mánadagur 14. februar 2011síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. februar 2011 · Nr. 19
38
Sosialurin
Við Norrönu í morgun kom
ein Tesla Roadster, sum er
komin til landið í samband
við ráðstevnuna um elbilar,
sum verður í Norðurlanda
húsinum í morgin.
Talan er um ein Tesla
Roadster Sport 2.5, ið er
ein sera kvikur elektriskur
sportbilur, sum koyrir frá
0-100 km/t upp á 3,7 sekund.
Elmotorurin
við
288
hk
(56 kwh) verður drivin av
lithium-ion battaríum. Topp
ferðin er umleið 200 km/t, og
bilurin koyrir 340 kilometrar
upp á eina løðing.
Tesla Roadster Sport 2.5
er ein sportbilur til tveir
persónar
og
vigar
1.200
kg. Løðitíðin er 3,5 tím
ar við 63A. Bilurin, sum er
framleiddur av Tesla Motors
í Kaliforniska, kom fyrstu
ferð á marknaðin í 2008. Í
Danmark kostar ein Tesla
Roadster úr 800.000 krón
um, men hesin í Sport 2.5
útgávuni
kostar
930.000
krónur á donskum nummar
plátum.
mg
Tesla
elbilurin komin
Vinnu- & bilradio á
Hósdagin 17. februar kl. 16.10
Í sendingini verður vitjað á elbilaráðstevnuni
í Norðurlandahúsinum týsdagin 15. februar.
Samrøður verða við fundarluttakarar og við
umboð fyri Sev og Jarðfeingi.
Eisini verður samrøða við Anthonius
Dalsgaard og Heðin Weihe frá Auto
Service um elbilin Peugeot Partner
Van Electric, eins og ein Tesla Roadster
verður royndarkoyrdur saman við Magnusi
Magnussen frá elbilabólkinum hjá SEV.
Anthonius
Dalsgaard
Heðin Weihe
Magnus
Magnussen
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Hesin Tesla Roadster er ein
2-persóna sportbilur við
288 hk og kostar næstan
eina millión krónur
Magnus Magnussen
frá elbilabólkinum
hjá SEV við
elbilinum Tesla
Roadster Sport 2.5