Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-11, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. februar 2011síða 22

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 11. februar 2011 · Nr. 18 22 Sosialurin Kjak Seinastu dagarnar eru fleiri góðar og skilagóðar loysnir komnar frá  Helenu Dam á Neystabø, landstýriskvinnu í mentamálunum. Tað eri eg sjálvsagt fegin um. Her meini eg við, at hon hevur sett eitt fólkaskúlaráð og eitt fjøl­ miðlaráð, sum er um­boðað av fakfólki innan hesu øki. Høvuðsendamálið er við hesum ráðum er at menna hesi ávísu øki, við at ráð­ini skulu ráðgeva Menta­­mála­ ráðnum og lands­stýris­kvinn­ uni. Ætlanin er, at meira kemur burturúr, at góðskan í framtíðini gerst alsamt betri, og at økini mennast á sínum mongu økjum.  Somuleiðis skapa hesi ráð eitt tættari samband millum hægsta myndugleika á økinum og fakfólkini, sum starvast undir mentamálaráðnum. Eg fari tí at spyrja Helenu Dam á Neystabø, sum varar av okkara dagstovnaøki,  um hon hevur líknandi ætlanir innan okkara námsfrøðisliga øki. Her hugsi eg serliga um dagstovnar og frítíðarskúlar, sum jú hava sera tætt sam­ band við skúlaøkið í gerandis­ degnum. Serliga frítíðar­skúl­ ar og forskúlar hava bæði leiðsluspurningar, sum skulu samansjóðast við leiðslurnar í fólkaskúlunum.   Tað eru nógvir iva­spurn­ ingar: 1) skúlabyrjan, 2) nær skulu børn byrja í skúla, 3) pedagogar til skúlarnar, 4) hava børn ov nógvar tímar í 1. og 2. flokki? Ja, og eitt hav av felags­ spurn­ingum, sum eitt tílkíkt ráð kundi hjálpt   Menta­ málaráðnum við – og tað við einum endamáli, nevniliga at vit fáa ein góðan skúla og eina sterka framtíð fyri okkara land. Framtíðin er jú børnini! Min spurningur er so, um vit kunnu vænta eitt "pedagográð" eins og tey, sum hini fakøkini undir Menta­ málaráðnum hava fingið? Levi Mørk námsfrøðingur Kunnu vit náms­ frøðingar vanta eitt pedagográð? Annfinn Brekkstein Býráðslimur fyri Sambandsflokkin Tað er nú enn einaferð prógv­að, at nógv umtalaði handils­sáttmálin millum føroyingar og íslendingar – Hoyvíks­sáttmálin – bert virkar annan vegin. Besta dømið um, at íslend­­ingarar fáa arbeiðini við Hoyvíks­sáttmálanum í hond­­ini, er ítróttarhøllin á Sandi. Landið letur hesa høll byggja – fyri at seta arbeiðs­skapandi tiltøk í gongd í Føroyum. Hetta skuldi verið ein sól­skinssøga, men hvat? Íslend­ingar fáa arbeiðini við Hoyvíkssáttmálanum í hondini, meðan føroyski skatt­gjald­arin rindar og vit føroy­ ingar standa eftir sum Kánus við ongum. Hesin so høgt lovaði Hoyvíkssáttmáli hevur enn einaferð prógvað sína ónyttu – hann virkar bara einvegis. Eitt tíðuligt dømi um hvussu ódugna­ligir og óbún­ir føroyskir politikarar og embætisfólk vóru í hesum máli. Tað hevði verið eitt miðlashow av aðrari verð, um tað vóru danir, ið høvdu fingið ein slíkan sáttmála, og teir við hesum sáttmála í hondini fingu ítróttarhøllina á Sandi at byggja. Arbeiðsloysið her heima er av tí hægsta síðan 1994, so spennandi verður at vita, hvør fær næsta arbeiðs­skap­andi almenna arbeiðið í Føroyum. Munnu tað verða føroyingar? Munnu tær skatta­krón­ur­nar ikki eisini enda í Íslandi, við vælsignilsi av Hoyvís­ sáttmálanum? Arbeiðsskapandi tiltøk – íslendingar fáa arbeiðini Fyri eini 60-70 árum síðani var vanligt at hoyra gomul fólk taka soleiðis til, tá ið tey øtaðust um eitt hvørt, ið tey hildu vera heilt burturvið. ”Hetta er ein himmalrópandi synd.” Júst hesin setningur rann