Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. februar 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. februar 2011 · Nr. 20 mikudagsblaðið Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein – Korruptión og brands­katt­ ing av vinnuni. Jú, skuldsetingarnar vóru harðar, tá Jørgen Niclasen og Høgni Hoydal kjakaðust um markrelkvotu í Degi & Viku í gjárkvøldið. Og at Fólkaflokkurin er hvørki til at høgga ella stinga í fingu vit sjón fyri søgn í Degi & Viku í gjár­kvøl­dið. Har vóru tað okk­ara einastu fyrr­ver­ andi utt­an­rík­is­ráð­harr­ar í heim­a­stýr­i­num Før­oy­um sum dyst­að­ust um til­feing­ is­gjald – hesaferð á makrel­ stovn­in. Tjóðveldi hevur lagt upp­ skot fram til sam­tykt­ar um, hvussu flokk­urin hugs­ar sær, at upp­i­sjóv­ar­flot­in skal gjalda til­feing­is­gjald, nú Jac­ ob Vest­er­gaard fer at býta út makr­el­kvotur. Hóast bæði Javn­að­ar­ flokk­ur­in og Sam­bands­flokk­ ur­in taka undir við Tjóð­ veld­i­num, so verður einki til­feing­is­gjald. Tað mátti Høgni Hoydal vitað. Eins og Tjóð­veldi, so krúpa Javnað­ar­ flokk­ur­in og Sam­bands­flokk­ ur­in eis­ini fyri Fólk­a­flokk­i­ num, sum er gar­ant­ur fyri, at vit fáa einki til­feing­is­gjald hava. Fólka­flokk­urin hev­ur stýrt í Tinganesi so at siga út í eitt síð­ani 1988. Ongar broyt­ing­ar henda uttan um Fólk­a­flokk­in, tí hinir tríggir flokk­ar­nir tora ella kára ella duga einki at gera uttan Fólka­flokk­in. Niðurstøðan av kjakinum mill­um Høgna Hoydal og Jørg­en Nicla­sen í gjár var, at Fólk­a­flokkurin sambært Høgna Hoydal ynskir eina korr­upta skipan at býta út makrel­kvotur eftir tí leisti, sum Jacob Vestergaard finn­ ur fyri best, meðan Tjóðveldi sam­bært Jørg­en Niclasen ger alt, sum stendur í tess makt, at skatta vinnuna harðari, so vit fáa ein størri almennan sektor. – Og hetta eru menninir, sum vilja skapa fullveldið Føroyar: Hvorherre bevares... Tað eru rættiliga stór og áhugaverd per­spek­tiv í teimum royndum, sum nú verða gjørd­ar við el-bil­um í Før­ oy­um. Gam­an­í er upp­finn­ing­in gom­ul at fram­leiða bil­ar við el-mot­ or­um, sum koyra við batt­ar­í­i. Men hig­ar­til hev­ur tað ikki verið gjør­ligt at fing­ið kapp­ing­ar­før­ar bil­ar við el-mot­or­um mót­veg­is ben­sin- og dies­el­drivn­um bilum. Men her er vent í holuni. Nú eru bil­ar­nir kapp­ing­ar­før­ir, um enn prís­ur­in ikki er tað – enn. Hó­ast einki skrá­set­ing­ar­gjald, men ein­ ans meir­virð­is­gjald, so kost­ar ein lít­il fitt­ur el-bil­ur sum eitt hamp­u­ ligt doll­argrin. Men kortini eru sera áhugaverd per­spek­tiv í el-bilunum. Enn eru batt­ar­í­ini stór og dýr og tung, og enn er el-kervið ikki útbygt til at kunna løða alla bilparkina, men eyð­v­it­að er eisini stór framgongd her. Vit síggja tað í fartelefonum, far­teld­um og ikki minst el-am­boð­u­num til hand­verk­ ar­ar, hvussu stór menningin innan battaríframleiðsluna hevur verið. Hend­an tøkn­in verð­ur sjálv­andi flutt yvir á bil­ar­nar, og loysn er fing­ in á batt­aríunum og møguleikunum at løða, og tá elkervið er útbygt