Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. februar 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 4. februar 2011 · Nr. 15 vikuskiftisblaðið Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hóast hundurin enn ikki er hálv­bard­ur, er longu nú greitt, at lítil og ongin und­ ir­tøka er í Løg­ting­inum fyri upp­skot­i­num hjá Magna Laks­á­foss, Sjúrði Skaale og Birni Kalsø um at skerja ting­ mann­a­tal­ið úr 33, sum tað er nú, nið­ur í 25. Løgtingið hevur viðgjørt upp­skot­ið ein­a­ferð, so enn er við­gerð­in bara kom­in í eyg­að, tí nú er tað fyrst farið í nevnd og so skal tað viðgerðast ein­ a­ferð aft­u­rat. Men tað átti ikki nógvar vin­ir í Løg­ting­inum, tvørtur ímóti hegl­aðu flestu ting­lim­ ir bæði uppskot og upp­skot­ still­ar­ar ígjøgnum. Tey róptu seg upp á, at verð­ur ting­mann­a­talið skert, má­ar tað støð­ið und­an fólka­ ræð­i­num, tí Løg­tingið skal um­boða ym­isk sjón­ar­mið og tess færri tinglimir eru, tess færri sjón­ar­mið sleppa upp í part. Og uppskotsstillararnir sjálv­ir vórðu kallaðir óloyalir í­móti sam­gong­uni, tí teir høvdu lagt uppskotið fram í sjálv­drátti, hóast teir sita í eini sam­gongu. Men hvat verri er, hava teir lagt hetta upp­skot­ið fram, samstundis sum ein nevnd situr og ar­ beið­ir við at endurskoða val­ lóg­i­na. Aft­urí­móti vístu upp­ skots­still­ar­ar­nir á, at al­menni rakst­ur­in var skerdur alla­ staðni og Løgtingið eig­ur eis­ ini at taka sín part. Men teir hildu, at tað er merk­is­vert, hvussu stórur mótvilji, Løg­ ting­i­ð hevur ímóti at skerja hjá sær sjálvum, tí tað eru al­tíð onkrar undanførslur, hvøj­ar ferð, tann møguleikin verð­ur nevndur. Ein reiðari segði nú um dagarnar, at tað sum nú hendir í stríðnum mill­um mann­ing­ar­feløgini og Før­ oya Reið­ar­a­fel­ag er í­mynd­in av før­ oyska sam­fel­ag­num: Einki skil er í nøkr­um, alt snýr seg bara um vald og mamm­on. Og rætt hevur hann. Reiðara­ fel­ag­ið er eitt gott dømi um tað, at menn sum eru eina fræg­ast fyri, fella fyri freist­ing­ini at bróta sam­ an­hald­ið, sum eig­ur at vera – bæði mill­um reið­ar­ar og mill­um mann­ ing­ar­fel­øg. Bæði fakfelagsstríð og a­r­beiðs­gev­a­r­a­stríð snýr seg um at standa sam­an. Fak­fel­øg­ini og tess lim­ir skulu standa saman og virða vunn­in rættindi og halda fast um og virða tey. Tað sama má ar­beiðs­ gev­ar­in gera. Annars ber einki til, og so verð­ur alt tað reina anarki. Her er so glopp­ið hjá Viberg Sørensen og hans­ara monnum, tí aðrir hava giv­ið teim­um knívin í ryggin. Og mann­ingarfeløgini eru ikki smett­in frægari. Tað er ein álv­ar­ som vand­a­kós at koyra grús í mask­ in­una hjá mót­part­i­num á henda hátt. Nú ber til at seta fólk upp í­móti hvør øðrum - og endin kann vera, at mann­ing­ar­fel­øg­ini standa veik­ari. Í fjør blottaði Føroya Fisk­i­mann­ a­fel­ag seg við ó­virð­i­lig­ari framferð ímóti einum starvsfólki. Her tók for­mað­ur­in okkurt persónligt stríð fram um felagið og fram um tað mest grund­leggj­andi hjá einum fak­felag - at virða grund­leggj­andi fak­fel­ags­rættindi. Hini fel­øg­ini í Samtaki stuðlaði hesi sera marg­ hátt­ligu fram­ferð­ini hjá ein­um fak­ felag, og hóast mað­ur­in, alt snúði seg um er deyður, so er eing­in al­ menn um­ber­ing kom­in frá teim­um enn. Tað er lítið sømiligt og vísir, at per­són­lig makt­girnd skugg­ar fyri að­al­enda­málinum, at virða vunnin rætt­indi. Vit kunnu halda fram í poli­tikk­ i­num. Løg­maður ger einki, hóast Fólka­flokk­urin tek­ur løg­mann av ræði og um­skip­ar lands­stýr­ið eft­ir egn­um høvdi. Men nei, tað fær ong­ ar