mánadagur 7. februar 2011síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. februar 2011 · Nr. 16
34
Sosialurin
Sjúrður Skaale, ting
maður fyri Tjóðveldi,
sigur við Rás2, at hann
saknar ofta mótargu
mentini
í
politiska
kjakinum.
Tað er í sambandi
við uppskotið at skerja
tingmannatalið, sum
fekk lítla undirtøku
í Tinginum í síðstu
viku.
- Tað er soleiðis í pol
itiskum kjaki, at tann,
sum vil broyta okkurt
skal grundgeva væl og
virðiliga fyri, hví tað
er rætt, og hvussu alt
fer at síggja út, verður
uppskotið
samtykt.
Tann, sum vil varðveita
tað, sum er, sleppur
undan at argumentera,
tí tað verður góðtikið,
at støðan er, sum hon
er, sigur Sjúrður Skaale
og sipar til, at eingin
hevur sagt, hví tað er
rætt, at tingmannatalið
er 33.
Áki Bertholdsen
Í Eystur Kommunu hevur
kommunustýrið tikið tað
óvanliga stigið, at hvørja
ferð, tey byggja út, skal eitt
prosent av íløgukostnaðinum
brúkast til list fyri at prýða
um.
Tað
er
eitt
uppskot,
sum er viðgjørt á fundi í
komunustýrinum í Eystur
Kommunu
og
tað
varð
einmælt samtykt.
Hetta er rættiliga óvanligt,
men Jóhan Christiansen,
borgarstjóri, heldur, at tað
er ikki annað enn sjálvsagt,
at tey eisini hugsað um, at
okkurt eisini skal vera fyri
eygað og sinn og sál, tá ið
kommunan ger eina íløgu.
Fyrstu
ferð,
hendan
samtyktin kemur til sín rætt,
er, nú skúlin í Gøtu er bygdur
út og umvældur.
- Í tí sambandi settu
vit okkum í sambandi við
Inger
Smærup
Sørensen,
listfrøðing, sum síðani var
og hugdi at skúlanum og
gav okkum eitt uppskot
um, hvussu skúlin kundi
listprýðast og, hvørt listafólk,
kundi verið hóskandi at heitt
á.
Úrslitið er, at listamaðurin,
Tummas Jákup Thomsen,
sum er gøtumaður, men býr
í Danmark, er í uppskoti til
at prýða skúlan við list fyri
einar 120.000 krónur, men
enn er ongin avgerð tikin.
Nú skal skúlin í Leirvík
somuleiðis byggjast út og
tí sambandinum er eisini
ætlanin at heita á sama
listafrøðing um at geva
kommunustýrinum uppskot
um,
hvussu
hann
kann
prýðast við list.
Men Jóhan Christiansen
sigur, at tað kann eisini
verða talan um at prýða aðra
bygging hjá kommununi við
list eftir sama leisti, eitt nú
bátahyl og annað.
Skulu brúka eitt
prosent til listina
Tann góði leiðarin
Sjúrður
saknar
mótar
gument
25
Er 33
rætta
talið?
Borgarstjórar
hitta Anniku
List Í Eystur Kommunu hevur
kommunustýrið tikið tað óvanliga
stigið, at hvørja ferð tey byggja út,
skal eitt prosent av íløgukostnaði
num brúkast til list fyri at prýða um
Leiðsla Ivast tú í, hvussu tú skalt nýta tína orku í
leiðarastarvinum? Nýggj kanning hevur funnið 10
eginleikar, sum eyðkenna tann góða leiðaran.
Finnur Sivertsen, búskaparfr.
Øll ynskja vit okkum ein
góðan og dugnaligan leið
ara. Men hvat merkir hetta
í
gerandisdegnum?
Og
hvussu kanst tú sjálvur ger
ast tann leiðarin, sum verð
ur ein fyrimynd hjá starvs
fólkunum? Nýggj kanning
hevur funnið 10 eyðkenni
hjá tí góða leiðaranum.
Leiðarin gevur sínum
starvsfólkum nýggjar og
spennandi uppgávur og
mennir tey áhaldandi við
skeiðum og eftirútbúgv
ingum.
Leiðarin lurtar eftir sín
um starvsfólkum og ger
brúk av teirra førleikum,
tá hansara egnu evni ikki
strekkja til. Starvsfólkini
fáa ábyrgd og verða við til
at taka avgerðir, ikki minst
tá um nýhugsan ræður.
Tiltøk verða sett í verk til
tess at betra um trivnaðin
og at royna nýggjar arbeiðs
hættir. Keðiligir fundir fáa
nýggj heiti, sum t. d. eitt
kaffikjak, har øll fegin vilja
luttaka.
Leiðarin heldur vakið
eygað við tí einstaka starvs
fólkinum og evnar at síggja,
hvussu ymisk tey eru fyri,
fakliga eins væl og menn
iskjaliga. Teimum sum ikki
trívast, bjóðar hann nýggjar
avbjóðingar og førleikar, so
tey kunnu fáa ein arbeiðs
dag, ið gevur innihald.
Leiðarin er slóðarin, ið
gongur undan, og ongin í
fyritøkuni má ivast í, hvaðar
leiðin ber. Broytir leiðarin
kós
ella
mannagongdir,
mugu
hesar
broytingar
verða samskiftar so væl út
í hvønn krók í fyritøkuni, at
ongin ivast í nýggju settu
kósini.
Leiðarin gongur á odda
á øllum hermótum. Hann
veit nágreiniliga, hvat hann
vil og torir at taka avgerðir
og at skera ígjøgnum. Hann
nær tey mál, hann hevur
sett sær.
Leiðarin
megnar
at
skapa ídni og áhuga um ar
beiðsuppgávurnar og eggjar
sínum starvsfólkum at gera
sítt besta og at hugsa ný
skapandi.
Leiðarin bjóðar starvs
fólkunum at koma við upp
skotum til nýggjar hættir at
loysa uppgávurnar. Hann
er opin fyri broytingum og
nýggjum hugskotum.
Leiðarin megnar at um
seta avgerðir á stjórnar
skrivstovuni til eitt mál, ið
øll starvsfólkini skilja.
Leiðarin í tí almenna sær
borgarar sum viðskiftafólk,
hvørs ynski og tørvir standa
oman fyri alt annað. Hetta
smittar av upp á almennu
starvsfólkini, sum fáa eina
jaliga tilgongd til borgarar
nar.
Business-line, www.bl.fo
– Gleðist um, at bretar á ferðavinnustevnuni Destina
tions í London sýndu stóran áhuga fyri at ferðast til
Føroya. Á Midatlantic stevnini í Reykjavík fríggjadagin
var túrurin komin til amerikanskar túroperatørar -
havi ongantíð upplivað so stóran áhuga millum
teirra fyrr. Stórt spell, at almennu Føroyar mest
sum hava niðurlagt Feðraráðsfunktiónina,
og annars halda fram at vaksa um
avgjøldini á ferðing til og frá Føroyum.
Soleiðis skrivar Magni Arge á Facebook
Í
morgin
skipar
Føroya
Kommunufelag fyri fundi
at umrøða ætlaðu broyting
arnar í kommunubygnaði
num, har Annika Olsen ætlar,
at vit skulu hava níggju
kommunur. Fundurin verður
á Hotel Hafnia klokkan 10 til
12.
Steven Gerrard er dømi
um eina góða fyrimynd
Tummas Jákup Thomsen,
listamaður, fær kanska
heiðurin at prýða Gøtu
Skúla við list. Myndin
er av vangamynd
hansara á Facebook