Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-07, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. februar 2011síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. februar 2011 · Nr. 16 28 Sosialurin Kjak Johan Samuelsen Fyri knøppum 20 árum síðani kom fyrsta føroyska heimsatlassið, og flestu av okkum fegnaðust um hetta frambrotið og nýskapanina, sum tað verunliga var tá – men, tíverri, lýtini vóru eyðsýnd.  Her hevði purist­ iska málfrøðin havt alt ov stórt vald, og heimagjørdar høvuðsleiðreglur, tá landa­ nøvn og onnur staða­nøvn skuldu skrivast, vóru sum harragud veit! Landa­ser­ frøðin í gomlu málnevnd­ini hevði ongan góðan, og tí komu vit øll somul at kenna keði­ligu ramsuna um Kili, Grøn­høvda­oyggjar, Burg­ undar­­hólm, Høvdastaður o.s.fr. Nøvn sum øll bera brá av tí skemti­liga, og sum onk­ur tók til, hevði tú sent eitt bræv út í heim við hesi áskrift, so kom tað ikki fram! Nú kemur so nýtt atlass, og nógv er broytt hesi mongu ár, sum farin eru. Og kan­ska tað sum er mest grund­leggjandi er broytingin í føroyska stavraðnum, nú løg­tingið hevur tikið undir við, at sjálvsøgdu bók­stavir­nir c,q,w,x og z sleppa uppí part aftur, har teir natúrliga hoyra heima. Hetta skuldi verið gleðilig tíðindi hjá almennt fíggjaða Skúlabóka­grunninum, og lætt nógv um arbeiðið við nýggja atlassinum, so vit í fram­tíðini t.d. sleppa frá at uppliva á somu opnu (s. 52- 53) yvir Norður­amerika, at Meksiko(landið) og Meksiko­ býur stavast við k og ongum c, meðan New Mexico (statur í USA) bæði hevur w, x og c, og heilir heimspartar skifta nøvn, sum t.d. Àsia og Avstralia – her er ongin linja at hóma!  Og so forbrongla navn­ið Danmark til Danmørk – hetta er beinleiðis skeivt – tað var ikki fyri ongum, at Danne­virki bleiv bygt á sinni, tað var mark dana móti suðuri! Vit, sum gjøgnum eitt langt lív, hava fingist við undir­vísing, vita av egnum royndum, at tað er so neyð­ ugt, sum ongantíð fyrr, at tilfarið í skúlunum er hósk­andi, dygdargott og viðkomandi hjá næmingum okk­ara, og námsfrøðin ílatin einum búna, sum børn okkara kenna seg aftur í, eisini málsliga. Hetta eru vit øll samd um, og stóra bretska forlagið Collins, við tess undirvísingardeild, er valt út til endamálið, so har er vist alt í lagi. Og í fjør var alment boðað til kunningar­fund og tjak, um hesi viðurskifti, har eisini almenning­urin fekk høvi til at siga sína hugsan um spurningin – tað lá líkasum í luftina, at her fór vend at koma í, at dagsins veruleiki fór at sigra á innistongda national­romantiska snævur­ skygninum, og at ætlani hesa­ferð var at geva út eitt verk, sum málsliga og landa­ frøðiliga fór at vera í sam­ ljóði við veruleikan, vit øll liva í. Men sum frá er liðið, so skilst á ábyrgdarfólki fyri Skúla­bókagrunnin, at sami málsligi grundvøllur, sum nýttur varð í 20 ára gamla atlassinum verður grund­vøllurin, sum byggjast skal á í nýggju útgávuni og sama málfatanin trokar seg fram aftur. Spell at so skal vera. So er líkamikið um Collins forlagið er við ella ikki, navnatilfarið í einum og hvørjum atlassi er ber­andi, so ella so. Skúla­ bóka­grunnurin heitti á Rolf Guttesen, landafrøðing, um at vera sær til hjálpar í hesum stóra og krevjandi arbeiði, og hann játtaði. Og sjálv­andi hevur hann, sum tann skilamaður hann er á økinum, eftirlýst  nakrar høvuðsleiðreglur fyri brúki av landa­nøvnum v.m., men tað vildi ábyrgdarfólks grun­ sins ikki hoyra talan um, sjálvt um hann við fakligum argumentum í samljóði við aðalsjónarmið  United Nations Group of Experts on Geographical Names royndi at verja borg – allastaðni verður rópt uppá serfrøðina í dag, men her fekk Rolf, við mest grundleggjandi kunn­ leika til landafrøðiøkið, kalt og kyniskt at vita, at hansara handrit fór at fáa “rætta” viðgerð á “røttum” staði, og so vildi grunnurin taka endaliga støðu, eisini málsliga! T.v.s.at Rolf kundi risikera, at atlassið kundi innihalda landanøvn, sum eru stavaði soleiðis, sum hann við fakligum argumentum hevur sagt og skrivað, at tey IKKI skulu skrivast. Og tí takkaði hann fyri seg – hesin maðurin sum meiri enn nakar annar, við síni stóru vitan, hevur varpað ljós á henda spurningin, og sum vit hava so nógv at takka fyri, tí hansara sjónarmið, verða uttan iva, tikin til eftirtektar av Vitan (nýggja navn grunsins!!), tá nýggja málnevndin, staðar­ navnanevndin o.o., hava havt handritið til viðgerðar. Skulu Grønhøvdi og Google Earth kappast í fram­ tíðini, so vita vit, hvør liggur eftirá – og stóri taparin verður føroyski skúlaungdómurin! Hvørji verð liva tit í? » - Foreldrini mugu hava ábyrgd­ina av at baka saman við barni­num. Tað kann lands­ kassin ikki at rinda fyri!