mánadagur 7. februar 2011síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. februar 2011 · Nr. 16
20
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Eik-ligan kvinnur
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
vunnin sett
tapt sett
munur
Stig
1 Mjølnir
16
13
3
42
13
29
14
2 Fleyr
15
12
3
39
17
22
13
3 SÍ
15
11
4
36
21
15
11
4 ÍF
15
9
6
32
23
9
10
5 TB
15
7
8
26
31
-5
7
6 Ternan
16
5
11
20
37
-17
7
7 KÍF
15
3
12
13
41
-28
3
8 Dráttur
15
1
14
18
43
-25
1
SÍ-ÍF 2-3 (12-25, 22-25, 25-15, 25-19, 12-15)
Fleyr-KÍF 3-0 (25-20, 25-18, 25-22)
TB-Ternan 0-3 (14-25, 20-25, 22-25)
Hilmar Jan Hansen
Hóast KÍF-kvinnurnar royndu, so
fingu tær tó einki gjørt við Fleyr,
ið tók øll trý settini og styrkti sær
um støðuna á næstfremsta plássi
á stigatalvuni. Fleyr líkist meira og
meira einum avbjóðara, ið roknast
kann við, nú kappingin um at koma
í FM-finalurnar harðnar.
Oddaliðið, Mjølnir, hevði frí um
vikuskiftið, men hóast hetta, so
hava tær úr Klaksvík framvegis
spælt ein dyst meira enn Fleyr,
SÍ og ÍF, ið eru hini trý liðini, sum
eru við í sjálvari finalukappingini.
Og av hesum er Fleyr at meta sum
mest ítøkiliga boðið, ið enntá kann
taka fyrstaplássið frá Mjølnir, um
Fleyr vinnur dystin, liðið eigur á.
At fýra lið eru við í kappingini
um tey bæði finaluplássini, gevur
kappingini hjá kvinnunum nakað
eyka, tí enn eru altso nokk so nógvir
dystir eftir, so nógv kann avgerast
og venda allar hugsandi vegir, tá
samanumkemur.
Sum er, mugu Mjølnir og Fleyr
metast sum sterkastu boðini upp
á FM-finalistarnar, tí SÍ-liðið er
viknað og tykist hálvavegna upp
steðgað, og um ÍF sum tað fjórða
veruliga megnar at blanda seg
uppí heilt har frammi, skal nokk so
nógv til, tí ÍF er eitt petti aftan fyri
hini og hevur eisini ringasta sett
munin.
hilmarjan@sosialurin.fo
Fleyr heldur stand
Kvinnuflog
bóltur Kvinnurnar
hjá Fleyr eru nú
av álvara við í
kappingini um at
koma í FM-finaluna
– eitt stig aftan
fyri Mjølnir, tvey
framman fyri SÍ og
trý framman fyri ÍF
Hilmar Jan Hansen
Ternan, sum enn hevur minni
enn eitt ár á baki, flutti upp úr
næstbestu deildini hjá kvinn
um í fjør og roynir seg tí sum
uppflytari í Eik-liguni í ár. Hav
andi tað í huga, hevur Ternan
staðið seg sera væl hetta kapp
ingarárið, og tá toftakvinnur í
gjár vóru í Trongisvági, har tær
spældu ímóti FM-finalistunum
frá í fjør, TB, eydnaðist at vinna
ein greiðan og sannførandi 3-0
sigur.
TB, sum í fjør tapti FM-
finaluna ímóti SÍ, hevur hug at
dragna, tí fleiri av spælarunum,
ið hava avgerandi týdning fyri
liðið, eitt nú Katrin Petersen
og Sólvá Dimon, ikki eru tøkir
í løtuni.
Í dystinum í gjár kom TB
ongantíð í gongd, og tað sást
týðiliga, at trot var á royndu
spælarunum, ið kundu havt
avlastað spælandi venjaran,
Gudrid Nolsøe, ið tað allar
mesta skuldi ígjøgnum. So
góð, sum hon er, kann hon ikki
vinna nakran dyst einsamøll,
og tí fekk TB ongantíð hótt
Ternuna.
Hinvegin vóru gestirnir av
Toftum væl upplagdir og ikki
minst vóru góðu servurnar við
til at leggja trýst á TB, umframt
at tær í Ternuni fingu tað
mesta uppaftur av gólvinum,
ið TB sendi yvirum.
