Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-04, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. februar 2011síða 19

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Fríggjadagur 4. februar 2011 · Nr. 15 Sosialurin Oddfríður Marni Rasmussen Formaður í Listafólkasambandi Føroya Tað er ótrúligt, at ongin í Javnaðarflokkinum talar at. Kanska eru tey troytt av at tala at hesum sokallaða politikaranum, ella tora tey ikki at svara honum aftur, tí kanska fer hann at møta upp á fundum. Óansæð, so er hann valdur á løgting fyri Javnaðarflokkin, og tá ið ongin javnaðarmaður ella kona talar at, so er tað tí, at tey samtykkja. Vit hava eina íløguskipan í Føroyum, sum veitir lista­ fólkum tíð og frið at arbeiða og framleiða sín listaverk. Henda skipan er umleið helmingurin av samlaðu játtanini til Mentanargrunni landsins, og verður hon veitt sum starvslønir til listafólk. Hin helmingurin verður játtaður sum stuðul til mentanalig tiltøk og listaligar verkætlanir av ymiskum slagi. Nevndin í Mentanargrunni landsins metir útfra teimum umsókn­ um, sum koma inn, hvør um­ søkjari eigur at fáa starvs­ løn. Eitt listafólk kann fáa starvsløn frá einum mánaði til trý ár. Mánaðarlønin er hin sama sum hjá lærarum. Tað gleðiliga er hent, at aftur í ár hava listafólk fingið starvslønir. Í ár vóru játtaðar 2,6 milliónir krónur í starvslønum til listafólk. Eg veit ikki hvaðani Gerhard Lognberg hevur fingið talið 3,4 milliónir krónur til starvslønir frá, men hevði Gerhard gjørt sítt arbeiði nóg væl, so visti hann at siga okkum hetta sjálvur. Eg kann siga Gerhardi, at hinar 800.000 krónurnar eru játtaðar til mentanaligar og listaligar verkætlanir og ikki til starvslønir. Við hesum veit Ger­hard nú eitt sindur um Mentanar­ grunn landsins, og hvussu henda íløgan er skipað. Gerhard Lognberg held­ ur, at starvslønirnar til lista­fólk kundu verið betur brúktar onkra aðrastaðni, til dømis í fiskivinnuni, at flyta avvarðandi til Dan­ markar við sínum kæru sjúku ella til trygd á sjónum. Við hesum logikkinum, so kundu tær 27 milliónirnar til ítróttarhøll á Sandi verið settar í fiskivinnuna ella aðrastaðir, har tær høvdu gagnað betur, men sum flest øll vita, so er samfelagið ikki so einfalt bygt upp, at eitt heilt øki skal strikast av fíggjarætlanini, tí at ein politiskur ráksnúningur heldur seg hála nakrar at­ kvøður afturat til sín, við at siga, at onnur høvdu havt meira brúk fyri júst hesum peng­unum. Sjálvandi eiga av­­varðandi at sleppa at fylgja sínum sjúku til Dan­markar, fiskivinnan eigur eisini at kunna virka innan fyri góðar karmar, og sjómenninir eiga at hava eitt trygt arbeiðspláss. Orsøkin til, at vit hava politikarar í Føroyum, er fyri at skapa grundarlag fyri slíkum, ikki við at siga, at nú hava listafólkini fingið sín møgu­ leika í samfelagnum og nú er tíð til, at onkur annar fær ein møguleika. Hetta bíbilskt politiska rákið, har høgra hond ikki veit, hvat vinstra ger, tykist at eyð­ kenna politisku atgerðir­nar hjá Gerhardi Lognberg. Tað er langt úti, at Ger­ hard Lognberg heldur tað, at ein íløga á 3,4 milli­ ón­ir krónur til list og mentan hava skyldina í, at fiskivinnan ikki klárar seg. Heldur hann tað, so hevur hann ikki bara ein politiskan trupulleika, men eisini ein