Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. februar 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 11. februar 2011 · Nr. 18 6 Sosialurin Áki Bertholdsen – Tað eru nógvar ætlanir, men onki kemur burtur úr. Tað sigur Leila Solmunde, forkvinna í Meginfelag Teirra Brekaðu, MBF, – Hetta er eitt rættiligt vónbrot, leggur Sigrun Wardum, forkvinna í Javna, sum felagið hjá fólki við menn­ingartarni, afturat. Tað, tær báðar tosa um, eru bústaðarmøguleikarnar hjá fólki við breki ella menn­ ing­ar­­tarni. Akkurát hesin spurning­ urin var eitt høvuðsmál á fundinum, sum Sambands­ flokk­urin skipaði fyri í Mið­ vági týskvøldið. Á fundinum var ætlanin, at fundarfólkið skuldi fáa høvi til at fortelja Rósu Samuelsen, landsstýriskvinnu í almanna­ málum, hvat tey halda um støðuna og hvørjar ábøtur tey halda, eru mest neyðugar at seta í verk. Og tær báðar forkvinn­ur­ nar halda altso at bústaðar­ bygging til fólk við serligum tørvi er eitt tað mest átrokandi málið at fáa loyst. – Eg vóni inniliga, at gongd kemur á íbúðarbygging, sigur Sigrun Wardum. Katastrofalt Sigrun Wardum sigur, at hetta snýr seg fyrst og fremst um virðing, tí øll hava sama rætt at vera her. – Men summi noyðast at fáa ser­ligar umstøður fyri at kunna hava sama rætt, sum onnur. – Og bústaðartrotið er heilt kata­strofalt, leggur hon afturat. Leila Solmunde harmast almikið um, at politikarar ikki løgdu upp fyri hesum tá ið Húsalánsgrunnurin varð umskipaður – Hann er besta amboðið, politikarar hava og tí er tað eitt vónbrot, at hann ikki verður hann brúktur til at fíggja leiguíbúðir við. Hon spyr eisini, hvat verð­ ur av nógv umrødda bú­­stað­ ar­­pakkin, sum tosað hevur verið um í nógv ár. - Eg sakni, at politikarar taka seg saman, sigur Leila Solmunde. 40 á bíðilista Sigrun Wardum sigur, at í løtuni standa gott og væl 40 fólk við menningartarni á bíði­lista hjá Nærverkinum til at fáa bústað. – Nógv á hesum hava heilt bráðneyðugan tørv á at fáa sín egna bústað. Men forkvinnan í Javna veit, at nógv fleiri fólk hava stóran tørv á bústaðum, tí fleiri skriva seg slett ikki upp, tí støðan er vónleyst. Harafturat er greitt, at tey átta fólkini á Rásini, sum er ein eftirskúli fyri menningar­ tarnað í Runavík, verða liðug skjótt og so skulu eisini tey hava eitt bústaðartilboð. – Sostatt er veruligi tørv­ urin nógv størri enn tey 40 fólkini, sum formliga standa á bíðilistanum og tað er greitt, at tað eru nøkur, sum koma í eina alvorliga klemmu, sigur hon. Leila Solmunde sigur, at fyri so vítt er ikki so nógvir bíðilistar at seta seg á hjá fólki við serligum tørvi, sum vilja hava egnan bústað. – Talan eri ikki bara um fólk við breki og menningar­ tarni. Talan er eisini um fyri­ tíð­ar­­­pen­sjónist­ar, avlamis­­­pen­ sjón­istar, fólka­­pen­­sjónistar, stak­ir uppi­­hald­arar og aðrar bólk­ar av fólki, sum hava so lága inntøku, at tey ongan møgu­­leika hava at byggja sær egin hús. – Einasti møguleiki, tey nú hava, er búgva heima, ella fáa sær eina íbúð, sum í mongum førum er bæði dýr og í vánaligum standi. Tóku yvir 20 milliónir Sigrun Wardum