Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-04, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. februar 2011síða 44

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 15 · 4. februar 2011 4 VIKUSKIFTI Bjarni Árting Rubeksen er maðurin aftan fyri ein hóp av dokumentar­ sendingum í sjónvarpinum, m.a. sendingarnar um Victoriu Wild, Dennis Agerblad og 1448 um løgreglufólk til arbeiðis. Hansara fremsta mál við sendingunum er at vísa fólki tann óvæntaða veruleikan. Hvat hyggjarin heldur um veruleikan, blandar hann seg ikki uppí, tí hyggjararnir duga best at hugsa sjálvir og gera egnar niðurstøður um tað, teir síggja, heldur hann Hyggjarin dugir sjálvur at hugsa vangamynd Uni Arge ua@sosialurin.fo   Meiningarnar millum fólk vóru ógvu­ liga ymiskar, tá sendingin um føroyska stripparan, Victoriu Wild, hevði verið í sjónvarpinum 20. januar í ár. Var sendingin ov fúl? Var livihátturin hjá Victoriu Wild andstyggiligur? Tørvaði gentuni hjálp, tí hon dansaði fyri skjóti­ glaðum rokkarum, var kynsliga misnýtt og hugsaði um at gera sjálvmorð? Ella var tað kærkomið, at Kringvarp Før­ oya varpaði ljós á eina føroyska gentu í Keyp­mannahavn, sum kendi tað ov trongt í Føroyum, onga nøktandi hjálp tóktist at hava fingið og annars pilk­aði glansin av føroyskum monnum, ið gera, sum teir vilja, á horuhúsum í danska høvuðs­staðnum? Sendingin reisti nógvar spurningar, og tað gjørdi eisini sendingin um sam­ kynda Ova, ið hevði fingið sær navnið Dennis Agerblad. Hann dans­aði saman við sínum vinmonnum í konu­fólka­ klæðum, var giftur við sínum elskaða sjeiki og greiddi frá, at Tóroddur Poulsen hevði sæð hansara listarliga pissiling í Lista­skálanum. Ja, ónda verð, soleiðis hevur skilið verið í Kringvarpinum í sein­astuni. Var Dennis ein fittur mamm­usa drongur, ella tørvaði honum hjálp at ger­ast normalur? Ella var hann bara ok, men øðrvísi? Meiningarnar eru uttan iva ymiskar, og júst soleiðis vildi mað­urin handan sendingarnar, Bjarni Árting Rubeksen, hava tað. – Nógvir mátar eru at gera doku­ mentarsendingar. Fólk eru kanska mest von við at hoyra ein journalist siga søguna við orðum, og so eru sam­ røðubrot inni í frásøgnini, har fólk sita pen og pyntilig og úttala seg. Eg vil koma tættari í mínum frásagnum og vera sum flugan á vegginum við upp­ tøku­tólinum. Hyggjarin skal sjálvur tulka tað, hann sær og hoyrir, og taka støðu til veruleikan, um so veruleikin er bæði ónormalur og løgin. Eg geri altíð upp­tøkurnar við handhildnum kamera. Tá sleppi heilt tætt at fólki og fái sagt søguna so væl sum gjørligt, sigur Bjarni Árting Rubeksen, ið legði sendingarnar um Victoriu Wild og Dennis Agerbald til rættis saman við Elini í Stórustovu.   Broytti stíl á Transit Bjarni Árting Rubeksen er 48 ára gamal og hevur starvast í Kringvarpinum síðan í februar 1985, tá hann byrjaði í út­varpinum. Tann tá einans 23 ára gamli teknikarin fekk seg royndan frá fyrsta degi. Hann varð settur at gera ein út­varpsleik um Oliver Twist saman við Høgna Joensen. Bjarni minnist aftur á uppgávuna við einum longsulsfullum smíli, tí hon var fantastisk, heldur hann. Teir báðir gjørdu 12 partar á ein tíma hvør, og fleiri enn 100 fólk vóru við í leik­inum. Arbeiðið tók eitt hálvt ár. Hetta var hansara kreativi elddópur sum loft­miðlamaður, eitt ódnartak, sum varð væl fagnað millum lurtararnar. Men sjón­varpsmiðilin dró meira enn útvarps­miðilin. – Dreymurin hjá mær var at sleppa at gera sjónvarp, tí eg havi altíð verið hugtikin av myndum. Eftir stutta tíð í útvarpinum fór eg so í sjónvarpið. Tað var 1. oktober í 1986, so nú havi eg skjótt 25 ára starvsdag sum sjón­ varps­maður. Eg eri sjálvlærdur foto­ grafur og klippari. Tann fyrsta sjón­ varps­send­ingin, eg var við at gera, var barna­send­ingin Fram við Gjónni. Hana gjørdu eg og Per Zachariassen saman við Zachariasi Hammer. Í míni tíð í sjón­varp­inum havi eg gjørt fleiri enn 100 sendingar, eitt nú um listafólk, politistar, ølfjepparar, samar, djóra­ læknar, stripparar, samkynd og laksa­ fisk­arar, sigur Bjarni Rubeksen. Kortini var tað ikki í sjónvarpinum, at hann menti sín serliga hátt at filma so livandi, sum hann ger. Í 1994 var hann upp­tøkumaður á donsku ung­dóms­send­ ingini Transit, har Per Zachariassen var framleiðari. Á redaktión­ini vildu tey gera upp við gamlar mátar at arbeiða uppá. Foto­graf­arnir nýttu sjáldan stativ, tí teir vildu heldur hava upptøkutólini í hond­ini ella á økslini. Myndirnar vóru tí ófriðarligar, og klippini vóru ótolin sum ung­dómurin sjálvur. Eftir tíðina á Transit slepti Bjarni stativinum og fór at filma við leysum kamera. Tað gav søgunum, hann vildi siga, ein heilt annan dynamikk. Uppaftur fleiri royndir fekk hann, tá hann sum foto­ grafur arbeiddi saman við donsku skemt­arunum, Timm og Gordon, í 1997 og var við til at filma Den Store Mission hjá TV 2 í 2000. – Den Store Mission var ein stór framleiðsla við eini fíggjarætlan upp á tríggjar milliónir hvørja ferð, og vit gjørdu 10 partar. Eini 80 fólk arbeiddu saman um sendingina. Á Transit vóru vit 15 fólk, sum skuldu levera ein hálvan tíma hvørja viku. Tað var ann­ að lív enn í Føroyum, her vit eru nógv færri at gera sendingarnar, sigur Bjarni Árting Rubeksen.   Øll hava eina meining Dokumentarsendingar eru mangan væl umtóktar, tí tær greiða frá veruleikanum á sera spennandi hátt. Hugtakandi eru sendingar um t.d. vanlukkur, politiskar søgugongdir og fløktar húsagangir, har tann alvitandi frásigarin greiðir frá, hvussu alt fór fram, og at enda tekur saman um orsøkirnar. Ein annar nógv brúktur háttur er so at siga frá einum lítl­um petti av veruleikanum sum eygleiðandi frásigari. Tann eygleiðandi Sjónvarpið og Dimmalætting vóru herfyri og tosaðu við ein føroying, sum er í Afganistan og kanska má drepa fólk. Tá var onki rok. Eru silikon­ boppur vandamiklari enn ein alvápnaður her­maður?