– Vit hava alla tíðina havt
framgongd í spælinum. Fyri
viku síðani spældu vit ein
góðan dyst ímóti Mjølnir, har
vit vunnu eitt sett, og nú gekk
so uppaftur betur ímóti TB. Eg
haldi, at tað byrjar at líkjast
hjá okkum, staðfestir spælandi
venjarin hjá Ternuni, Katrin
Olsen.
Ternan
fyri fimtu
ferð
Kvinnuflogbóltur Flogbólts
kvinnurnar á Toftum gjørdu slætt
borð, tá tær í gjár vitjaði TB í
Trongisvági. Hetta var fimti sigurin
hjá uppflytarunum í Ternuni, sum
nú eru tvey pláss frá botninum –
og hava sama stigatal sum TB
Hilmar Jan Hansen
Fyri nøkrum viku síðani hevði fáur
kallað ein dyst millum SÍ og ÍF
toppdyst, men tað eitur hann nú,
tí SÍ hevur tað mesta av kappingar
árinum verið oddalið, hóast Mjølnir
og Fleyr nú hava yvirhálað, sam
stundis sum ÍF hevur ligið í miðjuni
á stigatalvuni.
Men í síðstuni er ÍF-liðið, ið er
rættiliga væl mannað, ordiliga
komið fyri seg, so tað nú telist
millum tey fremstu liðini. Og eftir
sigurin í spennandi fimmsettar
anum í Sørvági í gjár, er ÍF bara fýra
stig frá einum plássi í FM-finaluni.
Hóast hetta vóru tvey lið, hvørs
formkurvur peikaðu hvør sín veg,
kundi dysturin farið báðar vegir,
tí onkra løtuna var annað við
yvirlutan og onkra aðra hitt. Dyst
urin bylgjaði aftur og fram, men í
avgerandi løtuni var tað ÍF, ið hevði
neyðuga yvirskotið og vann.
Ávaring farin út
Sum tað sá út frá byrjan, kundi
hetta gerast ein einfaldur ÍF-sigur,
tí SÍ var mestsum ikki at síggja á
vøllinum. Sørvágskvinnur fingu
einki blokerað, meðan ÍF hinvegin
fekk vart væl fyri, tær ferðirnar SÍ
royndi at menna seg.
Í øðrum setti kom SÍ meira fyri
seg og spælið gjørdist munandi
javnari, men framvegis hevði ÍF
munin og vann, so støðan nú var
2-0. ÍF var við øðrum orðum bara
eitt sett frá at vinna dystin, men
so hendi tað, sum hendir viðhvørt,
at ÍF í triðja setti fór niður við
nakkanum og fekk einki at bera
til, meðan SÍ arbeiddi fyri sakini.
Fjórða sett sá út til at ganga sama
veg, tí SÍ kom langt framum, men
ímóti endanum kom ÍF aftur fyri
seg, hóast SÍ hevði munin og vann
settið.
Nú skuldi alt avgerast í fimta
settinum. Tað sá út til, at ÍF hevði
tikið tað besta við sær frá endanum
á fjórða setti, og nú stríddust kvinn
urnar úr Fuglafirði eisini nógv
meira fyri sakini. Men kortini hevði
SÍ betru kortini á hondini í eina
løtu og var á odda bæði 9-7 og 11-9,
áðrenn ÍF setti endaspurtin inn og
vann fimta settið 15-12 – og harvið
eisini dystin.
Við sigrinum hevur ÍF sent bæði
Mjølnir og Fleyr eina ávaring um, at
tað nú altso eru fýra lið, ið kappast
um tvey finalupláss, og at ÍF er
minst líka stór hóttan sum nakar
annar. So er bara eftir at síggja,
hvørju tvey av hesum fýra liðunum
eru sterkast, tá avtornar.
hilmarjan@sosialurin.fo
ÍF-kvinnurnar
bjóða av
Kvinnuflogbóltur Dysturin í Sørvági millum SÍ og
ÍF kundi farið báðar vegir, men tá alt skuldi avgerast í
fimta setti, stríddist ÍF betur fyri sakini og vann. Nú er
ÍF av álvara við at koma upp í part heilt har frammi
FLEYR FLÚGVANDI
Kvinnurnar hjá Fleyr vunnu 3-0 á KÍF í gjár, og tær eru
nú ein dyst og tvey stig frá at taka oddasessin
Mynd: Álvur Haraldsen