mikudagur 2. februar 2011síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. februar 2011 · Nr. 14
30
Sosialurin
Oyggjablaðið
Ein tunnil kan
BYGDAMENNING - Tað skal ikki nógv til, fyri at gera tað liviligt í Svínoy. Fekk oyggin ein 1700 metrar langan
tunnil Yvir í Havn og eina ferjulegu har, so hevði verið munandi øðrvísi, sigur 72 ára gamli svínoyingurin,
Atli Jacobsen. Hann búði her fram til 1978, tá hann bygdi sær hús á Eiði, haðani konan eisini er ættað.
Tekstur: Snorri Brend
Myndir: Jens Kristian Vang
Svínoy: - Fingu svínoyingar bara
EIN tunnil, so hevði tað verið
fantastiskt, sigur hann.
Tað var tann tíð tá kalsoyingar
fingu sínar tunlar og sína ferju
legu, og sum aftur hava skapt
livilíkindi hjá fólkinum har.
Fyri Atla er eingin ivi um, at
hendi hetta framstigið eisini fyri
svínoyingar, hevði úrslitið verið
tað sama:
Bygdin hevði ment seg aftur;
fólkið høvdu kunnað búsett seg
her; arbeiðspláss kundu verðið
skapt herúti; og onnur høvdu
kunnað arbeitt aðrastaðni, tí
tað bert tók smáar 10 minuttir at
sigla til Hvannasunds.
- Ja, fingu vit bert ein ein
stakan tunnil, so var oyggin
bjargað. Men tað vísir seg at vera
trupult at fáa hetta málið loyst,
sigur Atli Jacobsen.
Kom tunnilin og kom ferjuleg
an á trygga og kyrra plássinum
Yviri í Havn, høvdu møguleikar
fyri aling á sjónum eisini verið
avbera góðir.
- Tú sært, - her eru møguleikar
at skapa arbeiðspláss, men so má
okkurt alvorligt henda nakað
skjótt.
Finna uppá
Mikudagin fór Atli enn einaferð
til heimbygd sína. Í dag er hetta
ein ferð, ið ein ikki noyðist at
hugsa so nógv um, ella gera tær
stóru fyrireikingarnar til.
Tá var øðrvísi at fara av oynni
ella út aftur higar fyri 72 árum
síðani. Og tá satt skal verða sagt,
var tað helst meiri hugaligt at
koma til Svínoyar í árunum eftir
seinna heimsbardaga, tá Atli
gekk í skúla her.
- Ja, tonk tær til: Tá vóru vit 34
børn í skúlanum. Ein lærari hjá
okkum var Meinhard Johannesen
sum seinni varð lærari í Klaksvík.
Hann var sonur Lamba-Jóhan.
Karl og Andreas vóru eisini
lærarar her, greiðir Atli á.
- Í dag er munur á, nú yngsta
fólkið í oynni er 24 ár.
Ein annar munur var eisini
tað sum børnini spældu við. Í
eini slíkari bygd við stórfingnari
náttúru var altíð okkurt at taka
sær til.
- Vit máttu bara finna uppá sjálvi.
Tað var ikki sum nú, ið tú bara kanst
fara í BR at keypa tær leikutoy, sigur
Atli við einum brosi.
- Tey yngru plaga at spyrja
meg, hvat vit fingu dagin at
ganga við. Eg veit ikki, - vit høvdu
altíð okkurt at tríva í. Dagarnir
rukku faktist ikki til, og heldur
ikki kvøldini, tá vit elskaðu at
gera fortreð hjá fólki og fáa teir
at renna eftir okkum.
Úr 250 til 20
Eins og so manga aðrastaðni var
bygdarlívið tá merkt av útiar
beiðandi sjómonnum og heima
arbeiðandi sjómanskonum.
Eins og so mangir aðrir ung
lingar, fór Atli eisini til skips
í 1954, tá hann bert var 14 ára
gamal. Um hetta mundið var
Svínoy ein rættiliga stór bygd.
Her búðu eini 250 fólk og góður
trivnaður var í bygdini.