« Nakað soleiðis segði lands­ stýrismaðurin við heilsu­ málum í Eygsjón fríggjadagin. Slíkar útsagnir benda á, at landsstýrismaðurin als ikki veit, hvønn tørv hesi børnini hava, ella hvat ergoterapi er. Lætt, tá man veit, hvat man skal Til dømis eri eg vís í, at ein ergoterapeutur, sum bakar við einum barni, ikki bara ger tað fyri at fáa eina køku. Tað liggur nógv servitan aftanfyri, um hvørjir vøddar verða nýttir á hvønn hátt, og hvønn týdning tað hevur fyri menningina. Hvussu eltir barnið deiggið, hvussu heldur tað í pískaranum, hvussu skulu heilahálvurnar samarbeiða, tá barnið skal bróta eitt egg, ella hvussu venist fínmotorikkurin av at koyra deiggið í formar? Fyri tey við vanligum førleikum er hetta eingin trupulleiki, og tað er tí lætt at kalla tað fyri bæði tíðar- og pengaspillu. Men fyri hesi børnini er tað eitt tógvið stríð at fáa røttu vøddarnar at gera, sum høvdið vil. Og tað fellur nógv lættari, um tey sleppa at gera okkurt, sum gevur meining ella sum er stuttligt.  At siga, at foreldrini sak­ tans kunnu baka við barni­ num, er sum at siga, at troyggj­ urnar hjá Guðrun&Guðrun eru so ein­fald­ar, at øll saktans kundu havt funnið uppá tær. Tað er lætt og tykist banalt, men ikki fyrr enn eftir at tær hava víst vegin, funnið uppá og sniðgivið. Tá man hevur sæð, hvat man skal, er tað lætt. Men vit for­eldur hava brúk fyri ser­vitan­­ini um, júst hvussu vit skulu baka við barni­n­ um. Onkur má vísa okkum, hvat vit skulu og greiða okk­ um frá enda­­máli­num. Tí enda­­ mál­ið er ikki at fáa eina køku.   Hvat er nyttugt og hvat er stuttligt? Tá vit vóru á altjóða viður­ kenda venjingar­staðn­um, Craighalbert Centre í Skot­ landi við soni­num, Benja­ min, fekk hann ein dagin ein tallerk av kókað­um spagetti og ketsjuppi. So skuldi hann svansa. Talan var ikki um dovnar terapeutar, sum bara vildu stinga eina slangu í penga­­pungin uttan at geva Benja­min nakra venjing, nei, svansið var venjing. Hann var fyndar­glaður, dálkaði seg fyri fyrstu ferð í lívinum og brúkti bæði hendur og armar. Tað var ein sera einføld viðgerð, og sjálvandi kundi eg havt kókað honum pasta at svansað við. Men eg hevði aldrin sjálv hugsað um hetta sum venjing og menning. Ikki fyrr enn eg sá, hvørja ávirkan tað hevði á hann, og fekk at vita júst hvussu tað menti hann, varð tað greitt fyri mær. Benjamin fekk tá bara sondumat og kom tí aldrin sjálvur í samband við vanligan mat, og hendurnar vóru altíð kreptar av spastisiteti. Eg hevði onga vitan um, hvussu tallerkurin av spagetti fekk hann at stríðast fyri at brúka hendurnar. Tað setti bæði heila, nervaboð, rørslur, vilja, sansirnar og kordina­tiónina í gongd. Men tað var »bara« svans. Ergoterapiin hevur verið ein stórur partur av hansara menning, og eg havi støðugt havt tørv á hjálp og vitan um, hvussu eg skal hjálpa honum víðari sum best. Tað er sera ørkymlandi, at hendan hjálp­ in nú er burtur. Endamálið við ergoterapi er at geva barninum før­ leikar, sum tað fær gagn av í gerandis­degnum ella sum eru náttúrligir til aldurin. Tí er eisini týdningarmikið, at børnini fáa venjingina uttan at vita, at tað er venjing. At tey verða hjálpt til at gera okkurt, sum hóskar til aldurin, og at tey fáa avbjóðingar, sum tey halda vera stuttligar ella nyttugar.  So gevist at brúka tað sum eitt negativt argument, at ergoterapeuturin »bara« bakaði við einum barni. Tey, sum siga »bara« í hesum føri, hava týðiliga onga hóming av, hvat tað merkir at hava skerdar førleikar.  Tí tá er einki »bara«. Hvørki at baka - ella at svansa! Hvussu skal eg baka við mínum barni, góði Aksel, og hví? Eydna Skaale