Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-14, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. februar 2011síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 14. februar 2011 · Nr. 19 Sosialurin Kjak Óli Mikkelsen lækni Fíggjarliga er Danmark í somu støðu sum Føroyar, vaksandi uttanlandsskuld, so nú má táttast í á øllum økjum, ikki minst má skil vera í á hospitalsøkinum, og Danmark er nú býtt upp í regiónir. Region Midtjylland er tann stórsta av trimum í Jyllandi. Region Midtjylland hev­ur 15 sjúkrahús, nøkur av teim­um eru tó ikki at rokna sum sentral­sjúkrahús. Eftir trimum árum skal Region Midtjylland spara 968 mill. kr., uttan at tað skal ganga út yvir dygdina av kanningum og viðgerð. Strategiin er at sentrali­sera spesialini á færri eindum, økja ambulant virksemi, leggja sjúkrahús saman, niðurleggja sjúkra­hús, brúka nýggja tøkni, umskipa administratión og hava “uvildig faglig analyse” av ætlaðu broytingunum. Urologi verður samlað á Skejby sjúkrahúsi. Tey størru sjúkrahúsini fáa sjálvandi eyka pengar, tá eyka arbeiði verður lagt á tey. Í meðal verður roknað við 25% av tí, tað kostaði á teimum smærru sjúkrahúsunum. – Her sæst, at tað fæst nógv minni fyri pengarnar á teimum smærru sjúkrahúsunum. Áðrenn Region Midt­jylland skuldi spara hesar 968 mill. vóru tey smærru sjúkrahúsini spard burtur. Skuldu vit havt líkn­­andi sparingar, og Region Midt­jylland er ein fimta­­partur av øllum regiónunum, sær rokni­stykkið soleiðis út: 968 : 100 x 5 = 48,4 mill. kr. at spara. Urologi er spesiali av stórum týdningi. Urin verður gjørt í nýrunum og fer omaneftir gjøgnum land­rásina í bløðruna, sum má tømast av og á. Allan vegin kunnu vera trupul­leikar: nýra­steinar, bløðrusteinar, polypp­ur, kreftsvullir, infektiónir og hvørt av sín­um. Hjá monnum koma prostata­sjúkur og hjá kvinnum aðrir trupul­leikar, fyri at nevna okkurt. Her er neyðugt við neyv­um kanningum við fram­­komnum tøkni og samskip­an við fleiri spesiali. Heilsumálaráðharrin førir fram, at okkara heilsu­verk altíð strembar eftir at fylgja tilmælum frá danska heilsustýrinum. At flyta serdeildir til Klaksvíkar Sjúkrahús er tað øvugta av tí, ið gjørt verður í Danmark, og tað er óhugsandi, at undir­tøka fæst frá Danska Heilsu­stýrinum fyri hesi ætlan. Urologiin tolir ikki fram­haldandi at vera kastibløka í politiska valdstríðnum. Urologi má sum skjót­ast mennast á Lands­ sjúkrahúsinum. Urologiskir sjúklingar verða sum er tveittir sum bukka millum sengur – her má skil fáast á. Sparingar í sjúkra­ hús­verkinum Fyri kortum hoyrdu vit, at eitt skip, ið fiskaði undir Føroyum ikki kundi skifta manning í føroyskari havn, tí útlendsk manning var umborð. Men teir kunnu fiska undir Føroyum. Víðari kom fram, at skipið ikki kundi leggja veiðuna upp í Føroyum. Ein spyr, hvat er við at henda? Og um vit hugsa víðari : Hví skulu onnur reiðaríir ikki gera tað sama? Hví skulu skipini í t.d pelagiskari vinnu ella í Barentshavinum ikki fáa sær bíliga útlendska arbeiðsmegi? Hví skulu virkir á landi, t.d innan tað almenna ikki gera tað sama? Hví ikki senda verandi heilsustarvsfólk