Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. februar 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. februar 2011 · Nr. 17 4 Sosialurin Leo Poulsen Borgarstjórarnir í kommunu­ num undir Føroya Komm­ unufelag vóru í morgun møtt­ir á fundi, sum felagið hevði skipað fyri við lands­ stýriskvinnuni í kommunu­ málum, Anniku Olsen. Landsstýriskvinnan var biðin um at koma á fundi at greiða gjøllari frá upp­leggi­ num hjá landsstýrinum av einum kommunureformi, sum hevur verið á veg í longri tíð. Asbjørn Djurhuus, sum er formaður fyri Føroya Komm­ unufelag, var væl nøgdur við fundin. – Hon greiddi nærri frá ætlanunum, sum hon hevur um ein kommunureform, men um eg lærdi so nógv nýtt, veit eg ikki. Tað er í hvussu er vert at leggja til merkis, at hon hevði ikki læst seg fasta í nakran endaligan leist, og fegin lurtaði eftir ráðum, sigur Asbjørn Djurhuus. Hann sigur, at lands­ stýriskvinnan vísti á andan í upp­legginum og at tað skuldi verða so fólksligt um gjørligt. – Hvat tað so meinast við. Eg veit ikki, um tað er sum tá Ábraham og Lot býttu sundur á sinni: Fer tú til høgru, fari eg til vinstru, sigur Asbjørn Djurhuus skemtandi. Eisini ein fólkaatkvøða varð nevnd. – Men tað er av sera stór­ um týdningi, at hevur tú eina fólkaatkvøðu, so má tað vera púra greitt, hvat tað er tú atkvøður fyri. Alt má liggja við, sum ætlanin er at leggja út á kommunurnar, og í hes­ ari forsamlingini verður mett, at best er um landið sjálvt stendur fyri fólka­at­­kvøð­uni, sigur Asbjørn Djurhuus. Eingin semja Limirnir í Føroya Kommunu­ felag spenna ógvuliga vítt. – Vit hava kommunur í felagnum sum hava heilt niður undir 50 íbúgvar, upp til kommunur við 3.000 íbúgvum, so líka so vítt íbúgvaratalið spennir líka ymiskar eru meiningarnar um kommunusamanlegging, sigur Asbjørn Djurhuus. Hann sigur, at komm­un­ urnar hava fingið sær fyri­ siting út frá teirri fyritreyt, at økir skuldu leggjast út á kommunurnar. – Skúlin skuldi jú leggjast út á kommunurnar fyri tveim­­ um árum síðani, uttan at nak­ að er hent. Nú verður tos­­­að um 2013, men eftir øll­um at døma er ikki semja um tað held­­ur, sigur Asbjørn Djurhuus. Eisini á øðrum økjum draga áhugamálini í hvør sína ætt. – Summar kommunur eru meira skuldartyngdar enn aðrar, og summar kommunur eru ikki komnar so langt í útbyggingini sum aðrar, til dømis tá um kloakk­ skipanina viðvíkur, sigur Asbjørn Djurhuus. Hann sigur, at summar komm­unur eru í bíðistøðu, meðan aðrar halda, at tað er bara at binda um posan og leggja kommunurnar saman við lóg. – Eg havi altíð verið av teirri áskoðan, at komm­ unurnar hava altíð megnað tað, ið er lagt á tær, og tað rokni eg við, at tær fara at gera hesaferð eisini, sigur Asbjørn Djurhuus, formaður í Føroya Kommunufelag. KOMMUNUREFORMUR Asbjørn Djurhuus, formaður í Føroya Kommunufelag, sigur, at uttan mun til hvat endaliga úrslitið av kommunureforminum veðrur, so fara kommunurnar at klára seg Leo Poulsen – Tað var ein fínur fundur, haldi eg. Sjálvandi høvdu kommunustýrislimirnir nógvar spurningar, og eg haldi, at tey fingu eitt nøkur­lunda nøktandi svar upp á teir spurningarnar, sigur Annika Olsen. Landsstýriskvinnan