Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. februar 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. februar 2011 · Nr. 20 4 Sosialurin Áki Bertholdsen - Hetta er borgarligur politikk­ur, tá ið hann er mest. Men tað syrgiligasta av øllum, er, at næstan øll tiga. Ingeborg Vinther, for­kvin­ na í Føroya Arbeiðarafelag, er heilt forfard av ætlan­ ini hjá samgonguni, um, at Arbeiðseftirlitið skal ikki bara skerjast nið­ur í helvt, men at tað har­ aftur­at skal leggjast und­ir Heilsufrøðiligu Starvs­stovu­ na. - Hetta er fullkomiliga burt­ur­við o­g fer at geva arbeiðs­gevarum fríar ræs­ur at skalta og valta við ar­beiðs­ um­hvørvinum, akkurát, sum teim­um lystir. Eydnaðist ongantíð Ingeborg Vinther vísir á, at fyrst gekk tað leingi at fáa Arbeiðseftirlit til Føroya afturímóti hinum Norð­ur­ lond­unum. Men síðani tað kom, hevur ver­ið roynt at byggja tað upp og at menna tað so at tað fær røkt sínar skyldur, fyrst og fremst sínar eftirlitsskyldur. Men tað er ongantíð eydnast og Arbeiðseftirlitið hev­ur næstan aldrin verið ann­að enn ein píningur. Tá ið arbeiðs­eftirlitið verður spurt um hetta ella hitt, hevur aftur­vend­andi svarið verið, at hesa uppgávuna hava tey ikki fíggjarliga orku til at røkja. Hetta er eisini galdandi fyri eftirlitsuppgávurnar og tað er so mangan, at Ar­beiðs­ eftir­litið ikki kemur upp í, fyrr­enn vanlukkan er hend at finna útav, hví hon hendi. Forkvinnan sigur, at Arbeiðs­eftirlitið hevur mang­an fingið almenna spari­knív­in at smakkað. Men nú ætlanin er at sker­ja manningina næstan nið­ur í helvt og leggja tað undir Heilsufrøðiligu Starvs­ stovuna, ber av. - Arbeiðseftirlitið hoyr­ir ikki heima und­ir Heilsufrøðiligu Starvs­stovu­ ni. Tað skal vera ein sjálv­ støðug­ur stovnur, sigur hon - Hetta er hol í høvdið, tí hetta er at knúsa stovnin, legg­ur hon afturat. Tiga og samtykkja Men hon skilir ikki, at allir hinir flokkarnir í samgongu og andstøðu bara sita og tiga og lata standa til, uttan at mót­mæla. Einasti flokkur, sum hev­ ur tikið málið upp er Sjálv­ stýris­flokkurin, har báðir ting­menn­inir hava reist mál­ið í fyrispurningum til landsstýrismannin í vinnu­ mál­um, Johan Dahl og til løgmann. - Annars hevur ongin tikið tað upp á tunguna og tað er gott klárað, tí Ar­beiðs­ eftir­litið er ein tann mest týð­andi stovnurin á okkara ar­beiðs­marknaði. Men hon heldur, at hetta sigur rættiliga nógv um, hvus­su lágt í metum ar­beiðs­ marknaðarmál eru í po­lit­ isku skipanini. - Yvirhøvur eiga ar­beiðs­ mark­nað­armál ongan góðan í Løgtinginum og tað er hetta besta dømi um. Lógloysi Inge­borg Vinther sigur, at fremsta uppgávan hjá Arbeiðs­eftirlitinum átti at verið at ferðast runt á arbeiðs­plássini at kann eftir, at trygdin er, sum hon eigur at vera. Hon sigur, at hon skal ikki skera allar arbeiðsgevarar yvir ein kamb, tí nógvir hava hesi viðurskiftini í ordan. - Men tað er eisini nógva stað­ni, at hesi viðurskiftini ikki eru í ordan og tí er ein eftirlitsstovnur, sum Ar­ beiðs­eftirlitið, ein avgjørd for­treyt fyri at tryggja eitt sunt arbeiðsumhvørvi. - Nú er vandi fyri, at lóg­loysi verður á øki­num, tí hetta fer at taka alla motivatión frá ar­beiðs­gevar­ um at strem­ba eftir at trygg­ ja arbeiðs­umhvørvið, serliga frá teimum, sum ikki leggja so nógv í tað frammanundan. Forkvinnan í Føroya Arbeiðs­eftirlitinum er sann­ førd um, at nú fer