mikudagur 9. februar 2011síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. februar 2011 · Nr. 17
20
Sosialurin
Oyggjablaðið
Orð: Snorri Brend
Mynd: Jens Kristian Vang
Havn: Hóast arbeiðsfólk hjá stóru
byggifyritøkuni hava gjørt arbeiðir
kring alt landið, hevur skrivstovan
altíð verið í Havn. Fyrstu árini á
ovastu hædd í Perluni niðri í Vágs
botni, síðani á Hoyvíksvegi og nú á
Smyrilsvegi.
Skrivstovan sjálv sær ikki út av
so nógvum. Visti onkur ikki betri,
kundi viðkomandi eins væl hildið,
at her var talan um eini sethús her
á Smyrilsvegi 3.
Umgyrt av handilsbygningum
hevur fyritøkan Guttesen & Staks
berg, sum byrjaði virksemið sítt í
1970, høvuðssætið sítt.
Tá fyritøkan stovnaði eitt dóttur
felag sum bygdi ein virkisbygning,
var talan um eitt nýbrot, bæði so
og so. Ætlanin var í fyrsta umfari at
fara undir nýggja framleiðslu, men
meiri enn tað.
Fyritøkuni tørvaðist góð og stór
høli, har hetta endamálið kundi
verða framt í verki. Og soleiðis
endaði við - ella byrjaði tað við - at
virkisbygningurin á Smyrilsvegi
1 varð bygdur. Sum tann fyrsti í
økinum.
Vesturbú
Fyri góðum 30 árum síðani var
hetta økið munandi berari enn
nú. Tað var ikki nógv sum sást til
virksemið, sum er har í dag.
Tað vóru kortini tær fyritøkurnar
sum høvdu sett økið á Hálsi sum ein
part av framtíðarætlanum teirra.
Millum hesar var fyritøkan sum í
dag kallast Guttesen & Staksberg.
Ætlanin teirra var at bróta upp
úr nýggjum, við at fara undir fram
leiðslu av føroyskum sniðhúsum.
Teir stovnaðu fyritøkuna Vesturbú,
hvørs navn segði frá bæði endamáli
og staðseting.
- Meiningin var nevniliga, at
vit skuldu byggja eitt verkstað í
Sandavági, har vit skuldu byggja
hesi húsini, greiðir Hans Jákup
Staksberg frá.
- Men henda ætlanin varð kortini
ongatíð framd í verki.
Tað var kanska meiri av tilvild,
at teir ístaðin avgjørdu at byggja
eitt framleiðsluvirki í Havn.
Lýsing
Ein dagin í seinnu helvt av 70’unum
komu teir fram á eina lýsing í
Dimmalætting, har eitt grundøki
á vegamótinum Tjaldursvegur og
Hoyvíksvegur var til sølu.
- Hetta økið vakti beinanvegin
okkara áhuga. Og eg fór tí oman í
býráðið at tosa nærri við teir um
hetta økið. Vit fóru ikki at keypa
tað í óðum verkum, greiðir Hans
Jákup frá.
Ynskið teirra var at vita, um
hetta
einstaka
grundøkið
og
ætlan teirra við tí, var í tráð við
framtíðarætlanirnar hjá kommun
uni við økinum sum tá var útlagt
sum atvinnuøki.
Nakað seinni var ætlanin í
Sandavági slept, samstundis sum
teir gjørdu eitt makaskifti við
kommununa um eitt størri øki.
Og soleiðis var grundarlagið lagt
undir virksemið í tí sum gjørdist
dótturfelag teirra, - Byggimiðstøðin
á Hálsi.
- Her fingu vit eisini sera góðar
umstøður til at framleiða tey
føroysku sniðhúsini, samstundis
sum vit høvdu entreprenør-arbeiðir
ymsastaðni, vísir Hans Jákup á.
Um hetta mundið var Smyrils
vegurin ikki til, men tá virksemið
kom í gongd, varð vegurin gjørd
ur, og Byggimiðstøðin fekk húsa
nummar 1 á vegnum.
80 fólk
Tað sum ger hesa søguna áhuga
verda er, at um hetta mundið var
einki bygt her á Hálsi.
Teir hjá Guttesen & Staksberg
átóku sær at gera Hoyvíksvegin
longur niðan, framvið barnaheim
inum hjá Torkil Johannesen, sum
verður umrøddur í aðrari grein í
blaðnum.
Tað var eisini júst hetta við
entreprenør-arbeiðinum sum so
líðandi kom at taka yvir virksemið
hjá teimum. Og í 1984 varð tann
stóri bygningurin seldur, og kom
seinni at húsa ymiskum grunnum
og seinni eisini Rúsdrekkasølu
Landsins.
Áðrenn flutt var út í 1985, høvdu
teir latið umsitingarbygningin á
Smyrilsvegi 3 byggja, og í dag er
hann karmur um virksemið hjá
Guttesen & Staksberg.
- Ja, nógv er broytt hesi árini,
sigur Hans Jákup. - Vit kundu
hava upp í 80 fólk til arbeiðis um
summarið og eini 60 um veturin,
umframt tey sum starvaðust hjá
dótturfelagnum, tá mest var at
gera.
- Í dag eru vit vanliga eini 20 fólk
í fyritøkuni. Og nú er ein stórur
partur av okkara arbeiði at byggja
og selja íbúðir og raðhús. Nei, tað er
ikki tað sama.
ELSTUR Á HÁLSI Tað eru mong, ið kennast
við fyritøkuna Guttesen & Staksberg, sum
hevur luttikið í mongum ymiskum arbeiðum
kring landið tey seinastu nógvu árini. Talan
er bæði um størri og smærri verkætlanir. -
Vit hava altíð roynt at laga okkara virksemi
til tørvin. Tí hava vit yvirlivað líka til dagin
í dag, sigur Hans Jákup Staksberg, stjóri.
Gamal og
royndur
á økinum
Hetta økið vakti beinan
vegin okkara áhuga. Og eg fór
tí oman í býráðið at tosa nærri
við teir um hetta økið. Vit
fóru ikki at keypa tað í óðum
verkum
Vit hava
altíð roynt at
laga okkara
virksemi til
tørvin. Tí hava
vit yvirlivað
líka til dagin í
dag
GAMAL Í GARÐI
- Vit fingu eitt gott øki heruppi, og keyptu
tað, sigur Hans Jákup Staksberg, stjóri.