Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-04, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. februar 2011síða 21

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Fríggjadagur 4. februar 2011 · Nr. 15 Sosialurin Fyri at tryggja okkum ímóti ringast hugsandi av­­leið­ing­ unum av eini møguligari banka­kreppu, samtykti løg­ ting­ið, fyri tveimum árum síð­ani, at seta fyrsta av trim­ um banka­­pakk­um í gildi fyri Føroy­ar. Hetta varð gjørt, fyri at skapa álit á bank­arnar. Banka­­­pakki I skuldi tryggja, at eingin misti inni­­standandi pen­­­ing, um ein banki fór av knóranum. Tað var eitt samt løgting, sum avgjørdi at seta banka­ pakka I í gildi fyri Føroyar. Tó vístu Tjóðv eldi og Mið­ flokk­urin á, at eftir teirra tykki høvdu føroysku bankar­nir ikki so nógv brúk fyri banka­pakkunum, tí teir høvdu ikki sett seg í somu vandar, sum danskir bankar. Flokkarnir søgdu, at hetta fór at hava við sær, at føroysku bankar­nir vórðu noyddir at gjalda inn í eina skipan, sum hevð i til endamáls at bjarga donsk­ um bankum. ”Enn einaferð eru tað tey, ið ikki hava tikið lut í ella fingið vinning av spekulasjón og virðis­flutn­ ingi, ið skulu gjalda fyri, at tey, ið hava fingið vinning, verða bjarg­að”, søgdu flokk­ arnir í álitinum til upp­ skotið. Hetta gjørdist tó ikki veruleikin. Føroysku pen­ inga­stovnarnir vóru als ikki uttan­fyri vandastøðu, og tær útreiðslur, sum bank­arnir hava havt av banka­­­pakk­unum, eru ikki farnar til at bjarga partaeigarunum, tí teir hava allir mist sítt. Men kundarnir hjá Eik hava einki mist. Teir kunnu framvegis fara inn á allar deildir bankans og avgreiða síni bankaørindi. Har møta tey somu starvsfólkunum, sum vóru har áðrenn banka­kreppuna, og allir pengarnir sum tey áttu á bók, eru fram­­vegis har. Kundarnir hava einki mist orsaka av bankakreppuni. Lands­kassin bleiv heldur ikki noyddur at seta pengar í bankan, sum ann­ars kundi verið ein av­leiðing, og bankin bleiv ikki av­ viklaður (tað hevð i verið ein vannlukka). Tilboðið frá donsku stjórn­ini, um at seta banka­ pakkarnar í gildi fyri Føroyar, hevur virkað eftir ætlan. Harumframt hevur gott samskifti millum landsstýrið og donsku stjórnina, verið viðv irkandi til úrslitið. Enn einaferð mugu vit staðfesta, at samstarv er vegurin fram. Høvdu vit harafturímóti yvirtikið fíggjarøkið og fíggjareftirlitið, so sum CHE-samgongan arbeiddi við, so hevð i støðan í dag verið ein heilt onnur. Meðan CHE-samgongan bjóðaði yvirtøkur og ruðu­ leika, so bjóðaði ABC-sam­ gongan fíggjarligt støðu­ festi, og tað kunnu vit øll fegnast um. Góður dagur í ríkisfelags­ skapinum Helgi Abrahamsen løgtingsmaður Ein bankakreppa er ongantíð ein sólskinssøga. Hon setir síni djúpu spor í alt samfelagið, og tí er stóra avbjóðingin at finna loysnir, sum avmarka tapini Jóannes segði í SVF m.a., at hann helt áfram í ABC fyri framhaldandi at forða høgrapolitikkinum hjá AB, sum hann annars higartil ikki í praksis hevur klárað at gjørt AB hevur harafturímóti brúkt C sum legitimatión fyri førda høgrapolitikkinum. Tí teir hava brúkt C og kanska einamest Jóannes sum "praktisk gris" í fremj­ ingunum av niður­skurunum innan almanna-, heilsu- og skúlaverkið, sum annars - saman við verju av arbeiðara- og fiskimannarættindum og korum - upprunaliga vóru hornastreinar og skjaldra­ merki floksins undir yvir­ skriftini: frælsi, javnaður og brøðralag. Arvasilvurið, verður nú bert tikið fram og pussað, til framvísingar upp til val, men síðani eftir valið verður tað væl pakkað inn og læst niður aftur í somu skuffu, sum tað varð tikið upp úr. Í staðin fyri at fyrigykla fólki, at hann er ein forðing fyri høgrapolitikkinum, sum hann als ikki er, heldur tað