Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-14, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. februar 2011síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. februar 2011 · Nr. 19 32 Sosialurin Arbeiðseftirlitið hevur eftir­lit við trygdini á øllum al­mennum stovn­um, har­ undir á øllum barna­gørð­um, spæliplássum, sam­­býl­um, verk­­­støðum og stovnum, har limir­­nir í Føroya Pedagog­ felag arbeiða. Trygdin er tað týdn­ingar­ mesta á ein­um arbeiðsplássi. Trygdarskeið verða gjørd til tess, at leiðslur og trygdar­ umboð vita, hvat teirra ábyrgd er, tá talan er um trygdar­viðurskiftini á arbeiðs­plássinum. Eitt er tað fysiska arbeiðs­umhvørvið, eitt annað er tað sálarliga arbeiðsumhvørvið. Tað er ábyrgdin hjá trygdar­um­ boðum at virka fyri, at tað er trygt og gott at vera á einum arbeiðsplássi. Fyri at kunna røkja uppgávurnar sum trygdarumboð til fulnar er neyðugt við tøtt­um samskifti við myndug­­­leikarnar, t.e. Arbeiðseftirlitið. Sálarliga arbeiðsum­ hvørvið er avger­andi fyri, hvussu fólk trívast á einum arbeiðs­plássi, og tað er ein stór ábyrgd at hava at tryggja, at hesi viðurskifti eru góð. Serliga er tað trupult í løtuni, har nógv starvsfólk eru sett niður í tíð, fólk eru uppsøgd, og eingir pengar eru til avloysarar, tá starvsfólk eru sjúk ella burtur frá arbeiði. Tað merkir, at færri fólk skulu náa tað, sum fleiri áttu at gjørt, og tað sigur seg sjálvt, at hetta gongur út yvir trygdina. Arbeiðstrýstið er stórt og tænastustøðið høgt, og trygdin eigur eisini at fylgja við. Fatanin av arbeiðsumstøð­ unum hjá Arbeiðs­eftirlitinum er, at tey ikk i í nóg stóran mun hava orku til at røkja allar upp­gávur við núverandi normering. Hetta er ikk i ein kritikk ur av tí arbeiði, sum verður gjørt, men heldur ein staðfesting av, at hetta er eitt komplekst og umfatandi arbeiðsøki. Alt ov ofta síggja vit fyribilsgóðkenningar, og tað tekur tíð at fáa tær endaligu góðkenningarnar upp á pláss. Samstundis er tað er langt ímillum skeiðini fyri trygdar­umboð og leiðslur. Soppavøkstur hoyra vit ofta um á arbeiðsplássum, og er tað neyðugt, at tílíkar staðfestingar verða tiknar í størsta álvara. Hetta er bæði tíðar­krevjandi og torført at hava við at gera. Hvussu hevur landsstýris­ maðurin hugs­að sær, at alt hetta blívur betri við færri starvsfólkum? Hvør tekur nú ábyrgdina av trygdini á okk ara arbeiðsplássum? Út frá hesum má spurnartekin set­ast við avgerðina hjá Før­ oya Løgtingi og ætlan lands­ stýrismansins um at niður­ raðfesta arbeiðs­eftirlitið! Er tað forsvarligt, at Arbeiðseftirlitið verður skert við fleiri ársverkum? Maud Wang Hansen Forkvinna Føroya Pedagogfelag Kjak Heri Mohr Fyri mongum árum síðani var ein vísmaður, ið eisini var kennari ella lærari, sum starvið vanliga verður kallað. Í skúlanum kendi kenn­arin børnini at kenna mun á óspiltum og spiltum móðurmáli. Kennarin var ein klókur kennari. Hann kendi nógv fólk, ið vóru einoygd og trongskygd og villleiðandi við ørvitistosi. Nøvnini á hesum málspillarum kendi hann. Hann kundi siga tey í ramsu. Sokratess – seinra s-ið er tað føroyska – villleiddi eisini fólk, men hann varð ikk i tikin við í ramsuni. Kennarin var eisini kringur í sálarfrøði (psykologi). Tey smáu í 4. flokk i dugdu øll nøvnini í ramsuni. Hví børnini skuldu duga nøvnini, fingu tey sjálvandi eisini at vita. Lærarin lærdi næmingarnar manna­gongdina í talvi. Tey vistu, at á talvborðinum vóru tvey herlið hvørt við sínum kongi, frúgv, tveimum riddarum, tveimum bispum, tveimum rókum og 8 finnum. Næmingarnir dugdu at siga skák, skákmát, javnleik (remis og pat), umlop (en passant) og leypa í borg (rokera). Hann greiddi næmingunum frá, at talvið og