mikudagur 9. februar 2011síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. februar 2011 · Nr. 17
34
Sosialurin
Ítróttur
Hilmar Jan Hansen
Steypafinalan
hjá
kvinnunum
hesa ferð verður millum Stjørnuna
og Tjaldur, og hana eru Karstin og
Kristian Joensen settir at døma.
Hetta er ein endurtøka av finaluni
fyri tveimum árum síðani, tá
Stjørnan vann á Tjaldri við tveim
um málum, 25-23.
Annars er talan um tvey ymisk
mótstøðulið, um hugt verður at
steypahagtølunum síðani 1987, tí
meðan Tjaldur bara fyri aðru ferð
er í finaluni, er hetta tann tólvta hjá
Stjørnuni – og tann áttanda á rað.
Stjørnan hevur somuleiðis vunnið
steypafinaluna síðstu fýra árini,
so klaksvíkskvinnur mugu helst
liva við, at tær hava leiklutin sum
favorittar leygardagin.
Gjøgnum árini er Neistin annars
mest vinnandi steypaliðið hjá
kvinnum, tí Neistin hevur vunnið
steypafinaluna 11 ferðir. Stjørnan
kemur so við sínum seks sigrum
framman fyri VÍF við trimum, VB
við tveimum og Skála og Kyndil, ið
hava vunnið hvør sína ferð.
Ólíkar royndir
Hjá monnunum er steypafinalan
hesa ferð millum Neistan og KÍF, og
her verður tað altjóða dómaraparið,
Andreas F. Hansen og Eyðun
Samuelsen, ið skal døma. KÍF hevur
bara eina ferð verið í finaluni afturi
í 1986, tá tað gjørdist ein tepur 23-24
ósigur fyri Kyndli, meðan Neistin
hevur munandi størri royndir.
Síðani fyrstu steypafinaluna
hjá monnum í 1985, hevur Neistin
verið við í teimum níggju, so hetta
er tíggjunda finalan hjá teimum
bláu, ið millum annað hava verið í
tveimum teimum síðstu, ið báðar
eru endaðar við sigri á grannunum
úr Kyndli. So eisini í mansfinaluni er
talan um tvey lið, ið hava rættiliga
ólíkar royndir í steypakappingini.
Stóri gullslúkurin í steypafinal
unum hjá monnum, hevur verið
Kyndil, ið hevur vunnið níggju
ferðir. So koma VÍF og StÍF við seks
sigrum, og Neistin hevur vunnið
fýra ferðir og H71 eina ferð.
hilmarjan@sosialurin.fo
Roynd og
óroynd steypalið
Hondbóltur
Stjørnan og Neistin
hava ofta verið í
steypafinalunum hjá
ávikavist kvinnum
og monnum, meðan
hetta bara er aðru
ferð, at kvinnurnar
hjá Tjaldri og
menninir hjá KÍF
eru í finaluni
ÓLÍKAR ROYNDIR
Í steypafinalunum hjá kvinnum og monnum er talan um lið við
ólíkum royndum, ið møtast. Stjørnan (myndin) og Neistin hava
nógv oftari verið í steypafinaluni enn ávikavist Tjaldur og KÍF
Mynd: Álvur Haraldsen
Hilmar Jan Hansen
Eru steypafinalurnar hjá teimum
vaksnu leygardagin nakað, ið savnar
fólk, so standa tær hjá teimum
yngru sunnudagin einki aftanfyri.
Í fjør vísti tað seg enntá, at tann
fyrsta steypafinalan sunnudagin,
sum var hjá gentum 10 ár, hevði
fleiri áskoðarar enn kvinnufinalan
dagin fyri!
Børnini eru sera spent til
sunnudagin, tá tey ikki bara
sleppa at spæla ein avgerandi dyst
framman fyri nógvum áskoðarum,
men eisini sleppa at spæla á altjóða
hondbóltsgólvinum, sum verður
liggjandi frá finalunum dagin fyri,
so karmarnir eru teir bestu um
barnafinalurnar eisini.
Finalurnar hjá teimum yngru
eru 10 í tali, og tey feløgini, ið ganga
oftast aftur, eru tey bæði stóru
høvuðsstaðarfeløgini, Kyndil og
Neistin, sum eiga seks lið hvørt,
umframt at H71 hevur tvey lið í
finalunum. VÍF og Tjaldur hava
eisini tvey lið í part, og so hava
Stjørnan og KÍF hvør sítt.
