mánadagur 31. januar 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 31. januar 2011 · Nr. 13
12
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Eftir at semingsroyndin í
sáttmálatrætuni
millum
reiðarar og manningarfeløg
miseydnaðist
seinasta
fríggjadag,
er
rættilig
ógreiða á sáttmálaøkinum.
Manningarfeløgini siga, at
fiskimenn kunnu mynstra
eftir gamla sáttmálanum,
sum reiðarar søgdu upp til
at fara úr gildi – og reiðar
ar siga, at fiskimenn kunnu
mystra eftir semingsupp
skotinum, sum Føroya Reið
arafelag góðtók, men sum
manningarfeløgini vrakaðu
fríggjakvøldið.
Manningarfeløgini vóru
als ikki nøgd við semings
uppskotið,
sum
eitt
nú
álegði manningini at lut
taka í oljuútreiðslum, tá
oljan fer upp um 3,90 fyri
bunkringarliturin. Men tað
vóru eisini onnur viðurskifti
í
semingsuppskotinum,
sum manningarfeløgini ikki
kundu taka undir við, eitt
nú í sambandi við, hvussu
skipanin skal verða við lægri
manningartali.
Jan Højgaard, formaður
í Føroya Fiskimannafelag,
er als ikki nøgdur við sem
ingsuppskotið,
og
hann
heldur snøgt sagt, at tað
gjørdi ilt verri fyri sáttmála
samráðingarnar,
tá
sem
ingsmenninir komu upp í
trætuna.
Viberg Sørensen, formaður
í Føroya Reiðarafelag, er ikki
samdur við Jan Højgaard.
- Samráðingarnar hava
verið torførar, og uppgávan
hjá
semingsmonnunum
hevur eisini verið torfør. At
formaðurin í Føroya Fiski
mannafelag leggur eftir sem
ingsmonnunum, er undir alt
lágmark, heldur hann.
Føroya
Reiðarafelag
heldur tað vera sera óhósk
andi, at formaðurin í Fiski
mannafelagnum setir spurn
artekin við trúvirðið hjá
semingsstovninum.
- Tá ósemjur eru millum
sáttmálapartarnar á arbeiðs
marknaðinum eru framm
anundan avtalaðar nakrar
mannagongdin um, hvussu
hesar trætur skulu loysast.
Báðir partar hava góðkent
semingsmennirnar, og teirra
uppgáva er at royna at
finna eina loysn, sum ligg
ur ímillum krøvini hjá pørt
unum, sigur Føroya Reiðara
felag.
Ikki lata seg lumpa
Formaðurin í Føroya Fiski
mannafelag sigur, at skjalið,
sum manningarfeløgini fingu
frá semingsmonnunum, als
ikki var eitt semingsupp
skot.
- Hetta var uppskotið frá
Føroya Reiðarafelag, tó at
tað var nakað mildari. Tað
undraði okkum, at okkara
krøv ikki vóru tikin við í
eitt
semingsuppskot.
Vit
hava sett okkum spurningin,
hví semingsstovnurin tók
hetta stig, og fleiri halda,
at hetta var fyri at kasta
handklæði inn í ringin, so
semingstovnurin slapp burt
ur úr hesum.
Føroya Fiskimannafelag
heldur, at tað kanska eisini
vóru aðrar og meiri álvar
samar orsøkir til, at sem
ingstovnurin tók hetta sera
óvanliga stig.
- Vit tosaðu saman um,
hvat mundi fara at henda,
áðrenn
semingsuppskotið
kom. Vit hugsaðu okkum, at
semingsuppskotið helst fór
at verða so vánaligt, at vit
fóru at vera noyddir at vraka
tað. So væntaðu vit, at Føroya
Reiðarafelag fór at melda út,
at skip kundu mynstra uppá
semingsuppskotið.
Føroya Fiskimannafelag
sigur, at felagið hevur heitt
á sínar limir um ikki at lata
seg lumpa.
- Tað ber ikki til at mynstra
uppá eitt semingsuppskot.
Um menn lata seg draga
uppá tráð, er lítið at ivast í,
at fiskimenn innan stutta
tíð vera trýstir niður í hýru,
soleiðis at teir ikki klára at
breyðføða sína familju, sigur
Føroya Fiskimannafelag.
vilmund@sosialurin.fo
Semingsmenn
gjørdu ilt verri
SÁTTMÁLALOYSI - Samráðingarnar hava verið torførar, og uppgávan hjá semingsmonnunum
hevur eisini verið torfør. At formaðurin í Føroya Fiskimannafelag leggur eftir
semingsmonnunum, er undir alt lágmark, heldur Føroya Reiðarafelag
Nú sáttmálaloysi er, mælir Føroya Fiskimannafelag til, at
manningar mynstra upp á gamla sáttmálan, sum er farin
úr gildi – og Føroya Reiðarafelagið mælir til at mystrað
verður upp á semingsuppskotið, sum felagið góðtók
fríggjakvøldið, men sum manningarfeløgini vrakað
Mynd: Vilmund Jacobsen
... tað ber ikki til
at mynstra uppá eitt
semingsuppskot...
FØROYA FISKIMANNAFELAG
... óhóskandi at seta
spurnartekin við trú
virðið hjá semings
stovninum...
FØROYA REIÐARAFELAG