mánadagur 7. februar 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. februar 2011 · Nr. 16
12
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Jónsvein Knudsen er formað
ur í Felagnum Trolskip, og
hann er eisini næstformaður
í Føroya Reiðarafelag.
Hann var fryntligur, men
lítillátin, tá vit hittu hann á
máli í morgun.
- Nei, enn er eingin av
tala komin upp á pláss
millum Felagið Trolskip og
manningarfeløgini.
Tosað
hevur verið millum part
arnar, men vit eru ikki komin
á mál.
Jónsvein Knudsen segði í
morgun, at eingin beinleiðis
fundur er avtalaður, men
kortini væntar hann, at tað
fer ikki at ganga long tíð, til
partrolararnir aftur kunnu
loysa.
- Oljan er hin brenn
andi spurningurin, tí økti
oljuprísirnir tyngja skipa
raksturin so ómetaliga nógv.
Spurdur, nær hann vænt
ar, at ein sáttmáli kemur
upp á pláss, sigur Jónsvein
Knudsen, at tað er trupult at
meta um, men hann ásannar
samstundis, at skipini kunnu
ikki liggja ”forever”, sum
hann tekur til.
- Eg veit einki nýtt í
morgun, men vit vóna sjálv
sagt, at ein loysn eisini fæst
fyri partrolararnar, áðrenn
alt ov long tíð gongur, sigur
Jónsvein Knudsen.
Royna aftur
Sum skilst, verður aftur í
dag roynt at loysa ósemjuna
um sáttmálaviðurskiftini í
trolaraflotanum.
Umframt at Felagið Trol
skip enn ikki er komið til
sættis við manningarfeløgini,
er heldur ikki nýggjur sátt
máli fingin í lag millum
manningarfeløgini og Felagið
Lemmatrolarar, sum eru teir
størru ísfiskatrolararnir.
Nógv hevur verið tosað
saman í vikuskiftinum, og
sum skilst, ætla partarnir
aftur at tosa saman í dag.
Teir, sum eiga lemma
trolararnar, skuldu sessast
við fundarborðið í morgun,
og sum skilst skuldi aftur
fundur verða klokkan 13 í
dag.
Manningarfeløgini hava
sagt seg sinnað at lækka
býtisprosentið í bólkinum
hjá lemmatrolarunum úr 27
niður í 25,5%, men teir, sum
eiga lemmatrolararnir, hildu
hetta ikki vera nøktandi.
Avtalurnar, sum longu
eru komnar upp á pláss, eru
millum manningarfeløg og
teir, sum eiga uppisjóvar
skipini og millum manning
arfeløgini og teir, sum eiga
línuskipini.
vilmund@sosialurin.fo
Trolararnir kunnu
ikki liggja forever
LIGGJA Enn er eingin avtala komin upp á pláss millum Felagið Trolskip, sum umboðar partrolararnar
og manningarfeløgini um nýggjan sáttmála, men Jónsvein Knudsen, formaður í felagnum
hjá partrolarunum heldur, at skipini kunnu ikki liggja ”forever”, sum hann tekur til
Eg veit einki nýtt
í morgun, men vit
vóna sjálvsagt, at ein
loysn eisini fæst fyri
partrolararnar, áðrenn
alt ov long tíð gongur...
JÓNSVEIN KNUDSEN
- Oljan er hin brennandi spurningurin, tí økti oljuprísirnir
tyngja skiparaksturin so ómetaliga nógv, sigur Jónsvein
Knudsen, formaður í Felagnum Trolskipum
Mynd: Vilmund Jacobsen