heim og seta bíliga útlendska arbeiðsmegi í starv? Soleiðis kann ein halda fram at spyrja? Og so kann ein at enda spyrja, hvat hendir við okkara landi um hetta verður gongdin? Tíverri má kon­staterast, at spurningurin er als ikki viðgjørdur Lat meg beinanvegin siga, at mær dámar als ikki hesa gongd. Eg trúgvi, at um vit ikki steðga hesum beinanvegin, koma vit at standa við einum stórum trupulleika um ikki so langa tíð, har fleiri reiðarar koma at fáa sær bíliga útlendska arbeiðsmegi. Ímeðan koma føroyingar at ganga arbeiðsleysir. Eg haldi, høvuðsreglan skal vera, at føroysk skip, við føroyskum sáttmálum skulu fiska á føroyskum øki. Eg haldi, at bílig arbeiðsmegi við út­ lendskum sáttmála á føroyskum skipum í føroyskum øki skal steðgast beinanvegin. Tað skal steðgast áðrenn tað gerst ein siðvenja. Tí um tað verður ein siðvenja, vil hendan gera, at bílig útlendsk arbeiðsmegi verður at finna umborð á flestu skipa­ bólkum her á landi. Og tá verður ov seint at gera nakað. Landið fær lítið og onki gagn av hesum. Vinningurin liggur eftir í parta­ feløgunum, og vil enn einaferð verða við til at økja um virðið av fiskiloyvum, tá hesi verða seld. Eg meti, at Løgtingið beinanvegin skal steðga hesi skeivu gongd við lóg. Undir ongum umstøðum skulu vit loyva stuttskygdari spekulation í bíligari arbeiðsmegi at sleppa framat ogn føroya fólks. Um føroyingar ikki megna at veiða fiskin upp um okkara leiðir, skulu vit heldur lata hann svimja í havinum ið fyrstu atløgu. Marjus Dam løgtingsmaður Fiskiskip og útlendsk arbeiðsmegi Rolf Guttesen Tað undanfarna í sakini er, at Uni Arge hevði eina grein í Sosialinum 28.01.11 har hann skrivaði ymist um nýggja atlassi, sum er í gerð. Hann legði meg undir at hava sagt ella skrivað ymisk ting, sum eg aldri havi sagt, tonkt ella skrivað. Eg bað hann tí í mínum svari í Sosialinum herfyri siga mær, um hann kundi skjalprógva sínar pástandir. Niðurstøðan er: Tað kundi maðurin ikki. Uni Arge skrivaði: ”Hugsa vit okkum, at atfinnarnir at føroyska heimsatlassinum skuldu farið at standardisera øll heimsins mál (!) eftir danskari og enskari fyri­ mynd…” Eg bleiv illa við. Og bað Una Arge skjalprógva (dokumentera) sín pástand. Tað er hann ikki førur fyri. Tí er mín niðurstøða, at maðurin tosar ósatt. Hann skrivaði eisini: ”Hygg so at hvussu heimsins lond skriva Danmark, ið jú skrivast Danmark á donskum og tí sambært útsagn­ unum hjá Rolf Guttesen verður skrivað Danmark um allan heim.” Hatta var aftur ein ósannur pástandur úr leysari luft. Eg havi ongantíð sagt so. Eg bað Una Arge skjalprógva (dokumentera) sín pástand. Tað er hann ikki førur fyri. Tí er mín niðurstøða einaferð aftrat, at maðurin tosar ósatt. Uni Arge kann ikki bara loypa um garðin, har hann er lægstur. Leggja meg undir at meina og skriva bæði eitt og annað, sum hann sjálvur uppfinnur? Og so vænta at nakað seriøst orðaskifti kemur burturúr? Hetta er ikki mátin at føra eitt orðaskifti, um tað skal føra til nýggja sannkenning og vitan. Tí er tað meiningsleyst at viðgera tað, sum Uni Arge skrivar. Uni Arge loypir bara undan – víðari orðaskifti tænir ongum endamáli