fríggjadagur 4. februar 2011síða 29
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Fríggjadagur 4. februar 2011 · Nr. 15
Sosialurin
Ítróttur
Hilmar Jan Hansen
Báðir landsliðsvenjararnir, Bill
McLeod Jacobsen og Heðin
Askham, umframt FSF-aðal
skrivarin, Virgar Hvidbro, vóru
til staðar í Nyon í Schweiz,
tá
lutakastið
til
komandi
EM-undankappingina
hjá
U21-landsliðnum var í gjár. Í
undanfarnu kapping fingu
U21-menninir 11 stig, so spenn
ingurin var stórur, hvussu
okkara bólkur hesa ferð fór at
síggja út.
Tá avtornaði, fingu Føroyar
úr teimum báðum niðastu bólk
unum Makedonia og Norður
írland, áðrenn Danmark kom
úr pottinum í næstovasta bólk
inum. Í ovasta bólkinum vóru
lond sum Ongland, Holland,
Italia og Týskland, men tað
endaði við, at Serbia kom í
bólkin hjá Føroyum.
– Alt í alt haldi eg, at tað var
fínasta slag. Makedonia passaði
okkum væl og Norðurírland
somuleiðis, og hetta vóru tvey
av londunum, vit ynsktu okk
um frammanundan. At vit so
fingu Danmark, var fantastiskt,
tí tað fer at geva okkum ein
spennandi útidyst í onkrum
av størru donsku býunum, um
framt at tað verður stuttligt at
spæla ímóti danskarunum í
Føroyum, sigur Bill McLeod
Jacobsen.
– Serbia er hinvegin eitt av
londunum, ið kann verða nokk
so torført at spæla ímóti, men
tað er so frægari enn Rumenia
ella okkurt av hinum lond
unum, vit kundu fingið. Vit
hava so ikki spælt ímóti nøkr
um av hesum londunum fyrr,
sum vit skulu møta hesa ferð,
so tað verður bara spennandi.
Vilja longur upp
Beint eftir lutakastið fóru
samráðingar
í
gongd
um,
hvussu skráin fyri bólkin
skuldi síggja út, og hóast Før
oyar ikki fingu øll síni ynski
uppfylt, er tað kortini á einari
góðari leið. Úrslitið gjørdist ein
heimadystur og fýra útidystir
í ár, men so afturfyri tríggir
heimadystir næsta ár. Og
útidystirnir
ímóti
Norður
írlandi og Serbia eru mestsum
samstundis, sum A-landsliðið
møtir somu tjóðum, so har ber
til at samskipa ferðingina hjá
landsliðunum báðum.
– Vit gleða okkum annars til
at koma í gongd, og fegnast um,
at vit í tveimum kappingum
hava megnað at spælt okkum
10 pláss fram á styrkilistanum.
Vit eru nú nummar 41 av teim
um 53 limalondunum í UEFA,
men ætla okkum víðari, sigur
Bill McLeod Jacobsen.
– Sjálvandi er undanfarna
kapping nógv at liva upp til
hjá okkum, men vit fara at
royna, um vit ikki kunnu vinna
okkum longur upp á styrkilis
tanum. Koma vit upp í næst
niðasta styrkibólkin, kunnu
vit næstu ferð fáa eitt ella tvey
mótstøðulið úr niðasta bólk
inum, og tað er málið, vit ætla
okkum at røkka við hesi kom
andi undankappingini.