mót­satta, so áttu hann og C sjálvandi í verki at stríðst fyri einari fremjing av grundhugsjónarmálum floksins. Men forðingina - saman við AB - ber til at loysa, um vilji er til tess. Møguleikin hevur verið har, og møguleikin er har. Tað krevst bara vilji og politisk støðufesti til tess, og so tað - ið kanska er tað ringasta at klára - at seta floksins áhugamál fram um egin áhugamál. Og floksins áhugamál kunnu til eina og hvørja tíð røkjast væl betur saman við DEH enn við AB. Tí í hesum trimum flokkunum er nógv størri samanfall millum tað, ið javnaðarflokkurin eigur at standa fyri og vil fremja, og tað, hesir tríggir eisini vilja fremja. Tí bert við at fremja pro­gressivar hugsjónir í verki, forðar tú teimum reaktionæru. Dagfinnur Danbjørg Nú hómast ein loysn viðv íkjandi røktar­heims­ plássunum í Suðuroynni, meðan tey 6 røktar­ heimsplássini í Eysturoynni verða niðurløgd, ella sagt við øðrum orðum spard burtur. Tá ófráboðaðir fyri­ spurningar vóru í Løgtingi­ num mikudagin, hevð i Hans Pauli Strøm løgtingsmaður ein fyrispurning til løgmann. Hans Pauli veitraði við einum skjali, sum hann segði var ein avtala millum samgonguflokkarnar, at broytingarnar í Suðuroynni skuldu gerast stigvíst og harvið tryggja, at starvsfólk ikki blivu søgd úr starvi. Løgmaður tók samanum og segði, at sjálvsagt skuldu gjørdar avtalur hald­ast. Hervið taki eg sum givið, at trupuleikin við spari­ætlan­ unum á eldraøkinum í Suður­ oy, fáa eina virðiliga loysn. Á nevnda tingfundi spurdi eg Rósu Samuelsen, um hon ikki hevð i givið mær skeivar upplýsingar, tá hon í svari til fyrispurning greiddi frá, at eldratænastan eftir umleggingina í Eysturoynni frá røktarplássum til sam­ býlis­pláss ikki bleiv verri. Verðuleikin er, at hoyring­ skriv til uppsagnir eru sendar starvsfólkunum sum verða rakt, nú tey seks røkt­ ar­pláss­ini í Eysturoynni eftir ætlan verða niðurløgd. Lands­ stýris­kvinnan heldur fast við avgerðina, hóast stýrið fyri Eysturoyar Røktar- og Ellis­ heim saman við øllum borgar­ stjórunum í Eystur­oynni staðiliga hava mót­mælt, tí endaliga úrslitið verður, at 6 færri røktarpláss verða eftir í Eystur­oynni, har fleiri enn 100 fólk standa á bíðilista. Landstýriskvinnan hevur fyrr sagt, at spariætlanin varð send til hoyringar, og tá ongin svaraði gekk hon út frá, at undirtøka var fyri ætlanini. Tí er mín niðurstøða, at Sambandsflokkurin, sum hevur fýra tingfólk ella helm­ ingin av tingmanningini úr Eystur­oynni, Alfred Olsen, Helgi Abrahamsen, Edvá Jacob­sen og Edmund Joen­ sen, stuðla ætlanunum hjá Rósu niðurleggja 6 røktar­ pláss. Sama er galdandi fyri Fólka­ flokkin og Javnaðarflokkin. Verðuleikin er, at hoyr­ ingskriv til uppsagnir eru sendar starvsfólkunum sum verða rakt, nú tey seks røktarplássini í Eysturoynni eftir ætlan verða niðurløgd. Landstýriskvinnan heldur fast við avgerðina, hóast stýrið fyri Eysturoyar Røktar- og Ellisheim saman við øllum borgarstjórunum í Eysturoynni hava mótmælt hesi skilaleysu avgerð. Borgarstjórin í Eystur­ kommunu hevur fráboðað, at teir ikki meta seg at hava umstøður at átaka sær størri útreiðslur til rakstur á eldraøkinum, tí teir eru tann kommunan í landinum, ið fyri hvønn íbúgva, hevur gjørt størstu íløgur til røktar og sambýlispláss. Tí er tað ikki Eysturkommuna sum eigur “Svartaper”. Avgerðarrættin hevur ong­in annar uttan Rósa Samuelsen og ABC-sam­ gong­an. Tí mugu tit eisini vísa ábyrgd og sjálvi taka avleiðingarnar. Rósa Samuelsen givið skeivar upplýsingar? Verða 6 røktarpláss í Eysturoy niðurløgd vegna sparingar, hevur Rósa Samuelsen landstýriskvinna givið løgtinginum skeivar upplýsingar Kári P. Højgaard løgtingsmaður Samgongusamstarv fyri at forða ella fyri at fremja