sigur, at fyri hana er tað mest týdningarmikla, at limirnir í Føroya Komm­ unufelag fáa høvi at siga sína hugsan nú. – Tað er av týdningi, tí so fáa tey eisini møgu­ leikan at ávirka málið, og fáa ført fram síni ynskir, og eg vóni veruliga, at hetta fer at røkka á mál, sigur Annika Olsen. Tað er ein fylgibólkur, sum hevur arbeitt við sjálv­ari tilgongdni til komm­unu­sam­an­legging­ ina, og tað var hetta, ið var evnið á fundinum. – Tað var ikki so nógv eldra­økið og skúlaøkið, sum var frammi, og tí vóru held­ ur ikki lands­stýris­kvinn­ urnar í almanna­mál­um og menta­mál­um við á fundi­ num. Men sjálv­andi vóru borgar­­stjór­­ar­nir áhug­aðir í at fáa meira at vita um inni­haldið í ætlan­un­um um at leggja eldra­økið út á komm­unurnar 1. jan­uar 2013, sigur Annika Olsen. Landsstýriskvinnan sig­ur, at hetta við eldra­ øki­num fara tey at venda aftur til. – Hetta fyrsta stigið í sam­­skiftinum við komm­ unu­feløgini er um, hvussu vit fáa skipa kommun­ur­ nar í størri eindir og ta fólks­ligu tilgongdina til saman­leggingarnar, sigur Annika Olsen. Eingin ivi vera Tað er eingin loyna, at tað finn­ast kommunur, sum hvørki so ella so vilja leggja saman, men tað kemur ikki óvart á landsstýris­ kvinnuna. – Eg hugsi, at tað er líka stór ósemja millum komm­unustýrislimir sum tað er millum tingfólk, tá tað snýr seg um at leggja kommunur saman sjálvboðið ella við lóg, sigur Annika Olsen. Hon vónar kortini, at tað fer at bera til at finna semju, so tey í felag kunnu lyfta hesa uppgávuna. – Tí tað, sum eisini er umráðandi í hesum málinum er, at kommunu­ stýr­ini eisini síggja ein fyri­mun í hesum og vilja arbeiða fram í móti teimum loysnum, sum vit í Løgtingi­num samtykkja. Tí er tað av týdningi, at vit finna fram til eina semju á kommunala økinum, sigur Annika Olsen. Hon væntar tó, at tað verður trupult. – Tað eru so ótrúliga nógvar meiningar um, hvussu hetta skal skipast, sigur Annika Olsen. Hon sigur, at tað var trupult at lodda dýpið eftir at fundurin var lokin. – Tað er ilt at siga. Sjálv­ andi eru borgarstjórarnir í iva, men tað skulu teir helst ikki vera, tá vit koma fram til eina niðurstøðu. Tá broyt­­ing­ar skulu henda á komm­unala økinum er tað av stór­um týdningi, at komm­unu­­stýris­limir vita heilt nágreiniliga, hvat enda­mál­ið er við tí, sum verður sett í verk, sigur Annika Olsen. Hon heldur lítið enda­ mál vera við at leggja komm­unur saman við lóg uttan at annað hendir. – Soleiðis, sum komm­ un­urnar eisini hava ført fram á fundinum, er tað um­ráðandi, at tær fáa økir at fyrisita, har kommunurnar veruliga fáa innihald, og tað er av stórum týdningi, eisini at taka hædd fyri tí, sigur Annika Olsen. Neyðugt at kommunurnar eru við KOMMUNUREFORMUR Annika Olsen, landsstýriskvinna við komm­­unu­­­mál­um, er væl nøgdi við fund­in við Føroya Komm­unu­­felag. Hon sigur, at komm­unur­nar í dag eru í iva, men tað er av stórum týdn­ingi, at tær ikki eru tað, tá niður­støður­­nar verða gjørdar Asbjørn Djurhuus, formaður í Føroya Kommunufelag, var væl nøgdur við fundin við Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í kommunumálum Álvur Haraldsen Annika ikki læst seg fasta í endaligan leist