Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-11, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. februar 2011síða 17

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Fríggjadagur 11. februar 2011 · Nr. 18 Sosialurin Bæði formaðurin fyri bú­­skap­ arráðnum og lands­stýris­­mað­ urin í vinnu­mál­um hava nú alment verið úti og funnist at fiska­virkis­­skip­an­ini hjá Arbeiðs­loysis­skip­an­ini, og báðir hava meira ella minni beinleiðis sagt, at skip­­anin í verandi líki eig­ur at verða avtikin ella niðurlagað. Hvørki formaðurin fyri búskaparráðnum ella lands­ stýrismaðurin hava tó nevnt nakað um hvørjar avleiðingar hetta vildi havt fyri tey fólk, sum arbeiða á føroysku fiskavirkjunum. Fiskavirkisskipanin varð gjørd fyri at tryggja arbeiðs­fólki­ num á fiskavirkjunum Tá fiskavirkisskipanin varð sett á stovn, tá var greitt, at neyðugt var at hava eina serskipan fyri tey arbeiðsfólk, sum arbeiða á føroysku fiskavirkjunum. Hetta varð gjørt við, at hesi arbeiðsfólk skuldu tryggj­ast í minsta lagi 32 tímar stuðul um vikuna, svarandi til 4 arbeiðsdagar. Skipanin hevur sum heild virkað væl, hóast útrokn­ ingargrundarlagið ger, at stuðulin hjá nógvum arbeiðs­ fólkum als ikki er nøktandi. Møguligt missbrúk frá arbeiðsgevarum er ikki grundgeving fyri at avtaka fiskavirkisskipanina Vit hava tíverri dømi um, at ávísir arbeiðsgevarar brúka skipanina á ein hátt, sum hon ikki varð ætlað. Slík missbrúk kunnu tó ikki brúkast sum grund­ gev­ing fyri at avtaka fiska­ virkisskipanina, men í staðin eiga stig at verða tikin til at forða fyri slíkum missbrúki. Um fiskavirkisskipanin verður avtikin, so fer tað at fáa álvars­ ligar av­leiðingar fyri hundrað­tals familjur í Føroyum. Eg skal gera púrasta greitt, at um fiskavirkisskipanin verður avtikin, so fer hetta at raka tey lægstløntu í landi okkara serstakliga hart. Tað er átaluvert, at hvørki formaðurin fyri bú­skapar­ ráðnunm ella lands­stýris­ maðurin tekur upp á tungu tær avleið­ingar, ein av­tøka av fiskavirkisskipanini fer at hava. Hetta er tó tíverri ikki ein­ dømi um, at okkara embætis­ fólk og politikarar koma við út­ meldingum um tiltøk, sum koma at raka van­liga løntak­ aran hart, og hesi fólk tykjast ikki at hugsa um hvussu vanligi føroyski løn­­takarin hevur tað, og at hesir løntak­ arar ikki tola enn meira skerj­ ingar í rættindum teirra. Fastlønarsáttmálin Nú Vinnuhúsið hevur ført fram alment, at fast­lønar­sátt­ málin ið varð gjørdur 1. Mai 2010 við arbeiðarafeløgini, skal brúkast ístaðinfyri fiska­virkis­skipanin, so skal eg minna Vinnuhúsið á, at hesin sáttmáli kann sigast upp til kom­andi samráðingar og fara heilt úr gildi. Vinnuhúsið er fari at blanda tingini saman, hvussu skalt tú brúka ein sáttmála ístaðinfyri fiska­virkis­skip­ anina. Um fastlønar­sáttmálin skal brúkast/misbrúkast, so koma tey sum arbeiða í fiskivinnuni á landi ongantíð at fáa eina fulla mánaðarløn, tí teir tímar ið mangla í fulla tíð verða frátrektir í mánaðarlønini við upp til 10 % tvs at tá lítil rávøra er og nógvir dagar har onki arbeiði er, veksur tímatali sum arbeiðsfólki kemur at skylda til virkini, sostatt verður ongantíð full løn útgoldin. Hetta var als ikki ætlanin við fastlønarsáttmálanum fyri fiskavirkini, sáttmálin var ætlaður at vera fyri virkir sum hava støðugt arbeiði, men ikki eingang tey virkini hava brúkt sáttmálan. So nú skal hesin sátt­ málin ikki brúkast sum arn­ boltur fyri at fáa fiskavirkis­ skipanina burtur. Lat tað vera heilt greitt fyri teimum sum eru farin í herna móti fiska­virkis­skip­ anini, at so leingi onki ann­að alternativ er fyri hesa skip­an, skal hon ikki avtakast. Fiskavirkisskipanin er ikki ein stuðul til fiskavirkini, men til arbeiðsfólkini á virki­num tá ongir lønartímar eru. Fakfelagsrørslan eigur at standa saman um fiskavirkisskipanina Mín áheitan til fakfeløgini í Føroyum er at standa saman um fiskavirkisskipanina, tí um vit ikki standa saman so er vandi fyri at ein skipan, sum