at kalla alt, sum eitur eftirlit, at detta niður­fyri. - Hetta er fyrsta stigið at legg­ja Arbeiðseftirlitið niður, stað­festir hon Hon sigur, at tað hev­ ur onki við sparingar og rationaliseringar, at Arbeiðs­ eftir­litið verður knúst sun­ d­ur, tí eitt gott eftirlit spar­ ir seg skjótt inn aftur, tí arbeiðs­skað­ar eru sanniliga eisini dýrir fyri samfelagið. aki@sosialurin.fo Hetta er at knúsa stovnin Hetta er fyrsta stigið at leggja Arbeiðseftirlitið niður Ein vanlukka fyri arbeiðsfólk ARBEIÐSEFTIRLITIÐ Tað er onki minni enn ein vanlukka fyri allar løntakarar, at samgongan saboterar Arbeiðseftir, heldur Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag Einasti politiski flokkur, sum í skrivandi løtu, hev­ ur reist spurningin um Arbeiðseftirlitið í Løg­ting­ um, er Sjálv­stýris­flokk­ur­ in, har báðir ting­menn­inir hava spurt lands­stýris­ mann­in og løg­mann um æt­lan­ina. Kári á Rógvi vil hava at vita frá Johan Dahl, um Ar­beiðseftirlitið ikki er ein sjálvstøðugur stovnur og um tað tí ikki krevst lóga­r­heimild fyri at leggja tað undir Heilsufrøðigu Starvs­stovuna. Hann vil eisini hava at vita, hvørjar metingar og fyrireikingar eru gjørd­ar uppundir saman­legg­ing­ ina og um nakrar met­ ing­ar eru gjørd­ar um ein part­ur av virk­semi­num kann fíggj­ast við brúkara­ gjøld­um. Kári P. Højgaard vil hava at vita frá løgmanni, um hann heldur, at Johan Dahl umsitur arbeiðs­um­ hvør­v­ið á lógligan og full­ góðan. Hann vísir á, at áður hevur Johan Dahl greitt frá, at Arbeiðseftirlitið hev­ur førleikar at røk­ja allar uppgávur, men av­ lei­ð­ing­arnar av lækkaðu játtan­ini eru, at stovnurin hvørki hevur fíggjarliga orku ella arbeiðsorku at um­sita allar uppgávurnar nøkt­andi. - Tað er óheppið, at lands­stýrismaðurin við sparingum skúgvar lógar­ á­sett­ar skyldur til viks, sum hava ávirk­an á lív, heilsu og arbeiðs­um­hvør­ vi hjá túsundtals fólki í vin­nu, sigur Kári P. Høj­ gaard. Sambært tølum úr Noregi og Danmark kosta arbeiðs­vanlukkur og av­ leið­ing­arnar av teimum sam­felag­num 20 og 30 milliar­dir um árið. Tað svarar til, at tað kostar føroyska sam­felag­ num í minsta lagi til 200 – 300 milliónir um árið, umframt ta menni­sk­ja­ ligu líðing, sum ar­beiðs­ van­lukk­ur hava við sær og sum ikki kunnu gerast upp í peningi, sigur Kári P. Høj­gaard. 300 milliónir Seinastu dagarnar hev­ur Kringvarpið gjørt nógv burtur úr ætlanini at skerja Arbeið­s­eftir­lit­ið og leggja tað und­ir Heilsu­ frøði­ligu Starvs­stovu­na Endamálið við saman­ legg­ing­ini er at spara útreiðsl­ur til fyrisiting, at skipa eitt meiri munadygt eftir­lit, umframt at skapa eitt størri og betri fak­ligt um­hvørvi, hevur Kring­ var­p­ið fortalt og Johan Dahl hevur eisini mett, at tað fer at verða á for­svar­ lig­um støði. 10 ársverk eru á Arbeiðs­eftirlitinum, men í ár minkar starvsfólkatalið hálvt fimta ársverk og har­aftur­at fær stovnurin einar tvær milliónir færri at arbeiða við í ár. - Avleiðingin verður í stuttum tann, at tað verð­ ur truplari hjá Arbeiðs­ eftir­litinum at røkja tær upp­gávur, sum stovnurin hev­ur fingið álagt at gera, segði stjórin, Karl Joen­ sen, við Kringvarpið. Forsvarligt Lógloysi Nú er vandi fyri, at lóglóysi fer at valda og at trygdin á arbeiðsplássunum heilt fer fyri bakka, serliga har arbeiðsgevarar einki leggja í tað frammanundan, tí nú er ongin at halda í oyruni á teimum