Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. februar 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 31. januar 2011 · Nr. 13 mánadagsblaðið Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Viberg Søresen, formaður í Føroya Reið­ar­a­felag, kann nú róliga lena seg afturá, nú sundurlyndi valdar millum mann­ing­arfeløgini. Við at gera sátt­mála við einstøk reiðarí hava mann­ing­ar­feløgini frásagt sær sam­ráð­ing­ar­rætt­in við Reið­ar­a­fel­ag­ið, sum sjálvandi ger sær dælt av støðuni Stríðið millum Føroya Reið­ar­ a­fel­ag og manningarfeløgni er eitt margháttligt stríð. Tra­ d­i­ti­on­ella stríðið hjá fak­fel­ øg­u­num er at vinna og síðani at virða vunnin rættindi. Eitt av hesum rættind­um er sam­ráð­ing­ar­rætt­ur­in, sum báðir par­t­ar ­í nógv ár hava virt, líka mikið, hvussu nógv stendur á. Men í stríðnum sum nú vald­ar millum mann­inga­r­ fel­øg­ini og Reiðararfeløgini tyk­ist alt at verða farið upp í upp­loysn. Manningarfeløgini gjørdu í gjár ein sáttmála við eitt reiðarí. Hinir reiðararnir eru sum vera man í øðini, og Før­oya Reiðarafelag hevur kast­að frá sær og latið sam­ ráð­ing­arnar upp fyri skutil. Tað er væl skilligt, at Reið­ar­a­fel­agið ger soleiðis. At okk­urt reiðarí ger undir­ honds­av­tal­ur, tað er so tað, tað er. Men at mann­ing­ ar­fel­øg­ini gera sátt­málar við einstøk reið­arí í eini verk­fals- ella verks­ ba n n ­s tø ð u , tað er ikki til at skilja. Tað kann bara føra til totala fru­str­a­ ti­ón, sum í síðsta enda gongur harð­ast út yvir hýr­ur­nar hjá fiski­monn­ um. Ein sera løgin og ó ­b ú g v ­i n fak­fel­ags­ pol­i­tikk­ur, sum mann­ i n g ­a r ­ feløgini føra... Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo So kom aftur eldur í málið um Skál­a­fjarð­ar­tunn­il­in. Hesaferð var or­søk­in, at Bank­Nord­ik er kom­in við ein­um fígg­ing­armodelli, har tað skal vera eitt al­ment parta­ felag, sum eig­ur og bygg­ir Skál­a­ fjarð­ar­tunn­il­in – og sum eisini skal eiga hinar und­ir­sjóv­ar­tunl­ar­nar. Hug­skot­ið er, at inn­tøk­an frá øll­ um tunl­u­num skal tryggja inn­tøk­ u­grund­ar­lagið so­leiðis, at trygd er fyri, at lán­ið verð­ur aft­ur­rindað. Fyri so vítt er hetta sama modell, sum vit hava hoyrt áður. Jóannes Eid­es­gaard var eisini skjótur úti við sín­ari hugsan – at hesin leisturin »fekk mál­ið um Skála­fjarð­ar­tunn­ il­in aftur á beint«. Tað er kanska ikki so løgið, at part­ar av politiska myndugleikanum ikki eru so heitir fyri, at ein slík sam­ferðslu­útbygging verður gjørd á privatum grund­arlag. Eisini tað, at nevnd­ar­limir í felagnum høvdu útvegað sær persónlig partabrøv fyri fleiri hundrað túsund krónur skap­ar pol­it­iska mót­støðu. Og illa var, um slíkt ikki elvdi einum slík­ um fel­ag mótstøðu. Hinvegin so er tað eisini ein hersk­in biti hjá vágafólki og norð­oy­ i­num at svølgja, at teirra tunlar ikki verða ó­keyp­is at koyra ígjøgnum, tá teir eru út­goldn­ir, soleiðis sum ætl­ að hev­ur verið. Tí er hetta sjálvandi ein trup­ul­leiki, sum ikki er so heilt ein­fald­ur at loysa. Men eyðsæð er, at møg­u­leikin fyri at tað almenna má taka um endan, um verkætlanin skal ger­ast veruleiki, er til staðar. Jóannes Eidesgaard nevndi, at vit eisini kunnu fara at taka tunn­ ils­gjald fyri Koll­a­fjarð­ar­tunn­il­in og brúgv­a­gjald fyri brúnna um Streym­in – og at vit eis­ini kunnu leggja eitt eyk­a­gjald á veg­skatt­in, til tess at fíggja sam­ferðslu­út­bygg­ing­ ar. Álv­ar­a­tos, Jóannes Eid­es­gaard, nú mást tú líka stýra tær. Eitt er tað, at fólk mugu liva við ein­um tun­n­ ils­g­jaldi fyri und­ir­sjóv­ar­tunl­ar­nar. Hetta var prísurin fyri at sleppa at koyra heldur enn sigla, og gjald­ ið er eisini munandi lægri, enn tað var fyri at sigla. Men at taka gjald fyri at koyra um eina brúgv, sum er 40 ára gomul og ein tunn­il, sum er 20 ára gamal, tað er jú bein­leiðis at halda fólk fyri gjøldur. Og at fara at leggja ein eykaskatt á bil­eig­ar­ar, tað er í øllum førum púra hol í høvdið. Tí tá frátekur tú okk­um val­møg­u­ leik­an. Tá hava vit ikki eitt brúk­ar­a­ gjald, sum vit kunnu velja at sleppa und­an, tá hava vit ein eykaskatt. So var betur, at vegskatturin varð av­ tik­in, og at eitt gjald var lagt oman á brenn­i­evn­ið. So var tað tann, sum brúkti veg­a­kerv­ið, sum rindaði, og tað er væl sakt­ans ikki annað, enn rím­u­ligt. At tað almenna tekur um endan, tað er í ordan. Men tað skal ikki seta hin­ar lands­part­ar­nar verri fyri. Vit mugu hava frælsi at velja tunnilsgjald frá Tað hevur skapt mikla øsing í Dan­mark, at Medina var í eini so gjøgn­um­skygd­ ari blusu, tá hon framførdi til Dan­marks­inn­saml­ing­ ina leyg­ar­kvøld­ið, at øll sóu bróst henn­ara. Sjálvandi hev­ur Med­ina gjørt hetta fyri at pro­vo­kera og fyri á tann hátt at fáa fok­us á seg sjálva. Sjónvarpið hjá Kring­ varp­i­num vísti eisini send­ ing­i­na, men før­oy­ing­ar eru nú um dag­ar­nar so van­ir við at síggja boppur í sjón­ varp­i­num, at tað rín­ir ikki við, at vit skulu síggja bopp­ ur gjøgn­um eina rímuliga gjøgn­um­skygda blusu. Men tað sum undrar meira er, hví í Guds garði Kring­varp­ið setir eina slíka peru­danska sending á skrá í bestu senditíð, sum før­oy­ ing­ar als ikki kunnu taka lut í. Men her kemur bati, tí sam­bært public service sátt­mál­a­num, so skal Kring­ varp­ið framleiða undirhald eis­ini, so kanska V4 fær eina ren­e­sansu í sjón­varps­ høpi... Øsa seg um bopp­ ur­nar hjá Medinu Ikki eykaskatt fyri tunlar Ósolidarisk fakfeløg? Skila­ góð­ur sam­ ferðsl­u­re­ formur Jónleif Johannesen kjak á síðu 33 Mugu finna aðrar orkukeldur Helg abrahamsen kjak á síðu 33