Dystirnir, ið gjørdu av, hvørji lið
skuldu koma í steypafinalurnar,
vóru leygardagin, tá liðini kundu
spæla seg heilt fram í hálvfinalurnar.
Vinnararnir
har
komu
so
í
steypafinalurnar, sum verða nú
sunnudagin, meðan tapandi liðini í
hálvfinalunum spældu bronsudyst
beinanvegin, so tey triðbestu liðini
í hvørjum bólki longu tá fingu síni
bronsuheiðursmerki.
Nú er so bara eftir at fáa upp
á pláss, hvørji lið skulu hava gull-
og silvurheiðursmerki, og óivað
fer høllin á Hálsi at kóka hesar
tímarnar seinnapartin sunnudagin,
tá foreldur, systkin, ommur, abbar
og onnur fara at seta sín dám á tær
10 finalurnar.
Hondbóltur Havnin eigur ikki færri enn 14 av
20 liðum í steypafinalunum hjá teimum yngru,
sum verða spældar á Hálsi sunnudagin
Stóri steypadagurin
Hilmar Jan Hansen
Kappingarnevndin hevði fund
seinnapartin í gjár, har kær
an hjá Tjaldri um dystin ímóti
VB leygardagin varð viðgjørd.
Niðurstøðan var, at kappingar
nevndin vísir kæruni frá sær.
Millum annað vísir kapp
ingarnevndin á, at videoupp
tøkur ikki kunnu takast við í
mótmælisviðgerðum, umframt
at tað heldur ikki ber til at kæra
metingar
hjá
dómarunum
undir dysti.
Eisini
vísir
kappingar
nevndin á, at dysturin millum
mansliðini hjá VÍF og Neist
anum, sum Tjaldur vísti til í
kæruni, ikki kann brúkast, tí
í tí førinum var talan um brot
á reglurnar, men at so er ikki í
hesum førinum.
– Vit kæra málið víðari og
senda longu í dag kappingar
nevndini eitt svarskriv, har vit
vísa á, at vit avgjørt halda, at
tað, vit frammanundan hava
kært, er brot á reglurnar, sigur
næstformaðurin í Tjaldri, Niels
Peter Bech.
– Vit meta, at dómararnir
gjørdu brot á spælireglurnir í
tveimum førum. Í fyrsta lagi,
tá teir ikki syrgdu fyri, at VB
tók fríkastið á tí staðnum, har
dómurin fall, og í øðrum lagi, at
teir ikki vístu VB-spælarunum
út um tríggjar metrar, tá frí
kastið skuldi takast.
Tjaldur vísir í sínum svar
skrivi á, at av tí at kæran so
leiðis fevnir um brot á spæli
reglurnar, eigur hon ikki at
verða viðgjørd afturvíst, men
viðgjørd. – Vit hava fullan rætt
at kæra hetta, sigur Niels Peter
Bech.
Kæran hjá
Tjaldri avvíst
Hondbóltur Á fundi í gjár
gjørdi kappingarnevndin hjá
Hondbóltssambandinum av at
vísa kæruni frá Tjaldri um VB-
dystin frá sær. – Vit fara víðari
við málinum, sigur Niels Peter
Bech, næstformaður í Tjaldri
Steypafinalurnar
Leygardagin
kl.13.30
Stjørnan-Tjaldur . . . . . . . . . . . . . . . . . kvinnur
kl.16.00
Neistin-KÍF . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . menn
Sunnudagin
kl.12.50
H71-VÍF . . . . . . . . . . . . . . . . . . . gentur 10
kl.13.35
Neistin-Tjaldur . . . . . . . . . . . . . . . . dreingir 10
kl.14.20
Neistin-Kyndil. . . . . . . . . . . . . . . . gentur 12
kl.15.15
VÍF-Kyndil. . . . . . . . . . . . . . . . . . dreingir 12
kl.16.10
Neistin-Kyndil. . . . . . . . . . . . . . . . gentur 14
kl.17.20
H71-Kyndil . . . . . . . . . . . . . . . . . . dreingir 14
kl.18.30
Neistin-Kyndil. . . . . . . . . . . . . . . . gentur 17
kl.19.45
Neistin-Kyndil. . . . . . . . . . . . . . . . dreingir 17
Mynd: Álvur Haraldsen