Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. februar 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. februar 2011 · Nr. 19 4 Sosialurin Leo Poulsen - Tað hevði uttan iva havt eina fyribyrgjandi effekt at sett vakmyndatól upp á ávís­ um støðum í miðbýnum. Tað heldur borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen. Hann sigur, at tað hevði ver­ið ein stór hjálp, um vak­ mynda­tól verða sett upp á ávís­um støðum og til ávísar hend­ing­ar. - Vit høvdu ógvuliga nógv her­v­erk fyri tíð síðani, tá alt, sum varð platnað, bleiv slitið upp. Eisini tá jólabýurin stóð uppi, var nógv herverk framt á hann, og í slíkum støð­um hevði verið gott, um vak­ mynda­tól stóðu uppi. Ikki minst tí tað hevði virkað fyri­byrgj­an­di, sigur Heðin Mortensen. Hann heldur, at tað hevði eisini verið ein tryggleiki í at havt vakmyndatól á havna­ løgunum. - Menn fara at pumpa bát­ ar­nar tíðliga á morgni ella seint á kvøldi, og tá er tað ein trygg­l­eiki í, at til dømis løg­ reglan kann hava eyga við monn­un­um. Tað kann verða so skjótt, at onkur er áhalsin, og tá er tað ein stór trygd í at vita, at eitt vakmyndatól hev­ur eyga við tær, sigur Heð­in Mortensen. Nógvur harðskapur Borgarstjórin viðgongur, at nógv­ur harðskapur er um viku­skiftini í Havn. - Vakmyndatól høvdu ver­ ið ein stór hjálp í sambandi við tann harðskapin, sum gongur fyri seg um viku­ skift­ini. Og aftur her kun­di vakmyndatól virka fyri­ byrgj­andi, tá fólk vita, at tey verða eygleidd, sigur Heðin Mort­en­sen. Hann nevnir, at tað er púra vanligt í útlandinum at nýta vakmyndatól. - Til dømis í London er tað ein vanlig sjón at síggja vak­myndatól uppsett alla­ stað­ni, og tú fer heldur ikki inn í ein størri handil her í býnum, uttan at tú verð­ur eyg­leidd­ur av einum vak­ mynda­tóli. Tí haldi eg ikki, at tað er nakað forgjørt í at seta vakmyndatól upp á ávís­um útsettum støðum í bý­n­um heldur, sigur Heðin Mort­en­sen. Hann sigur, at kommunan til serlig høvi má hava vakt­ ar­fólk at ansa eftir lutum. - Um Ólavsøkuna mugu vit hava vaktir, so tivoli og ann­a­ð ikki verður brotið sund­ur, og til slík høvi hevði tað verið skilagott at havt vak­myndatól upp­sett í stað­ in, sigur Heðin Mort-en­sen. Karen Marie Olesen, fúti, segði við Sosialin fríggja­dag­ in, at ongar ítøkiligar æt­lan­ ir eru um at søkja um loyvi til vakmyndatól, men um so var, skuldi tað verið gjørt í samstarvi við onkran annan myndug­leika. Sum til dømis kommu­nuna. - Tað er sjálvandi greitt, at skulu vakmyndatól setast upp, so skal tað vera undir skip­að­um viðurskiftum, og so skuldi til dømis løgreglan havt eftirlitið við tólunum, sig­ur Heðin Mortensen. Fyribyrging Borgarstjórin heldur, at fólk yvir­høvur ikki hava nakað ímóti, at eygað verður hildið við teimum. - Sum eg nevndi, so fer tú ikki inn í ein størri handil, sum ikki hevur vakmyndatól upp­sett, og tá tú soleiðis fer al­ment út í býin, má tú eisini rokna við at elment eftirlit verð­ur hildið av tær, sigur Heðin Mortensen. Hann heldur somuleiðis, at vakmyndatól á ávísum støð­um sum eitt nú í Klubba­ garðinum og í Steina­túni kundu havt eina fyri­byrg­j- andi effekt, og í ringasta lagi kundu hesi vakmyndatól verið við til at uppklára harð­ skaps­mál í rættinum. - Eg havi í hvussu er einki ímóti at vakmyndatól verða sett upp, og eg síggi tað fyrst og fremst sum eina fyri­ byrging ímóti herverki og harðskapi. Og sum sagt kun­ di tað verið ein tryggleiki at havt vakmyndatól á havna­ løg­unum. So um tað kemur ein áheitan frá løgregluni um at fáa sett vakmyndatól upp á ávísum støðum í býnum, so fara vit ikki at seta okk­um ímóti tí, sigur Heðin Morte­n­ sen, borgarstjóri í Havn. Heðin vil hava vakmyndatól - Eg havi avgjørt einki ímóti at vakmyndatól verða sett upp í miðbýnum, og tað hevði verið skilagott at sett tól upp á havnarlagnum undir skipaðum viðurskiftum. Tað hevði verið ein trygd í tí, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri Eg havi einki ímóti at vakmyndatól verða sett upp á ávísum støðum í býnum. Tvørturímóti haldi eg tað hava eina fyribyrgjandi effekt, sigur Heín Mortensen