telving, hendan ediliga heilavenjing fram um allar aðrar, kom úr India til Føroya fyri fleiri túsund árum síðani og ikk i úr Danmark (Danmørk á føroyskum máli), sum einoygd og trongskygd fólk vilja vera við. Í einum fríkorteri segði tann kviki Edmund (elstur í 7. flokk i og uppkallaður eftir abbanum, sum varð nevndur í ramsuni), at í næsta talvtíma fór hann ikk i at leypa í borg, men á borg, tí nú kundi tað vera nóg mikið við hesum heimagjørda føroyska møsninum. ”Tí,” segði hann, ”um vit nakrantíð fara at fáa eitt føroyskt heims­atlas, verður tað pínadoyð so murrandi fult av nøvnum, sum bert fá úrvald – teirra millum kennarar, ið ikk i vita, hvussu navnið H. C. Andersen verður stavað – fara at skilja og at leita í. Hvussu verður endin á øllum hesum hurlivásanum? Eg eri vísur í, at ikk i eitt c verður at finna nakrastaðni í einum komandi heimsatlasi. Tey fýra c-ini, tað eina w-ið og tað eina x-ið, sum vórðu smoygd inn í ta føroysku orðabókina 1998, og sum útihýsti Zeus, zoologar og onnur neyðug z-nøvn og -orð, verða útraderað í eini komandi, dagførdari føroyskari orðabók. Tí hon skal jú sampakk a við einum komandi heimsatlasi,” segði Edmund við ein javnaldra, meðan teir yngru næmingarnir spældu í skúlagarðinum. Ein skúlasøga Tað kann bert vera ein orsøk til, at tað stendst málstríð av einum føroyskum atlassi. Tað er tá tann eini parturin er vaks­ in upp við donskum atlassi, og heldur tað tískil vera tað mest natúrliga, og eru broyt­ ingar til føroyskt bert ein irriterandi provokatión móti tí etableraða og upprunaliga atlassinum – altso tað danska, sjálvsagt. Eyðun borgar fyri góðsku Mangan havi eg lisið tað, ið Eyðun á Borg skrivar, og haldi eg hann vera heldur víð­gongdan við hvørt. Hinvegin haldi eg eisini, at hann er skemti­ligur og beinrakin. Hvat so um hann kanska tekur rívan til við hvørt, ella ofta, tað gjørdu reyðsokk arnir eisini, og tað eydnaðist teimum heilt væl at seta gongd á kvinnu­rørsluna til frama fyri líka­ rætt. Onkuntíð er neyðugt við hvøssum meiningum og orð­um. Eyðun og onnur við honum stríða eitt ótakk samt og neyðugt stríð. Tað var ikk i lagaligheit og sómi, ið vann okk um føroyskt mál í kirkju og skúla, ella føroyskt flagg á sinni. Hvar aðrastaðni í heiminum hoyra fólk um egið mál, tað, sum vit gera her? Dømi: “’doyð sum tú ert føroyskur”, “steiki hatta ljóðaði føroyskt”. Bara føroyingar halda, at vit kunnu ljóða ov føroysk. Vit eru løgin! Søgulig orð vs orð í dagligari talu Hvørt tað er rætt at nýta orð ella heiti úr eldri søgu er ein sera trupul spurningur. Hvør sigur t.d. Burgundar­ hólmur fyri Bornholm (vit kundu skriva “Bornhólmur”, um tað skal vera føroyskt). Eg havi ongan­tíð hoyrt “Burgundarhólm” verið nýtt í teimum sam­talum, eg havi havt, og eg havi hoyrt heilt nógv fólk siga Bornholm og ongantíð hitt heiti. So hví velja eitt heiti, sum ikk i er livandi millum fólk? Vit siga jú held­ur ikk i Mikla­garður um Istanbul, tí “Miklagarður” hoyrir eldri søgu til, og er ikk i longur livandi millum fólk. Keyp tvey atlas! Hví gera eitt “føroyskt” atlas, um tað ikk i má vera á føroyskum einans? Um neyðugt, skriva upprunaheiti (við q, w, z, x, c) í klombrum eftir føroyska heiti. Um tað ikk i er til at halda út, so keyp eitt atlas aftrat á enskum, týskum ella donskum. Eg havi eitt framúr­ skarandi atlas frá “The Times” og tað føroyska. Tað føroyska atlassið gevur mær “tað føroyska”, sum eg ynski mær, meðan tað enska gevur mær alt annað. Hvør er trupuleikin? Gev okk um eitt føroyskt atlas, alt annað er meiningsleyst. Við landafrøðisligari kvøðu og vón um vanligt vit og skil Málstríð, ikki landafrøðiligt stríð!? Dávid Isfeld Hósvík – av bók, ið snýr seg um landafrøði