­leika við viðfevndum mo­di­fika­tionum, og sum gev­ur frænir av, at ætlanin er at halda fram eftir gamla leistinum í nýggja atlassi­ num. - Øll konstrueraðu nýyrð­ ini í gamla atlassinum, frá gerandishugtøkum til staðar­ nøvn, har upprunin tykist at vera at sleppa av við partar av latínska alfabetinum og smíða nýgg orð og hug­tøk, tarna smidligari inn­læring, eru ein fótongul í leit­ing­ini á internetinum og forðan fyri optimalari fat­an av sjónvarpstíðindum, sum áhaldandi floyma úr a­l­heimi­ num umvegis elek­tron­isku miðlarnar, sigur løg­tings­ mað­urin. Hann heldur tí, at tað má vera minstakrav, nú tað almenna aftur fíggjar út­ gávu av nýggjum atlassi, at bókaverkið livir upp til van­ ligt skilvísi, har úrslitið er eitt verk, sum ikki gerst ein trongi fyri vitan, men har­ aftur­ímóti verður ein kelda til víðskygni, lærdóm og kunn­leika. Nú kemur atlassið í Løgtingið NÝTT ATLAS - Tað má vera eitt minstakrav, nú tað almenna aftur fíggjar útgávu av nýggjum atlassi, at tað livir upp til vanligt skilvísi, heldur Bjarni Djurholm, sum nú reisir málið um nýggja atlassið á tingi Spurningarnir til Helenu: • Hvørjar málsligar leiðreglur fara at verða grundarlagið undir nýggja atlassinum? • Fer ritstjórnin at til fulnar nýta bókstavirnar c,q,w,x og z soleiðis, at tað aftur verður samsvar millum stavseting og tey heiti, sum navnagávan hevur frá uppruna, og soleiðis sum tey verða nýtt í okkara parti av heiminum? • Tekur landsstýriskvinnan undir við, at navnagávurnar í atlassinum sum høvuðsregla skulu skrivast soleiðis, sum vanligt er í ymsu londunum? – Tað má vera minstakrav, nú tað almenna aftur fíggjar útgávu av nýggjum atlassi, at bókaverkið livir upp til vanligt skilvísi, har úrslitið er eitt verk, sum ikki gerst ein trongi fyri vitan MÁLSTRÍÐ Skal nýggja atlassið brúka nøvn sum »Borgundarhólmur«, »Ukreina«, »Grønhøvdaoyggjar«, ella skal minsta kravið vera, »at bókaverkið livir upp til vanligt skilvísi«. Tað vil Bjarni Djurholm, løgtingsmaður, hava Helenu Dam á Neystabø at greiða tinginum frá Á tingfundinum mikudagin fer Bjarni Djurholm at seta Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í mentamálum, munnligan fyrispurning um nýggja føroyska atlassið, sum Skúlabókagrunnurin fer at geva út