av­leið­ingar. Og Javn­að­ar­flokk­ur­in hev­ur stór­ar inn­an­hýs­is­trup­ul­leik­ar av ting­manni, sum ikki møtir til fund­ i­r. Men flokkurin ger einki. Í síðstu viku speirak hann listarfólk og segði, at ment­an­ar­løn­ir­nar til list­ ar­fólk áttu at ver­ið av­tikn­ar. Eing­ in í flokk­i­num mót­mæl­i­r. Hó­ast tey tiga, so vita vit, at tey ikki taka und­ ir við hon­um, men tey siga einki. Jú tað snýr seg um vald. Og jú tað snýr seg um peng­ar. Men onk­ur má fór ­ó­lukk­an ­sig­a: »Her til og ikki long­ur«. Men persónlig áhugamál verð­a tik­in fram, og tí er tað sund­ ur­lyndi held­ur enn sam­an­hald sum verð­ur sett í há­sæti – og tað køvir alt sam­felagið. Ein og hvør er sær sjálvum næst­ur, ið hvussu tað øðrum gongur Helena Dam á Neystabø, lands­stýr­is­kvinna í ment­a­ mál­um, hev­ur mann­að fjøl­ miðl­a­komm­is­sjón­ina, sum skal við­gera støð­una í før­ oyska miðl­a­heiminum. Hetta er gjørt í kjalar­ vørr­i­num av pub­lic ser­ vice sátt­mála­num, sum er gjørdur mill­um Ment­a­mála­ ráð­ið og Kring­varpið. Lands­stýr­is­kvinn­an hev­ur havt fund við privatu miðl­ar­nar, og hon ynskir, at kann­að verð­ur, hvørji tiltøk kunnu bøta um støðuna á fjøl­miðl­a­markn­að­i­num, so tryggj­að verður, at vit hava eitt breitt útboð av fjøl­miðl­ a­tæn­ast­um til gagns fyri land og fólk. Fjøl­miðl­a­komm­is­sjón­in skal viðgera spurn­ing­ar sum t. d. um kring­varps­bygn­að­ ur­in skal vera sum hann er, ella eru aðrir møguleikar, skal Kring­varpið t.d. um­ skip­ast til eitt alment part­ a­felag e.l.? Hvussu kann Kring­varp­ið fíggj­ast í fram­ tíð­ini, sam­stund­is sum vit á bestan hátt tryggja, at eitt úrval av privatum fjøl­ miðlum (bløð, portalar og send­i­støðir) kunnu virka og halda ásetingar um góðan fjøl­miðl­a­sið? Hesi man­na­ fjøl­miðl­a­ komm­is­sjón­ina: Mart­in Næs, deildarstjóri, for­mað­ur, Høgni Reistrup, cand. mag., skrivari, Katrin D. Ap­ol, cand. mag, Enna G. Mikk­el­sen, cand. mag., tíð­ ind­a­kvinna, Sigmund Poul­ sen, ad­vo­k­atur, Ina Hyt­tel Hamm­ershaimb, cand. oecon., Alda Joensen, full­ trúi, samskipari. Lands­stýr­is­kvinn­an ynsk­ir at fáa eitt álit við til­mæli um, hvussu víðari skal farast fram, tá ið tað snýr seg um føroyskan fjøl­ miðl­a­pol­i­tikk. Eitt álit, sum kann leggjast fyri pol­it­iska myndugleikan til nærri viðgerðar. Fjøl­miðl­a­komm­ is­sj­ónin skal skipa fyri, at avvarðandi fyr­i­tøk­ur, stovn­ ar og feløg, ið onkursvegna varða av ella arbeiða í miðl­ a­heim­inum, verða hoyrd og fáa møguleikar at føra síni sjón­armið fram fyri fjøl­ miðl­a­komm­is­sjónina. Ætlanin er, at fjøl­miðla­ komm­is­sjón­in skal verða lið­ug við sítt arbeiði á ólav­ søku í 2011. Helena sett fjøl­ miðlakommisjón Sudurlyndi sum aðalmál Seint í gjárkvøldið var stóra mót­a­showið hjá Barbaru í Gong­ini á Copenhagen Fash­ion Week. Barbara hevði ta sein­ astu sýningina á donsku mót­a­vikuni - kanska tí danir vilja goyma tað besta til sein­ast. Í fjør fekk Barbara framúr góð ummæli fyri sína sýning, og vit vildu fegin kunnað sagt tykkum hvørja móttøku sýn­ing­in fekk í ár, men tá blað­ið fór til prentingar, var enn einki at frætta úr danska høv­uðs­ staðnum. Í øllum førum kunnu vit stað­festa, at Barbara var trúgv móti sínum av­ ant­gar­d­e­kenda stíli. Les stóra sam­røðu við Barbaru í Viku­skift­i­num. Hendan myndin er frá sýn­ing­ini í gjárkvøldið. Mynd: copenhagenfashionweek Føroyskt avantgarde Vilja ikki skerja seg sjálvi So leyp Gerhard aftur á listafólkini Oddfríður M. Rasmussen kjak á síðu 19 Blandar fakligheit og politikk Rolf Guttesen kjak á síðu 19