tryggjar arbeiðs­ fólkinum rímulig lønarkorð verður av­­tikin, uttan at okkara politik­arar hugsa um hvørjar óhugna­ligar avleið­ ingar hetta fer at fáa fyri vanliga løntakaran. Kjak Ágangurin móti fiskavirkisskipanini Ingeborg Vinther Fiskavirkisskipanin varð gjørd sum stuðul til tey sum arbeiða á fiskavirkjum okk­ara, og sjálvt um skipanin verður missbrúkt av nøkr­um arbeiðs­ gevarum, so eig­ur skip­anin ikki at verða avtikin Fyrst kom Annika Olsen út og segði, at vit ongantíð hava verið so nær eini semju um kommunala reformin sum nú. So kom Jørgen Niclasen og segði, at Fólka­flokkurin hevði slakað í kravinum um, at fólkaskúlin ikki skuldi leggjast út til komm­ununnar at umsita. Afturfyri kravdi Fólka­flokkurin, at fólka­atkvøða skuldi vera í teimum ymisku kommununum so­leiðis, at ein fólkslig tilgongd varð tryggjað. So kom Jógvan á Lakjuni og segði, at langt var á mál, og at kravið um fólka­at­ kvøðu merkir, at tær kommunur, sum ikki vildu leggja saman, heldur ikki skulu leggja saman. Fólkaflokkinum líkt, gjørd­­ist totalur forvirringur í leypi av einum fyrraparti. Jørgen Niclasen er ofta so taktiskur, at hann sjálvur dettur um sín egna taktikk. Um tað veruliga eydnast honum at sann­ føra sínar samgonguflokkar um at slaka fyri kravi um, at hvør kommuna sær avger, um hon vil leggja saman ella ikki, so er kommunalreformurin deyður á hesum sinni. Hann er ikki bara deyður – til­gongdin er skotin langt aftur í tíðina. So vónandi dugir sam­gongan at gjøgn­um­ skoða av­leið­­ingar­nar av kravi Fólka­­­flok­­sins. So er betur at sleppa ætlan­ini, soleiðis sum Annika Olsen viðmerkir á Portalinum. Fólkaatkvøðan At fáa ein nýggjan kommunal­reform er alneyðugt. Nýggja kommunulógin er tí so yvir­ornað neyðug og hevur verið ávegis so leingi, at verður talan um fólka­atkvøðu - fyri at tryggja eina fólksliga tilgongd - eigur alt Føroya fólk at sleppa at siga sína meining um lógina. Tí er tað einasta rætta, at nýggja komm­ unu­lógin verður send út til Føroya fólk at atkvøða um. Vinnur lóg­in frama, skal hon setast í verk – um ikki, so eiga vit at viður­ kenna hetta og broyta kommunu­lógina sam­ svarandi hesum. Tað mundi verðið so gott – men bleiv so lort! Poul Michelsen løgtingsmaður Hoyrdi fríggjadagin á døgurða lands­ stýrismannin í heilsumálum um hansara sjónarmið um ergoterapi. Eg má siga, at eg varð skelkað. Hann veit lítið, hvat hann tosar um. Tosar um misbrúk og ger seg klókan uppá, hvør skal fáa viðgerð og hvør, ið ikki skal fáa. Havi arbeitt sum pedagogur í nógv ár við fólki, sum hava brek bæði innan menninga­ tarnaði og sálarliga sjúk. Eg havi eina ommudóttir, sum hevur brek. Hon hevur fingið ergoterapi-viðgerð eina­ferð um vikuna í nógv ár umframt fysiuterapi og ríðing, og hon kann ikki vera hesar við­gerðir fyri uttan. Hetta er ein neyðugur partur av menningini. Hon hevur eisini havt stuðul í skúlanum øll árini, og hevur tað gingið væl. Hon hevur kent seg sum ein partur av flokkinum, og hevur luttikið í sosial­um tiltøkum saman við sínum floks­feløgnum – og, hetta tí hon hevði stuðul. Nú er eingin stuðul meira, so nú er hon avskorin frá øllum sosialum tiltøkum. Er hetta rætt? Er skúlin ikki fyri øll? Nú er ongin neyðug ergoterapi – hvat verður tað næsta? Tað kann ikki vera meiningin, at hesin samfelags-bólkurin eisini skal berjast fyri sín rætt – rættin til eitt gott lív. Sam­ felagið, sum sigur seg at vera fyri øll, men eg havi ilt við at síggja hetta. Tosar man við myndugleikarnar, verður tú víst víðari. Øll renna undan ábyrgd. Ella, er tað ikki pláss fyri teimum her? Er tað veruliga so, at tey mugu flyta av landi­ num, fyri at fáa tað hjálp teimum tørvar? Undan hvørjum vali eru tey veiku og gomlu gott valagn hjá polikkarunum, men so skjótt tey eru komin inn um tinggátt er alt gloymt. Er hetta ikki misbrúk? Vit eru ófør at hjálpa neyðstødd uttanlands, og vit eru stolt av hesum. Alt gott um tað. Men hvat við okkara egnu? Skelkað av Aksel Marjun á Plógv