mánadagur 7. februar 2011síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. februar 2011 · Nr. 16
22
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Fleiri gjørdu bart
Fimleikur Tilsamans 33 konufólk og 24 mannfólk vóru við í steypakappingini í amboðsfimleiki
leygardagin í Fimi, har fleiri fimleikarar vunnu meira enn bara ta einu greinina
Hilmar Jan Hansen
Leygardagin var onnur av trimum
steypakappingum í amboðsfimleiki
í Fimi í Havn. Gentur og smágentur
løgdu til brots longu fyrrapartin,
og seinnapartin stóðu so kvinnur,
menn, kvinnu- og mansunglingar
og dreingir fyri tørni.
Konufólkini kappaðust í lopi
og forskotnari barr, og menninir í
gólvi, reck og paralellari barr.
Hjá kvinnum, har 11 fimleikarar
kappaðust, vunnu Kristina Tofte
gaard og Katrin Wardum úr HF
hvør sína kapping. Kristina vann
í lopi við 14,00 stigum og Katrin í
forskotnari barr við 9,75 stigum, og
tær báðar gjørdust eisini nummar
tvey í greinini, tær ikki vunnu. Í
lopi gjørdist liðfelagi teirra, Eydna
Danielsen, nummar trý, og í for
skotnari barr fekk Anita S. Davidsen
úr Støkk triðja plássið.
Bára Persson úr HF vann hjá
kvinnuunglingum í lopi við 11,30
stigum og gjørdist nummar tvey
í forskotnari barr, har Annika
B. Hansen úr Støkk vann við
8,05 stigum. Í lopi var Eyðvør W.
Samuelsen úr Ljósinum nummar
tvey og Edna Maria Debes úr HF
nummar trý, og á triðja plássi
í forskotnari barr bleiv Bjarta
Jansdóttir úr HF nummar trý.
Kvinnuunglingarnir vóru 12 í tali.
Hjá gentum vóru tilsamans 10
gentur úr HF og Ljósinum, ið kapp
aðust, og vann Bjørt H. Joensen úr
HF báðar greinirnar við ávikavist
22,93 stigum í lopi og 20,10 í for
skotnari barr.
Fleiri gjørdu bart
Allir tríggir íðkararnir hjá monnum
vóru úr Havnar Fimleikafelag, og
her vann Rósing Dam tvær kapp
ingar – á gólvi við 14,30 stigum og
í barr við 12,50 stigum – og gjørdist
nummar tvey í tí triðju. Kappingina
í rekk vann Øssur Debes Eiriksfoss,
sum var nummar tvey í hinum
báðum greinunum, við 2,55 stigum.
Jóni Christiansen var nummar trý
í øllum trimum greinum.
Pætur
Jacobsen
og
Sofus
Andreasen úr HF vóru teir einastu,
sum kappaðist hjá mansunglingum.
Pætur vann á gólvi við 11,10 stigum
og í barr við 2,40 stigum, og í rekk
vann Sofus við 2,95 stigum.
Eisini hjá dreingjum vóru seks
fimleikarar úr HF, og her gjørdi
Bartal Wardum bart, tí hann vann
allar tríggjar greinarnar, eins og
Tór av Skarði bleiv næstfremstur í
teimum øllum.
Hjá smádreingjum vóru 13 fim
leikarar úr HF og Ljósinum við í
kappingini, men teir úr HF struku
avstað við fremstu plássunum í
øllum trimum greinunum. Her
vann Hannes Agnarson í bæði
rekk og barr, og á gólvinum Aron
Jacobsen.
Triðja og síðsta steypakappingin
í amboðsfimleiki verður í Fimi
leygardagin 19. februar, tá konu
fólkini kappast á gólvi og mann
fólkini í ringum, lopi og bein
sveiggi.
hilmarjan@sosialurin.fo
Myndir: Álvur Haraldsen