við var­andi orkukeldum, so er sam­fel­ ags­ligi vinn­ing­urin al­stór­ur. Tað sig­ur seg sjálvt, at tað hjálp­ir lítið, at vit skifta út allar bensin- og dies­el­bil­arnar við el-bilar og har­við flyta dálk­ing­ar­keld­una úr bil­u­num og niðan á Sunds­verk­ið hjá SEV. Tá verður samfelagsligi og um­hvørv­is­ ligi vinningurin lítil. Tað eru 89 ár síðani, at tann fyrsti bilurin kom til landið. Tað var ein ben­sindrivin Ford T lastvognur – og har­við byrjaði motoriseringin av Før­oy­um. Í dag hava vit einar 20.000 skrá­settar bilar í landinum. So fram­burð­urin hevur verið al­ stór­ur, tó at menningin innan orku­ keld­una til bilin í prinsippinum so at siga einki er broytt. Vit hava ben­ sin- og dieseldrivnar motorar, um­ enn teir eru nógv mentir og nýta nógv minni orku, so er prin­sipp­ið framvegis tað sama. Hetta verð­ ur broytt munandi, tá vit hava el- mot­or­ar í bilunum. Tað verður ein koll­velt­ing, ikki bara fyri bil­starvs­ grein­ina, men fyri búskap og um­ hvørvi við. Vit teirri ferð, sum er á menn­ig­ini í dag, so kunnu vit vænta, at broyt­ ing­in kemur skjótt. Og tá vit tann 6. mai í 2022 kunnu hátíðarhalda 100 ára haldið fyri »bilnáminum« í Før­oyum – tá eru Føroyar uttan iva el-bil­a­moto­r­i­seraðar. Av­bjóðingin verður so, hvussu el-menn­ingin annars fer at merkja sam­fel­agið. Tað hjálpir lítið bara at flyta dálkingina niðan á Sund Jan Müller Atlantic Petroleum fer at hava eitt yvirskot upp á slakar 100 mill. kr. eftir skatt í 2010. Tað metir íslendska grein­ing­ar­fyr­i­tøk­an IFS sam­bært útvarpinum hjá Kring­varp­inum. Útvarpið visti nú um dagarnar at siga frá IFS, at úrslitið fyri fjóðra ársfjórðing, áðrenn rent­ur og skatt, verður 36,4 mio. Sølan var 132,2 mill. kr. Atlantic Petroleum hevði í fjórða árs­fjórð­ingi eina fram­leiðslu, sum var væl betur samanborið við triðja árs­fjórð­ing ella 279.000 tunn­ur av olju í mun til 267.000 tunnur. Hækk­andi oljuprísurin hevur so eis­ini havt sína ávirkan á úrs­litið. Íslendska grein­ing­ar­fyr­ i­tøk­an metir, at føroyska olju­fel­ag­ið fyri alt 2010 fer at hava eitt yvirskot eftir skatt upp á 96 mill. kr. Ein høv­uðs­orsøkin til at 2010 var eitt gott ár hjá fel­ag­num var tann, at fram­leiðsl­an varð betri enn mett, ser­ stak­liga á Ett­rick leiðini. At­lantic Petroleum hevur fyrstu níggju mánaðirnar av 2010 niðurgoldið sína skuld við 121 mill. kr., og kurs­urin á partabrævinum hjá fel­ag­num er vaksin við 34% í 2010 veit Útvarpið at siga frá íslendsku grein­ing­ ar­fyr­i­tøk­uni ­IFS. Annars verð­ur rokn­skap­ur­in fyri 4. árs­fjórð­ing­ í 2010 a­l­mann­a­ kunn­gjørd­ur 25. februar. Atlantic Petrole­ um gott úrslit 100 ára hald við el-bilum Stríðandi uttanríkisharrar Komm­ is­si­ón­in er skikkað Helena Dam á Neystabø kjak á síðu 15 Dimma ákærir listafólk Oddfríður M. Rasmussen kjak á síðu 14 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Bogi Godtfred misti tamar á høvuðkambunum Høgna Hoydal og Jørgen Niclasen, sum skutu við skørpum hvør eftir øðrum í Degi & Viku í gjárkvøldið...