mánadagur 7. februar 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. februar 2011 · Nr. 16
14
Sosialurin
Smíl tú ert
Ingunn Eiriksdóttir
stjóri í Dátueftirlitinum
Eins og í londunum rundan
um okkum nýta føroysk
børn og ung fleiri tímar í
talgilda heiminum. Hetta
kann vera bæði gott og
minni gott alt eftir, hvat tey
gera, tá tey eru á netinum.
Samstundis
setir
hetta
stór krøv til okkum for
eldur og onnur, sum varða
av okkara ungu, at stuðla
og hjálpa teimum, so tey
kunnu ferðast tryggari á
internetinum.
Vit skulu nú læra børn
og ung góðan fólkaskikk á
netinum. Eins og vit sum
foreldur hava uppalt tey
til at bera seg at í veruliga
lívinum, skulu vit nú upp
ala tey til at taka ímóti
avbjóðingunum í talgilda
heiminum. Tað snýr seg
serliga um hugburð og um
at vera ansin.
Føroysk kanning
Ein kanning, sum Dátueftir
litið gjørdi í fjør av internet
nýsluni
hjá
føroyskum
skúlanæmingum vísir, at
talið av børnum og ungum,
sum nýta sosial netverk á
internetinum, er stórt.
Sambært
kanningini
eru 78% av næmingunum
á internetinum hvønn dag
ella næstan hvønn dag, og
kanningin vísti eisini, at
heili 90% av næmingunum
hava eina vangamynd á
internetinum. Longu tá
næmingarnir ganga í 3.
flokki, eru teir rættiliga
virknir á internetinum, og
sambært kanningini hava
72% av næmingunum í 3.
flokki
eina
vangamynd
á netinum. Hetta gevur
ábendingar um, at væl
yngri børn eisini brúka
netið.
Tað, at talið av børnum
og ungum í Føroyum, sum
hava eina vangamynd á
netinum, er so stórt, og
at tey eru so ung, tá tey
byrja, ger, at tað hevur
stóran týdning, at tey
verða kunnað um, hvørjar
skrivaðar og óskrivaðar
reglur eru galdandi fyri
sosiala lívið á netinum.
Hetta setir krøv til bæði
foreldur og skúlar at læra
tey ungu, hvussu stóran
týdning tað hevur at verja
sínar upplýsingar á netin
um, og hvørjar reglur eru
galdandi fyri handfaring av
upplýsingum og myndum
um onnur.
Happing
Dátueftirlitið er javnan í
sambandi við foreldur, sum
kæra sína neyð, tí børnini
verða útspilt, happað, víst
fram o.s.v. á netinum eins
og skúlar í stóran mun
venda sær til Dátueftirlitið,
tí trupulleikar eru hes
um viðvíkjandi. Trupul
leikarnir, sum skúlarnir
vanliga vísa á, eru bæði
næmingar,
sum
verða
happaðir, í onkrum føri so
illa, at teir vilja ikki í skúla,
men tað kunnu eisini vera
lærarar, sum kenna seg illa
viðfarnar á netinum av
næmingum. Vit síggja fleiri
dømir um lærarar, sum
verða filmaðir, meðan teir
undirvísa, og filmsklipp
ella myndir verða síðani
løgd á YouTube ella
líknandi síður. Ofta kann
filmsklippið hava verið
har leingi, áðrenn lærarin
varnast hetta. Vit kenna
eisini dømir um ”hatisíður”,
sum næmingar hava gjørt
um føroyskar lærarar.
Fleiri skúlar gera eitt
gott arbeiði á hesum øki og
raðfesta fyribyrging á økin
um, eins og fleiri teirra hava
heitt á Dátueftirlitð um at
hava framløgur bæði fyri
næmingum, lærarum og
eisini foreldrum á felags
foreldrafundi.
Hinvegin
eru
eisini
skúlar,
sum
kundu gjørt meira við
at
fyribyrgja
óhepnum
hendingum á hesum øki.
Eins og reglur og manna
gongdir eru fyri ymiskum
øðrum í skúlatíð, metir
Dátueftirlitið, at reglur
og mannagongdir eisini
eiga at vera fyri nýtslu
av fartelefon og inter
neti, og næmingar eiga
at verða kunnaðir um
avleiðingarnar av at bróta
hesar reglur. Hetta eigur
at hava eina fyribyrgjandi
ávirkan í sjálvum sær.
Dagurin í dag Tryggari
Internetdagur,
er
eitt
gylt høvi at taka evnið
upp heima við hús. Lær
børnini um persónsvernd.
Tosa við tey um, at tey
hava ábyrgdina av tí, tey
hava lagt út á internetið,
eins og blaðstjórar hava
ábyrgdina av tí, sum verður
skrivað í bløðunum. Tað
hevur stóran týdning, at
tey hugsa seg væl um,
hvørja ferð tey skriva um
seg sjálvi ella onnur í kjatti,
bloggum, heimasíðum og
øðrum á netinum. Sama er
galdandi fyri myndir. Tað
er altíð ein góður skikkur
at fáa samtykki frá tí, sum
er á myndini, áðrenn hon
verður løgd á netið. Ofta er
hetta eisini eitt lógarkrav.
Dátueftirlitið verður á
Torginum í SMS allan dag
in, og skipað verður fyri
ymiskum tiltøkum. Øll eru
vælkomin.
Minst til:
• At halda loyniorðið loynt
• At logga av, tá tú fert frá telduni og
set ikki telduna til at minnast títt
brúkaranavn og loyniorð
• At verja títt privatlív
• At brúka trygdarásetingarnar, so tú
kanst gera av, hvør sær upplýsingar um
teg
Strika meg
Dátueftirlitið fær javnan áheitanir frá
fólki, sum biðja um hjálp til at fáa myndir,
filmsklipp ella aðrar upplýsingar, sum liggja á
internetinum, strikaðar. Tað snýr seg bæði um
upplýsingar á Facebook, YouTube, datingsíðum
v.m. og talan kann bæði verða um upplýsingar,
sum fólk sjálvi hava lagt út, men sum tey ikki
ynskja skulu vera á netinum nøkur ár seinni,
men tað kann eisini vera talan um upplýsingar,
sum onnur hava lagt út.
Fyrr varð sagt, at tað var nærum ógjørligt at
strika upplýsingar av netinum, tí upplýsingar
spjaðast skjótt við avritan o.t., men tað eru tó
ymisk amboð, sum kunnu nýtast, tá óynsktar
upplýsingar, myndir v.m. skulu strikast av
netinum. Fólk frá Dátueftirlitinum hava fyri
stuttum verið í Noregi fyri at læra at brúka
hesi amboð og Dátueftirlitið kann nú betur
hjálpa fólki, sum vilja hava upplýsingar
strikaðar.
INTERNET Í morgin, 8. februar, verður Tryggari Internetdagur. Dagurin verður
hildin í 65 londum kring heimin, og er hetta aðru ferð, at hann verður hildin
í Føroyum. Endamálið við degnum er á ymiskan hátt at varpa ljós á tryggari
internetnýtslu við serligum denti á internetnýtsluna hjá børnum og ungum.