sigur, at sum støðan er nú, kann ongin vænta at fáa bústað uttan so at onkur, sum longu hevur bústað, antin flytir av landi­ num ella doyr. Og teir bústaðirnir, sum eru til taks, eru bara vanlig sethús, har búfólkini hava sítt egna kamar, men har tey hava felags køk, stovu, wc og baðiverilsi. – Tað er at kalla púra til­ vild­arligt hvør býr saman við hvørjum og mong kenna ikki hvønn annan. Umstøðurnar eru so vánaligar, at ongin sleppur at velja, hvørjum tey vilja búgva saman við. Men so spyr Sigrun Wardum eisini: – Hvør av okkum vil búgva í búfelagsskapi alt lívið? – Tað kann vera stuttligt, tá ið mann er ungur, men ikki alt lívið, leggur hon. Forkvinnan í Javna stað­ festir, at tá ið fíggjarlógin fyri í ár varð smíðað saman í sam­­­gong­uni, fegnað­ust tey um, at ætlanin var at seta yvir 30 milliónir av til bú­­stað­ar­bygging til fólk við serlig­um tørvi. Men tá ið fíggjarlógin varð samtykt, vóru bara 10 milliónir eftir, tí Løgtingið skarvaði restina av játtanini. – Hetta var eitt stórt vón­ brot, tí øll eru so væl­viljað at tosa við, men tá pening­ urin skal játtast, er skjótt at gloyma og orðini verða ikki víst í verki. Fleiri hundrað fólk við breki á bíðilista ÓLUKKILIGT Fleiri hundrað fólk við breki og menningartarni eru í eini heilt óukkuligari støðu, tí tey fáa onki at búgva í og tí má gongd fáast á bústaðarbygging alt fyri eitt, halda bæði Javni og MBF Tá ið tosað verður um bústaðir til fólk við ser­lig­­um tørvi, skal talan vera um vanligar bústaðir. Tað staðfestir Sigrun Ward­um, for­kvinna í Javna. – Fólk við serligum tørvi skulu búgva akku­ rát sum øll onnur, legg­ ur hon afturat. Hon sigur, at talan kann gott verða um at tey búgva í einum íbúðar­blokki. – Men talan skal ikki verða um ein stovn, sum skil­ir seg burtur úr aðrari bygg­ ing og har tað verður víst fyri øllum, at her býr ein ser­ligur bólkur av fólki. Sum tað sæst í aðrari grein, standa eini 50 fólk við menn­ingar­ tarni á bráðneyðugum bíðilista til at fáa bústað. Og forkvinnan í Javna hevur hoyrt graml um, at ætlanin er at byggja ein stóran stovn til eini 40 fólk fyri at fáa bíði­listan av vegnum. – Men tað verður undir ongum um­støð­ um góðtikið, stað­festir hon. Hon sigur, at øll fólk hava rætt at gera av, hvar tey vilja búgva og saman við hvørjum og hesin sami rættur er eisini galdandi fyri fólk við menningartarni, og tey skulu ikki stúvast saman í ein stovn onku­ staðni. Rósa Samuelsen, lands­stýriskvinna í almanna­málum sigur, at eina slíka ætlan hev­ ur hon ikki hoyrt um og trýr ikki uppá, at tað er nakar sum gong­ur við tílíkum ætlanum. – Vit skulu hava heim og ikki stovnar, sigur hon og leggur afturat. – Fólk skulu búgva inni í sínum egna heimi, hóast tey búgva á stovni og øll skulu hava sjálvs­ avgerðar­rætt, hvar tey so búgva. Tað verður undir ongum umstøðum góðtikið Nú mugu politik­arar taka seg saman 40 fólk -nei takk Vónbrot Tað er heilt galið við bústaðar­ møguleikum til fólk við breki, menningartarni ella øðrum serligum tørvi og hóast nógv verður tosað, verður onki gjørt, siga forkvinnurnar í Javna og MBF