fríggjadagur 11. februar 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 11. februar 2011 · Nr. 18
4
Sosialurin
Randi Jacobsen
- Eg havi í hvussu er lært eitt:
Alt, sum hevur við kekkar
gjøgnum internetið at gera,
er falskt.
Hetta sigur ein 23 ára
gamal maður, sum er komin
illa fyri fíggjarliga.
Eitt tilboð, sum hann
fekk á MySpace, ljóðaði so
lokkandi, at hann kundi ikki
lata vera við at svara. Hevði
tilboðið verið veruligt, hevði
hann sloppið av við sína
leysaskuld, og tað var hetta,
sum fekk hann at svara.
Men soleiðis gekk ikki.
Skuld hansara er økt við
80.000 krónum, hann eigur
hvørki hús ella bil, og oman á
alt hevur hann einki arbeiði
longur.
Maðurin, sum vil vera
ónevndur, ásannar nú, at
hann var í so góðtrúgvin.
Vinmenn hansara bóðu hann
eisini lata vera við at svara,
men hann dugdi ikki at síggja
nakran vanda í tí. Hann
kannaði eisini á netinum, at
fyritøkan, sum vendi sær til
hansara, var til. Eisini ringdi
hann, og ein kvinna svaraði.
Verkætlanin gekk út uppá,
at nøkur fólk skuldu koma til
Føroya at gera lýsingar fyri
Blackberry.
Hann gav teimum navn
sítt, stjórin ringdi aftur til
hansara, og tí helt hann ikki,
at hetta kundi verið falskt.
- Eg havi lisið nógv um
svik á internetinum, og
hetta líktist ikki nøkrum av
tí, sigur svikaði maðurin.
Vekslaði kekkarnar
Hann fekk sendandi ein
kekk áljóðandi 4.000 evrur.
Peningin skuldi hann veksla
og senda til eina fyritøku í
Englandi. Peningurin skuldi
brúkast til flogferð og gist
ingarhús í Føroyum.
- Tá átti onkur klokka hjá
mær havt ringt, tí hví kundu
tey ikki sjálv senda peningin
til teirra? hugsar maðurin í
dag.
Men hann fór so í bankan
við kekkinum og sendi pen
ingin til Englands.
- Tað var ikki í mínum
tonkum, at kekkurin var
falskur.
Tað gingu nakrir dagar, og
so fekk hann ein kekk áljóð
andi 15.500 evrur, men so
stóran kekk vildi bankin ikki
innloysa.
Hetta fekk avsendarin at
vita, og hann sendi mann
inum í Føroyum ein kekka
ljóðandi 8.500 evrur.
Bankin tók ímóti hesum
kekki, og peningurin fór eis
ini hesa ferð til Englands.
Fólkini søgdu við mannin,
at teir komu til Føroya miðjan
februar.
Falskir kekkar
- Ein dagin, eg var til arbeiðis,
ringir bankin og boðar mær
frá, at báðir kekkarnir vóru
falskir. Tann fyrri kekkurin
var í hvussu er falskur, og
bankin helt tað mundi vera
galdandi fyri hin eisini, tí
undirskriftin var tann sama.
Fyri ómakin at hjálpa
teimum, sum vístu seg at vera
svikarar, skuldi maðurin eiga
20 prosent av upphæddini.
Tann peningin brúkti hann
ikki, og bankin hevur fingið
peningin.
Maðurin hevur tosað við
bankan, sum hevur sagt, at
maðurin hevur ábyrgdina og
má sjálvur gjalda peningin
aftur. Við tað at hann hevur
goldið inn tað, sum skuldi
verið vinningur hansara eru
umleið 80.000 krónur eftir
at gjalda. Tað ætlar bankin
at gera um til eitt lán.
Hann er í dýrastu neyð, tí
hann veit ikki, hvussu hann
skal sleppa burtur úr skuld
ini.
- Eg havi onga trygd at
veita fyri nøkrum láni, eigi
hvørki hús ella bil, og oman á
tað havi eg mist arbeiði, sigur
maðurin.
Málið er meldað til løg
regluna.
Maðurin ger eina roynd
aftrat at fáa bankan at vísa
forstáilsi. Hann skal fyrsta
dagin á fund við bankan
og ætlar sær tá at hava for
eldrini við.
Lumpaður við
følskum kekkum
Ein 23 ára gamal maður, sum umvegis MySpace varð lokkaður upp í eina
filmsverkætlan, fekk einans skuld upp á 80.000 krónur burturúr. Kekkarnir, sum
hann fekk, vístu seg at vera falskir, og peningin hevði hann tá sent víðari
Fleiri
mál
um
svik
Randi Jacobsen
Javnan fær kriminal
politiið fráboðanir frá
fólki, sum í góðtrúni
hava latið við seg koma,
tá ið tey hava fingið
áheitan í telduposti
um antin at hjálpa við
peningi ella luttaka við
peningini í onkrum
tiltaki.
- Hetta hevur ver
ið so ofta frammi, at
fólk áttu at vita, at tað
kunnu verða lumpað,
sigur Bergleif Brim
vík, leiðari á kriminal
deildini hjá politinum.
Hann
veit
dømi
um fólk, sum í góðari
trúgv eru farin í bank
an við kekkum, sum
seinni hava víst seg at
verið falskir. Í onkr
um føri hevur pen
ingastovnurin beinan
vegin funnið útav, at
kekkurin var falskur.
Dømi hava eisini
verið um, at fólk hava
keypt á internetinum
við ringum úrsliti. Fólk
ini handan heimasíð
urnar hava ikki verið
reiðilig, og stórar upp
hæddir eru horvnar av
kortunum, sum keypt
var við.
Eitt tað grovasta
dømi,
sum
Bergleif
Brimvík minnist, var
fyri
nøkrum
árum
síðan.
Ein
maður
hevði fleiri ferðir sent
pening,
fleiri
ferð
ir 10.000 krónur til
eina kontu. Endin var,
at hann skuldi møta
móttakarunum á ein
um hotelli í Keyp
mannahavn. Menninir
vóru fremmandir, og
maðurin dugdi ikki at
eyðmerkja teir. Pening
fekk hann ongan.
- Eg má harðliga
mæla frá at fara í holtur
við slíkt. Og tey, sum
keypa á internetinum,
mugu tryggja sær, at
veruligar
fyritøkur
standa
aftan
fyri
heimasíðurnar, haðani
keypt
verður,
sigur
Bergleif Brimvík.
Bankin vekslaði kekkarnar, og maðurin fekk peningin. Men vekslarnir vístu seg at vera falskir, og eftir stendur tann ungi maðurin við stórari skuld