Ikki so galið
U21-lutakast
Fótbóltur – Vit fingu tvey av lond
unum, vit ynsktu okkum, umframt
at tað altíð er spennandi at møta
Danmark, sigur annar av U21-
landsliðsvenjarunum, Bill McLeod
Jacobsen, eftir lutakastið í gjár til
komandi EM-undankappingina
VILJA VÍÐARI
Eftir frálíku undankappingina
hjá U21-landsliðnum, ið gav
heili 11 stig, er málið nú at
standa seg so væl í kom
andi EM-undankapping, at
Føroyar kunnu koma ein
bólk upp í styrkismetingini
Mynd: Álvur Haraldsen
2011:
31/05
Føroyar - Norðurírland
10/08
Norðurírland - Føroyar
06/09
Serbia - Føroyar
07/10
Danmark - Føroyar
11/11
Makedonia - Føroyar
2012:
01/06
Føroyar - Makedonia
05/06
Føroyar - Serbia
15/08
Føroyar - Danmark
Hilmar Jan Hansen
Á hvørjum ári eru tríggjar steypa
kappingar
í
amboðsfimleiki,
har kappast verður í einum,
tveimum ella trimum amboðum
hvørja ferð. Um nýggj amboð
koma við, verður sum oftast
kappast fyrstu ferð í teimum í
einari steypakapping.
Kappingin í morgin, sum
verður í Fimi í Havn, er onnur
av trimum, og hon koyrir
líkasum í tveimum, tí gentur
og smádreingir sleppa framat
klokkan 11, men høllin er tøk til
fyrireikandi venjing longu frá
klokkan 9.
Tey eldru, sum eru kvinnur,
menn, kvinnuunglingar, mans
unglingar og dreingir, byrja at
kappast klokkan 15, men sleppa
fram at høllini tveir tímar
áðrenn.
Hjá kvinnum verða amboðini
hesa ferð lop og forskotin barr,
og hjá monnum eru amboðini
gólv, reck og paralell barr.
Tann fyrsta av steypakapp
ingunum var 22. januar, og tann
triðja og seinasta verður 19.
februar.
hilmarjan@sosialurin.fo
Kappast í
amboðsfimleiki
Fimleikur
Í morgin verður
onnur av tilsamans
trimum steypa
kappingum í
amboðsfimleiki
í Fimi í Havn
FIMI Í FIMI
Onnur av trimum steypakappingum í amboðsfimleiki verður í Fimi í morgin
Mynd: Álvur Haraldsen
Hilmar Jan Hansen
Talan er um eina undankapping, har
fýra lið eru í einum bólki og besta
liðið teirra millum kemur víðari til
sjálva EM-undankappingina. Før
oysku kvinnurnar eru í bólki saman
við Armenia, Malta og Georgia, og
kappingin á Malta verður í døg
unum frá 1. til 9. mars.
– Vit hava vant miðvíst síðani
hálvan november. Kvinnurnar hava
verið samlaðar til venjing tríggjar
ferðir um vikuna, og eg haldi, at
formurin er á góðari leið nú, sigur
landsliðsvenjarin, Álvur Hansen,
við FSF-heimasíðuna.
Hann heldur kvinnulandsliðið
hava góðar møguleikar í hesi kapp
ingini: – Eg dugi ikki heilt at siga,
hvørja styrki mótstøðuliðini hava,
men um ein hyggur at úrslitunum
hjá teimum, skuldu vit havt góðar
møguleikar at klárað okkum væl í
kappingini.
Teir 17 spælararnir, Álvur Hansen
hevur tikið út til kappingina,
eru Rannvá B. Andreasen, KÍ,
Mona Breckmann, AB, Fríðrún
Danielsen, Skála, Olga Kristina
Hansen, AB, Sigrid Jacobsen, KÍ,
Rakul M. Johannesen, B36, Sólvá
Joensen, BK Skjold, Bjarta Ó.
Johansen, HB, Malene Josephsen,
KÍ,
Margit
Magnusdóttir,
MB,
Rakul V. Magnussen, Vejle BK, Paula
Mikkelsen, KÍ, Ragna Patawary, KÍ,
Ansy Sevdal, Víkingur, Heidi Sevdal,
Víkingur, Randi S. Wardum, KÍ, og
Anja Weyhe, B36.
hilmarjan@sosialurin.fo
Fótbóltur Um ein lítlan mánað skal kvinnulandsliðið í fótbólti
spæla við í einari undankapping á Malta. Landsliðsvenjarin,
Álvur Hansen, hevur tikið út 17 spælarar til uppgávuna
Kvinnurnar til Malta