Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-07, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. februar 2011síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. februar 2011 · Nr. 16 30 Sosialurin Nøkur hissini orð um álops­ duoina í Kringvarpinum um útvarpsins “snakk” við sálar­­frøðing, um “Tilveru” , um “Álvaratos”, um klassisku mentanaroddarnar og ein stutt viðmerking um og til gos­fjallið í Thorsgade í Keyp­ mannahavn Seinastu tíðina, nú álopini hava skolað yvir framtøkini og viljastyrkina í býnum, er ikki lítið áhugavert at vera klaksvíkingur, vera fødd­ur, uppvaksin og havt síni virkisár her. Nú at hava lisið lokal­bløðini í høvuðs­ staðn­um, og fylgt Útvarpi og Sjón­varpi Føroya, sum vit um nakrar dagar aftur skulu gjalda skatt til. Sjúkrahúsið ein heiður fyri Føroyar Útvarpið við álposduoini, Katr­ ini Petrersen og Ingrid Bjarna­ stein, fjórðu “stats­makt­ini”, hava tykst mær sam­virkandi við Lands­sjúkra­húsið við einum endamáli, nevniliga at gera roynd at til einkis­­gera týdningin av einum vælvirk­ andi sjúkra­húsi – nevniliga Klaksvíkar Sjúkra­húsi. Hetta eru ikki nýggir tankar. Niðrandi, skeiklandi og onkisigandi framløgurnar í útvarpinum hjá Ellingsgaard um Klaksvík, sekvensirnir langir sum eitt ónt ár, við yvir­ skriftum: “Gamlar mytur um strangt sundurbýti í átrún­ar­ ligar samkomur styggir fólk burtur frá at flyta til Klaks­ víkar, metir sálar­frøð­ingur”. – Kundi hugsa mær, at hesin sálar­frøðingur, hevur eina heldur “breiðari og virðis­ miklari viftu” enn júst hesa yvirskrift. Men hon er óhugna­ liga leiðgevandi. - Gleði meg til hansara framløgu. Mentafólk Fyri kortum sleppur luttakari – Jógvan E. Ósá - í “Tilveru” at siga, uttan rættleiðing, at í Klaksvík var tað so, at: ”um tú ikki var baptist, so slapp tú ikki at arbeiða hjá Kjølbro”, tá ein veit, at flestu av fjølskyldu hansara arbeiddu júst hjá Kjølbro. – Hetta er ósatt, ljótt og søguliga skeivt. Kom í tankar um, tá eg las brævasambandið mill­um klassisku mentanar­mennir­ nar í serflokki, Christian Matras, William Heinesen og Karsten Hoydal, sum kom út í bók, hvussu teir fóru við sokallaðu kapitalistunum í Føroyum. Tað var ikki við mýkindum Kjølbro var við­ farð­in, sum m.a. tók sær av Hoydal eftir krígslok, tí hann onki annað starv hevði at koma heim aftur til. – Tað er alt annað enn vakurt at lesa. Eftirkomarar Hoyrdi, at ein “Álvaratos”-send­ ing, skuldi viðgera Klaks­vík fyri nøkrum døgum síð­ani. Setti mær fyri ikki at lurta, men heldur gita um, hvat hvørji fóru at siga. Tá eg seinni spurdi fólk, sum høvdu lurtað, var tað næstan onki øðrvísið, enn eg hevði roknað við. Send­ ingina “Álvaratos”, skal ein tó ikki taka fyri meiri, enn tað hon er. Rudolf Joensen, Elin Michelsen og Heri Jacobsen. Hevði roknað við, at Heri fór at verða “topp­skorðari” í seriøsiteti, og tað var hann. Rudolfsa meiningar um viðurskiftini, kenni eg, men tørvandi kunn­leikan hjá Elini, har hon lítið og onki annað kennir til Klaksvík enn Suð, 17 Sangarar og okkurt afturat, sigur hon. Tá er ein innvavdur um eyguni. Bæði blindur og dulur um hetta lítla men vakra landið Føroyar. Men verturin flenn­ur sjálvandi bara fjákut eftir hesum. Gosfjallið í Thorsgade Sum rosinan í pylsuendanum kemur Gosfjallið í Thorsgade í Keypmannahavn, sum av og á goysir, í Norðlýsið, og skrivar sera niðrandi í vill­ skapi um Kjølbro. Tað gjørdi hann eisini um Norðoya­ tunnil­in, áðrenn hann kom. Eisini sum hann á sinni greiddi frá, at eg hevði at­ kvøtt í 1972 fyri at taka gomlu Klaksvíkina niður. – Hetta var eisini ósatt! – Bergur, søgan hevur langt síðani prógvað Kjølbro og dugna­ skap hansara, so skift rás! Tá alt hetta er sagt, sjálv­ andi kundi eg hildið fram, so minnir ódámliga herferðin móti heiðursmanninum Kjøl­ bro ikki sørt um, tá fólka­tings­ limurin Farnk Aaen, meiri enn insinueraði A. P. Møller at vera nazist, og á henda hátt legði alla herslu á at dálka hann, sum fekk Mærsk Mc Kinney Møller og onnur til meiri enn at mótmæla. Hetta eru bara fáar við­ merkingar og veruligar stað­­festingar, sum vit hava “hugnað okkum við” seinastu tíð­ina í okkara fjølmiðlum, og sum eg havi troysta mær at vísa á. Nógvar fyritøkur bygdu Klaksvík Lat meg so til seinast bara gera vart við, fyri tað fyrsta var Jógvan Fredrik Kjølbro størsti vinnulívsmaður, sum bæði hevur verið og helst fer