fríggjadagur 4. februar 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 4. februar 2011 · Nr. 15
4
Sosialurin
Áki Bertholdsen
- Gongdin er ræðandi og nú
skal nakað gerast.
Annika Olsen er ikki sørt
skelkað av, hvussu umfatandi
smuglingin av rúsevnum er
til Føroya.
Hon sigur, at fyrr var tað
mest hassj, sum varð smuglað
til Føroya, men eftir teimum
upplýsingum, hon hevur frá
løgregluni, hevur tað vundið
meiri og meiri upp á seg hesi
seinastu árini, at smugla
sterkari rúsevni til landið.
- Løgreglan sær meiri og
meiri til sterk evni sum amfe
tamin, metamfetamin, sum
er upp aftur nógv sterkari,
umframt kokain, ekstasy og
heroin.
Tað, sum ræðir lands
stýriskvinnuna
mest
av
øllum, er, at hon stúrir fyri
at tað er bara toppurin av
ísfjallinum, sum vit síggja.
- Smuglararnir verða al
samt snildari og tí er vandi
fyri at løgreglan bara fær
hendur á einum lítlum brot
parti av tí, sum kemur til
landið.
Sostatt stúrir hon fyri, at
trupulleikin er nógv størri
enn tað, sum kemur fram í
ljósmála.
- Smuglingin av rúsevnum
er farin at líkjast eini van
lukku fyri samfelagið, tí
fólkatalið er so lítið, at tað
skulu ikki stórar nøgdir til
fyri at beina fyri einum heil
um ættarliði av umgdómi,
sigur hon.
Nú ein dagin fingu ting-
limir og landsstýrisfólk høvi
at kjakast um støðuna við
víkandi rúsevnum í Føroyum
eftir at Jenis av Rana hevðu
spurt landsstýriskvinnuna,
hvørji tiltøk, hon ætlar at seta
í verk at forða fyri, at rúsevni
verða smuglað til landið.
Nógv verri umstøður
Tað skilst á henni, at hon
ætlar sær rættiliga í hernað
ímóti smuglingini og í hesum
sambandi arbeiðir hon við
fleiri møguleikum.
- Í veruleikanum eiga vit
at taka øll vápn í nýtslu, sig
ur hon.
Í hesum sambandi leggur
hon stóran dent á at geva
løgregluni nógv betri um
støður at kanna brot á lógina
um rúsevnum.
Hon staðfestir, at á hesum
øki eru vit langt aftanfyri
okkara grannalond.
- Okkara løgregla hevur
nógv verri umstøður at
uppklára brot á lógina um
rúsevni enn løgreglan í okk
ara grannalondum
- Í hesum samandi eru
Føroyar næstan at meta sum
eitt svart hol og her skal
okkurt henda, tí vit skulu
ikki verða eitt smørhol fyri
rúsevnasmugling,
leggur
Annika Olsen dent á.
aki@sosialurin.fo
Løgreglan
skal
sleppa
at lurta
Ein møguleiki, Annika
Olsen arbeiðir við í
royndunum at basa
rúsevnasmuglingini,
er at geva løgregluni
størri heimildir at eyg
leiða fólk og til at lurta
eftir telefonum og far
telefonum.
- Hesar møguleikar
hevur løgreglan ikki í
dag
Jenis av Rana mælir
til, at Annika Olsen
beinleiðis
setir
ein
vanlukkubólk á stovn
við einum umboði úr
hvørjum
politiskum
flokki, ið skal hava til
høvuðsuppgávu
at
berjast ímóti rúsevn
um og at koma við
tilmælum um, hvørji
tiltøk skulu setast í
verk.
Hann mælti eisini
til at útvega fleiri
hassjhundar,
so
at
smuglarar aldrin kundi
føla seg tryggar, tá ið
teir koma til landið.
Floksfelagið hans
ara, Bill Justinussen
bað hana eisini um
hugsa
eina
skipan,
tey
hava
í
øðrum
londum. Og tað er, at
fólk, sum melda rús
evnasmuglarar og selj
arar, fáa peningaliga
virðisløn afturfyri.
Tórbjørn Jacobsen
helt, at vit eiga at seta
eina kanning í verk
fyri at kanna út í æsir,
hvat tað er, sum ger, at
tørvurin at doyva seg
við rúsevnum, alsamt
veksur.
Annika Olsen aftur
vísti ongum av hesum.
- Eg haldi, at vit eiga
at taka øll amboð í
nýtslu, tí í einum lítlum
samfelag, sum okkara,
skal so lítið til, áðrenn
ungdómurin fer fyri
skeyti.
Serliga helt hon, at
uppskotið hjá Tórbjørn
Jacobsen var skilagott,
tí tað kundi givið okk
um eina greiða mynd
av orsøkini til mis
brúkið.
Avleiðingarnar
av
rúsevnamisnýtslu eru
vanlukkuligar,
bæði
fyri einstaklingin, fyri
familjuna og fyri sam
felagið.
Annika í hernað
ímóti smuglarum
RÚSEVNI Annika Olsen ætlar at taka øll vápn í nýtslu at forða fyri, at rúsevni
verða smuglað til Føroyar, tí hon heldur, at støðan er skelkandi
16
ár
Seinastu árini eru
fleiri tiltøk sett í
verk í eini roynd at
basa smuglingini
av rúsevnum. Eitt
nú eru revsingarnar
munandi harðari nú.
Fyrr bar ikki til at
fáa meiri enn 10 ár í
fongsul fyri at bróta
lógina um rúsevni,
nú kann revsingin
verða heilt upp í 16
ár í fongsul.
Annars er løgreglan
við í SSP, sum er
samstarv ímillum
skúla, almanna
verk og løg
regluna og í PSP,
sum er samstarv
ímillum løgreglu,
almannaverk og
heilsuverkið.
Endamálið við hes
um samstarvi er at
fyribyrgja, at ung
koma í óføri av rús
evnum, rúsdrekka og
øðrum ólógligum.
Somuleiðis hevur
Annika Olsen eisini
lagt uppskot fyri
Løgtingið at gera
eina DNA skráseta
føroyingar, sum
verða tiknir fyri
lógarbrot uframt at
løgreglan fær betri
umstøður at rann
saka fólk kropsliga.
Lætt at verja Føroyar
Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, undrast á, at tað
eru so nógv rúsevni í landinum, sum fráboðað er.
Hann heldur nevniliga, at Føroyar átti at verið eitt
lættasta landið í verðini at vart ímóti rúsevnum,
tí møgulekarnir at koma til landið eru so fáir.
- Tað eru bara tveit mátar at fáa rúsevni til
Føroyar og tað er við flogfari og við skipi.
Øll, sum koma við flogfari, skulu ígjøgnum
eina og somu hurð vesturi í Vágum og tey
flestu skipini leggja at á Bursatanga.
Annika Olsen heldur, at vit eru á veg ímóti eini vanlukku og landsstýriskvinnan í
innlendismálum ætlar at seta øll segl at forða fyri, at rúsevni verða smuglað til Føroya
Tilgjørd mynd: Álvur Haraldsen
Vit skulu ikki vera eitt
smørhol fyri smuglarar
Gongdin
er skelk
andi