Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-11, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. februar 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 11. februar 2011 · Nr. 18 12 Sosialurin Vilmund Jacobsen Hetta er aðru ferð, at borð­ tennis­felagið Nykur skipar fyri eini fiskikapping, og í fyrru kappingini, sum var í august síðsta ár, vóru fleiri enn sjeyti luttakarar. Tá var bara loyvt at fiska við tráðu á eysturarminum á Skála­ fjørði­num, av Nes­hamri á Nesi og inn á Skipa­nes. Hetta gjørdist ein rættiligur familju­dagur, har bæði vaks­ in og børn luttóku í kapp­ ing­ini. Meðan fólk fiskaðu við havnaløg og á ymiskum pláss­um kring um við klettin, koyr­du fólk út við kaffi og sun­kist til vaksin og børn. Kapp­ingin vardi í tilsamans seks tímar – frá klokkan 14 um dagin til klokkan 20 á kvøldi. Nógvir vinningar Í kappingini hesaferð, sum verður leygardagin hin 26. febru­ar, verður loyvt at fiska heilt av Neshamri á Nesi og vestur á Raktanga á Strond­ um. Nógvir ymiskir vinningar verða at vinna og fólk, sum luttaka, hava høvi at vinna í ymisk­um kappingum. Talið av vinningum verður 15 og størsti vinningurin, sum borðtennisfelagið Nyk­ ur higartil hevur ognað sær, hevur eitt virði av umleið 2.000 krónum. Teir ymisku vinningarnir, sum snúgva seg um alt frá rein­gerð av bili um tráðusett til fartelefonir, verða lutaðir burt­ur til tann, sum eitt nú hevur - • Flestar veiddar fiskar (1, 2 og 3 fáa vinningar) • Størstu samlaðu vekt • Longsta fisk • Tyngsta fisk • Flestar reyðfiskar • Flest longur • Størsta hvíting • Størsta lýsing • Stuttligasta fisk/ Sjaldsamasta fisk • Eisini verður drigið um vinning millum allar luttakararnar Mát á ymisku fiskasløgunum verða latin við tilmelding, og lut­taka­r­ar fáa eisini mát við sær, tá farið verður at fiska. Luttøkugjald á 100 krónur verð­ur fyri hvørja tráðu, og agn kann keypast við til­ meld­ing, sum fer fram við havna­lagið á Toftum. Tilmelding fer fram frá klokkan 11.30 og út á seinna­ part­in, og klokkan 18.00 skulu allir luttakarar verða kom­nir aftur á havnalagið á Toftum. Tá gjørt er upp, hvør hev­ur vunnið ymisku kapp­ ing­ar­nar, verða virðislønir hand­aðar í Kafé Hópinum á Toft­um klokkan 19, og síðan verð­ur hugnaløta við sangi á kafé­ini. Tilmelding til fiski­kapp­ ingina, sum borð­tennis­felag­ ið Nykur skipar fyri, fer fram á telefon 580602. FØROYA stuttligasta fiskikapping Leygardagin hin 26. februar 2011 skipar borðtennisfelagið Nykur fyri eini sera stuttligari fiskikapping við tráðu á Skálafjørðinum. Loyvt verður at fiska heilt av Neshamri á Nesi og vestur á Raktanga á Strondum – ella um allan Skálafjørðin Fiskikappingin, sum borðtennisfelagið Nykur skipaði fyri í august í fjør, fekk rættiliga stóra undirtøku. Stívliga sjeyti fólk tóku lut í kappingini Mynd: Vilmund Jacobsen Ein slík fiskikapping við tráðu er eisini ein rættiligur familjudagur – og her er sjálvt barnavognurin við Mynd: Vilmund Jacobsen ... í fiski­kapp­ ing­ini, sum Nykur skipar fyri, verður eisini virðisløn latin fyri stuttligasta/ sjaldsamasta fiskin...