at koma í Føroyum og sum ikki bara hevði stóran týdning fyri Klaksvík, men fyri allar Føroyar og har fingu allir klaksvíkingar arbeiði á líkaføti, sjálvandi eftir dugnaskapi. Hetta gjørdi eisini, at har arbeiði var vinnuliga, har flutti fólkið. Føroyingar hava altíð flutt eftir arbeiðinum. Í øðrum lagi hevur Klaksvíkin átt so mangar aðrar stórar vinnu­lívsfyri­ tøkur umframt Kjølbro, sum ídag eitur JFK P/f, sum ofta hava staðið í skugganum, hjá teimum óvitandi sum ongantíð eru mettað av at niðurseta Kjølbro, sum hava skapt livilíkindi bæði í Klaksvík og aðrastaðni í landinum: P/f Joensen & Olsen, P/f Stella, Norðoya Samvinnufelag, Einar Waag, P/f J. J. Jacobsen, P/f J. C. Isaksen, P/f Christian í Grótinum, P/f Dávur úr Gerðum, Símun Dávi Kalsøe, Wilhelmsen-brøðurinr, ættaðir av Syðradali og síðani nógvar aðrar núlivandi og virðismiklar vinnufyritøkur So til allarseinast, tað undrar Sosialin, at Norðlýsið vágar sær at koma út í øll húskini í Føroyum uttan við samtykki frá Sosialinum, fær blaðið at geva ilt av sær. Nei, skammið tykkum! Hesin hugburður og hesi álop móti næststørsta býi og fiskivinnuhøvuðsstaði Føroya ger, at okkara land framvegis ikki kemur longri. Fólkið eigur at standa saman við Klaksvíkini og øðrum eins frammarlaga vinnu­lívsplássum í landi­ num, tey eru tíbetur ikki so fá. Tað vinnur fólkið burtur úr øvundsjúku og smáborgarligum hugsunar­ hátti, so landið ikki fer longri út í álvarsama hóttafallið, enn vit í løtuni eru í. Nú skotriðurnar hava dunað móti Klaksvík Jógvan við Keldu Kjak Hetta hevur verið brúkt í stóra átakinum úr Klaksvík, so lat okkum fylgja tankanum. Tey allar flestu kenna Argja Hospitalið av navni. Hospitalið hevði fleiri hundrað ár á baki. Stutt eftir siðaskiftið um 1550 sæst í dóms­úrskurði, at peningur skal latast Argja Hospitali. Óivað er hospitalið nógv eldri. Katólska kirkjan var kend fyri at hjálpa teimum sjúku og veiku, og Kirkjubøur var eitt av høvuðssetrunum í Norður­ londum tá. Hospi­tal­ið tók sær av fólki úr øll­um Føroyum, ikki bara spitalskum. Argja hospital varð tikið niður, og 1829 varð nýtt sjúkra­ hús – Færø Amts Hospi­tal – bygt norðan fyri Runding við Vestaruvág. Hospitalið varð víðkað við skurð­stovu og »cellu« til sinnis­veik. Húsið varð nýtt sum sjúkra­hús í eina øld. Tað er til enn undir navninum Gamla Hospital. Lat okkum skoyta uppí, at 1908 varð Sanatoriið í Hoy­ dølum bygt. Har vóru tuberkla­ sjúklingar inn­lagdir úr øllum Føroyum til við­­gerðar, og ikki minst so teir ikki smittaðu onnur. Tíbetur varð húsið tikið til aðra nýtslu umleið 1960, tá tuberkla­sjúkan var at kalla bæst. 1898 varð Klaksvíkar Sjúkrahús bygt. 1904 varð Suðuroyar Sjúkra­hús bygt. 1924 var nýtt sjúkrahús bygt úti í Sandagerði. Einir fimm bygningar komu afturat: Barnabarakkin, TB og Skemman eru burtur í dag. Gikt og epidemi eru nú skrivstovur. Barakkin fram við vegn­ um kom, tá tuberkla­kann­ ingarnar vórðu fluttar úr Hoydølum, ein fyribils­loysn, sum nú er hálva øld gomul. Í 1960 árunum var eitt megnararbeiði í gerð. Oman fyri vegin fingu vit Stats­ hospitalið, eitt risaframstig fyri tey sálarsjúku, sum frammanundan vórðu send á sjúkrahús Nykøbing Sjælland. Niðan fyri vegin varð bygt við norðara enda á Dronning Alexandrines Hospital. Stórur bygningur í átta hæddum, so nú var pláss fyri víðkaðum virksemi. Um hetta mundið var tað, at serdeildir stinga seg upp, og roynt var at savna serdeildirnar á størri sjúkrahúsum. Helst hevur hugsan­in verið, at eisini vit skuldu hava eitt megin­­sjúkra­ hús. Navnið varð broytt frá Dronning Alexandrines Hospital til LANDSSJÚKRAHÚSIÐ. Í 1973 varð seinasta hæddin tikin í nýtslu, og eftir fáum árum vóru einir 10 føroyskir serlæknar í starvi. Í 1980 árunum metti danska Heilsustýrið, at Landssjúkrahúsið var nær um á hædd við donsk sentralsjúkrahús. Nýliga er bygt afturat, so tað er munandi arbeiðsligari á ávísum økjum, men tað skal meira til, um vit skulu fylgja við tíðini. Ein ógvuslig hóttan er, at vit eru við at missa støði sum partur av útbúgving av læknum. Fylgja vit ætlanini hjá heilsu­málaráðharranum at spjaða serdeildirnar, fær sjúkrahúsverkið og harvið alt heilsuverkið afturstig. Nú skulu vit hava trý sjúkrahús á trimum matrikl­ um. Hví skal hetta setast so hvast upp nú. Vit eiga at fáa at vita, hvat liggur aftanfyri. Hospitalið í Havn Óli Mikkelsen lækni