mær til hugs, tá ið eg hevði lisið tað, íð Olga Biskupstøð hevði skrivað um Spunavirkið hjá Monu. Næsta hugarenslið var “Tí tey vita ikki, hvat tey gera”. Nú fari eg at greiða eitt sindur frá hesum minnis­ svarða. Spunavirkið hjá Monu er eitt føroyskt fornminnisverk uttan líka. Eitt lívsverk hjá eini megnarkvinnu. Eg skal her geva eina frá­ greið­ing, so at tit kanska fáa eyg­uni upp fyri, hvussu ómeta­ liga áhugavert hetta er. Spunavirkið hjá Monu er einasta spunavirki í Føroyum, ið spunnið hevur høgra snúður, kanska tað einasta i øllum norðanlondum. Av tí, at vit í Føroyum hava tráðin á høgru hánd, tá ið vit binda, er hetta einasta rætta. Um spuna kunnu vit lesa, at tá ið spunnið varð á snældu, varð snælduskaftið rullað niður eftur lærinum, tá ið spunnið varð og uppeftir, tá ið tvinnað varð. Um fyrsta skotrokk, ið gjørdur varð í Føroyum, kunnu vit lesa í “Smáskriftum Varðans”. Páll á Nesi var fyrsti maður í Suðuroy, sum gjørdi hjólrokk (skotrokk); fyrr varð spunnið á hand­ snældu. Mirkjalla hevði hann til strong. Ein dagin kemur Ørðavíkarbóndin inn til Páls, sum hann stendur og spinnur. Bóndin heldur tað vera “rárt” at síggja fólk standa og spinna; men Páll gremur seg um, at hann dugur ikki at fá spuningasnúður í. Tá sigur eitt býtt, ið situr hjá: “ Hví gert tú ikki kast á strongin?” Ja Káin signað!” segði Páll, “tað hevur verið gamalt orðatak:” tað býtta sigur ofta tað sannasta.” So gjørdi Páll kastið, vant tógvið saman og tvinnaði og spann, so sum tey spinna nú. Nú skal eg koma aftur til spunasnúðurin: Tað eru tveir mátar at spinna uppá, vinstra - ella høgrasnúður, vanliga kallað S ella Z eftir miðlinjuni í bókstøvunum. Tá ið Páll ikki finnur rætta spunasnúðurin, er tað tí, at hann leitar eftir S-snúðrinum, ið hann fær við at koyra hondina niður eftir lærinum, tá, ið hann spinnur á handsnældu, ið er S. Fyri at Páll kann fáa rætta spunasnúðurin, má hann hava kast á strongi­ num, og fyri at fáa rætta tvinningarsnúðurin, má hann loysa strongin og tvinna uttan kast. Tá ið spunavirkini komu, spunnu tey Z og tvinnaðu S. Tá var vanligt, at fólk søgdu heimasnúður um S spunnið og maskinspunnið um Z spunnað tógvið frá spunar­ virkjunum. Eitt spunavirki undantikið, og tað var “ Norð­ oyar Spinnarí” hjá Monu Olsen. Har spunnu tey S og tvinnaðu Z. Um ivi er um, hvørt tað er S ella Z spunnið, um tógvið nú er tvinnað, er bert at leggja tógvið ímillum tummil og fremstafingur og rulla tummilin frá sær eftir fremstafingri. Fer snúðurin úr, er spunnið S, kemur meira snúður í er spunnið Z. Tvinningarsnúðurin er øvutur av spunasnúðrinum. Er tógvið eintáttað kemur sjálvandi meira snúður í, um spunnið er S. Í bókini Seyður- Ull-Tøting er meira at lesa um “Norðoya Spinnarí”. Mona segði mær, at mask­ in­­urnar vóru gamlar, keypt­ar frá enskari verk­smiðju. Tær vóru settar upp av serkønum fólki frá verk­­smiðjuni. Hægsta ynski henn­ara var at fáa heima­snúð­ur í tógvið, og tað eyðn­að­ist. Sostatt er Spuna­virkið í Klakksvík nakað heilt fyri seg. Ein danskur verkfrøð­ing­ ur var einaferð inni á spuna­ virkinum, tá segði hann við Monu: Hetta spuna­virki má ikki leggjast niður, tí tí tað er nakað heilt serstakt, ið ikki hoyrir til tey vanligu. Sum tit kunnu lesa, so er tað burtur í vón og viti at oyðileggja slík siðsøgulig fornminni. Ber ikki til hjá Norðoyggjunum at standa saman um slík virðir, mugu aðrir møguleikar finnast. Spunavirkið í Klakksvík Nicolina Jensen Beder