mennsikjaligan og vitbornan trupulleika. Kanska Gerhard Logn­ berg stúrsar við, tí at eg havi nevnt játtanina til Mentanargrunn landsins fyri eina íløgu. Tað er við vilja. Í øðrum londum hava tey roknað út, hvussu nógv eitt samfelag fær burturúr hvørjari krónu, ið verður játtað til list og mentan. Ein játtað króna til list og mentan gevur 10 krónur aftur til samfelagið. Tað vil siga, at tær 3,4 milliónurnar, sum herfyri vórðu latnar listini, fara at geva sam­ felagnum 34 milliónir. Hetta er ikki stuðul, ið verður latin teimum, sum onki framleiða, hetta er ein íløga, har fólk skapa listaverk og skipa fyri mentanartiltøkum, ið gera Føroyar til eitt fjølbroytt og ríkari samfelag, har fólk hava annað at gera, enn bara arbeiða og sova. Sum formaður í Lista­ fólka­sambandi Føroya fari eg ikki at lata hetta fara aftur við borðinum, at ein politik­­ari, ið eigur at standa fyri frælsi, javnaði og brøðra­­lagi skal arbeiða fyri at hála livi­grundar­lagið undan limunum í LISA við teirri grund­geving, at onkur annar kundi brúkt játtan­ina. Verkamaðurin fær ikki eitt betri lív, um tú tekur starvs­ lønarjáttanina frá lista­fólk­ unum, Gerhard Lognberg. So leyp Gerhard aftur á listafólkini Hevur tað nakra meining at gera eitt heimsatlas, sum ikki fylgir tilmælum frá inter­­nati­onalum stovnum og for­­løgum um nakrar felags leið­regl­ur í skriving av landa­­nøvnum og øðum staða­ nøvn­um? – Hevur tað nakra meining at gera eitt heims­ atlas, har øll nøvnini skulu endur­gevast eftir føroy­sk­um ljóðreglum? Árni Dahl, lærari, hevur í miðlunum havt nakrar við­ merkingar til orðaskiftið, sum hevur verið alment um tað komandi atlassið, sum Skúlabókagrunnurin fer at geva út. Eg loyvi mær hervið at svara Árna Dahl (AD). Politiserandi fakligheit? Dahl hevur fingið tað til, at eg vil fremja ”hjálandakend sjónarmið”, sum hann mál­ ber seg. Hann leggur aftrat, at nú ”skulu føroyskir skúla­ næm­ingar tvingast at skoða heimin av Frúu Plássi” (hví hetta pláss millum dóm­kirkj­ una og uni­versitetið í Keyp­ mannahavn skal nevn­ast, for­ standi eg ikki?). Soleiðis havi eg ongantíð sagt ella hugsað, harra Dahl. Árni gerst ekstremur Men ikki nokk við tí, AD gerst rætti­liga ekstremur: ”Og skulu vit nú í øllum læru­­grein­um og á øllum floks­­stigum taka atlit til ríkis­felags­­skapin, tá ið undir­vísingar­miðlar verða fram­leiddir?” (AD hevur skriva orðini við feitum typum). Eg havi hvørki hugs­ að, sagt ella skrivað nakað, ið líkist. Ei­heldur havi eg hoyrt nakran ella sæð nakran annan skrivað nakað, ið bara kemur í námind. Hetta er óstýriligur heilaspuni hjá AD. Sakir blandast saman, og argumentini skinkla AD skrivar at eg havi ”borið meg undan” at týða navna­ tilfarið, tí ”hann vildi tryggja sær, at atlasið skuldi ríkis­ rættarligu støðu okkara.” Her kemur alt í bland hjá Árna, tí hvørki Magnus Tausen vegna Skúlabókagrunnin ella eg hava argumenterað soleiðis. Fyrsta: Skúlabóka­grunn­ urin og eg samráddust um grund­arlag fyri týðing av eingilska partinum av atlassi­ num. Eg legði míni sjónarmið fram (Skjal: Eintýdd og praktisk staða­nøvn, í 11 punkt­ um). Skúlabóka­grunn­urin vildi ikki taka støðu til hetta, men segði at handritið skuldi viðgerast, tá eg hevði latið tað inn. Eingin semja bleiv funnin. Var