- Og nú, - nú veit eg ikki um tey
eingang koma upp í 20. So vánalig
er støðan í dag, sigur Atli harmur
á málinum.
Tann
stóra
afturgongdin
byrjaði seinast í 50’unum, tá fólk
fluttu av oynni. Tey flestu fóru
annaðhvørt til Klaksvíkar ella
til Havnar. Har vóru arbeiði at
fáa, í mun til heimbygdina har
einki var.
- Tað vóru fleiri sum fóru,
men eg haldi at tað var serliga
eitt ávíst tíðarskeið at nógvar
familjur fluttu av oynni.
- So steðgaði tað tíbetur eitt
sindur á, men bygdin minkaði
kortini so líðandi til tað sum hon
er í dag, sigur hann.
Elstur í Kollinum
Atli fór sjálvur av bygdini í 1978,
og búsettist á Eiði hetta árið, tí
sum hann brosandi tekur til: - Tú,
veitst hvussu tað er: Man fær sær
eina konu aðrastaðni frá, og hon
vinnur altíð.
- Eg hugsaði við mær sjálvum,
at tað gjørdi akkurát tað sama
fyri meg, hvar eg búði. Eg var
kortini til fiskiskap í Barents
havinum ta mesta av tíðini.
Tey fingu sær grundøki á
Eiði, og bygdu í roynd og veru
tey fyrstu húsini á staðnum sum
eiðisfólk kalla í Kollinum í 1978.
- Eg plagi at siga tað við eiðis
menn, at eg eri elsti maður í Koll
inum. Ja, 33 ár, tey ganga eisini
skjótt, sigur Atli, sum legði av at
roykja sama dag sum tey fluttu
inn í nýggju húsini.
Tey eiga trý børn, harav
sonurin hevur fingið arbeiði á
nýggju smoltstøðini í Svínoy,
her tey eisini hava bygt sær eini
summarhús.
- Men annars er ikki nógv
gongd í byggjarí’num her úti.
Nøkur summarhús, men ikki
stórt annað enn tað.
Keðiligt
Sum gamal svínoyingur hevur
hann við harmi kunnað staðfest,
hvussu bygdin er minkað til tað
sum hon er í dag.
Eitt kvøldið sat hann uppi
í summarhúsunum og hugdi
oman yvir bygdina, samstundis
sum hann gjørdi sær sínar hug
leiðingar um støðuna.
- Eg fór tá eftir øllum húsun
um, og kundi við sorg ásanna, at
í hasum húsunum búði eingin; í
teimum næstu ein gamal drongur;
í tí triðja ein gomul kona; tað
fjórða húsið stóð tómt og so
framvegis.
- Ja, soleiðis er tíverri lívið her
úti: Eitt tómt hús fyri og annað
eftir. Eg veit ikki, hvussu nógv
tóm hús standa herúti - kanska
eini 40, eg veit ikki. Men tú skilir,
at hetta er øgiliga keðiligt, slær
Atli fast.
Men hann hevur gjørt eina
sera áhugaverda eygleiðing aftr
at: Umstøðurnar í bygdini, - tí
samstundis sum fólkatalið er
minkað, hevur bygdin ongatíð
verið í betri standi enn júst nú.
- Tá alt fólkið búði her, gingu
tey og tvassaðu í runu á bygdar
vegunum. Í dag eru allir vegirnir
asfalteraðir, men nú er eingin at
ganga eftir teimum.
- Tað er rættiliga keðiligt at
bygdin er minkað soleiðis, men
av tí at oyggin er so sløtt, eru
møguleikar fyri at menna hana
aftur. Her er so nógv uppland
og slætt, at øll húsini í Klaksvík
kundu ligið her úti. So her er ikki
mangul uppá pláss.
Fingu vit bert ein ein
stakan tunnil, so var oyggin
bjargað. Men tað vísir seg
at vera trupult at fáa hetta
málið loyst
Tá alt fólkið búði her,
gingu tey og tvassaðu í runu
á bygdarvegunum. Í dag eru
allir vegirnir asfalteraðir,
men nú er eingin at ganga
eftir teimum