tað nakar, sum bar seg undan at taka støðu, so var tað Skúlabókagrunnurin. Næsta: Mær varð vístur ein listi, hvussu kortini skuldi skipast (hevði einki við týðingina at gera). Eg segði alt fyri eitt, at tað ikki kundi vera rætt, at Ísland skuldi hava umleið 16 ferðir so nógv pláss sum Danmark. Hetta hevur Magnus Tausen sagt seg vilja hugsa um og broyta. Eg rokni við, at hann eisini setir hetta í verk. Á beinari kós móti kaos AD endar við at endurgeva nakað, sum hann sigur seg hava hoyrt frá einum vin­ manni. Tað, at AD endur­ gevur hetta, og kallar tað ein skilagóðan spurning, man merkja at AD er púra samd­ur í hesum. Um hetta er linjan hjá nationalistiskum purist­ um, so er sanniliga nakað sum skal fáast í rættlag. Citatið hjá AD ljóðar: ”Hvør er grundin til at geva út føroyskt atlas, um nøvnini ikki skulu endurgevast við støði í føroyskum ljóðreglum, men skulu endurgevast, sum tey verða endurgivin í donsk­um atlasum?” Føroy­ skar ljóðreglur í fronskum, týskum og kinesiskum? Tað finnast skilagóð international tilmælir Tað, sum eg og fleiri onn­ur hava víst á, er at Coll­ins for­ lagið (sum Skúla­bóka­grunn­ ur­in brúkar), ST-stovn­ar, sum gera viðmælir til stand­ ardisering av nøvnum, og lærubøkur, mæla til ávísar leið­­­reglur. Og nettup ikki at skriva hvør í sínum lagi, ella eftir ”føroysk­um ljóð­reglum.” Men eingin – heldur ikki eg - hevur ætlað at gjørt tað eftir donskum atlassum, men nett­ upp eftir altjóða (inter­­­­nation­ al­um) gald­andi regl­­­um og til­ mælum. - Kan­ska kundi man steðga, tá fyrsti setn­ingur varð lisin: ”Hvør er grundin til at geva út føroy­skt atlas?” Tá eg síggi abba­børnini handfara teld­­­­una og ganda við google maps og earth, so má eg siga at stórur part­ur av einum slík­ um atlassi longu liggur tøkt í hvørjum húsi, og børnini duga flestøll at brúka hesar hentleikar. Lat realismuna vinna fram, gev purismuni upphøggingarstuðul Regin Eikholm skrivaði nøkur skørp vísdómsorð seinasta fríggjadag í miðlunum: ”Tann hugs­andi føroyingurin hevur tikið realismuna til sín og ynskir at liva í nú’inum – og ikki í einum avsondraðum puristisk­um dreymalandi.” Nú meini eg so, líka sum Regin, at allir føroyingar duga at hugsa, men summir standa fastir í national-romant­isk­ari hugsan og tankagóðsi. Til nakra nyttu? Men júst yvirskriftin hjá AD avmyndar eina politiserandi og nationalistiska tanka­ gongd í staðin fyri faklig­ heit. Yvirskrivftin, ið var ”Heims­ atlas ella Heima­ stýri­s­atlas” roynir at gera gjøldur burturúr tí politiska reali­tetinum, at Føroyar tey seinastu 62 árini hava havt heima­stýri. Hetta ger hann við at blanda fakligheitina (heims­­atlas) saman við stats­ rættarligu støðu Føroya, so­ leið­is sum hon veruliga er og hevur verið leingi, men sum AD helst kanska kundi ynskt sær øðruvísi. Júst hetta er dømi um eitt ”puristiskt dreyma­land” sum ikki kann brúk­ast til nakað. Rolf Guttesen Árni Dahl blandar fakligheit og politikk Sandoyartingmaðurin, Gerhard Lognberg, hevur í seinastuni víst Føroya fólki, hvussu einfaldur politikari, hann er. Flestir føroyingar taka ikki undir við sjónarmiðum hansara. Tað er bara tað, at nógvir føroyskir veljarar, ið hvussu so er einir 600, ið hava valt hann, eru eins einfaldir og Gerhard Lognberg