mikudagur 16. februar 2011síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. februar 2011 · Nr. 20
20
Sosialurin
Oyggjablaðið
Tekstur: Snorri Brend
Myndir: Jens Kristian Vang
Skála: - Vit byrjaðu í november
mánaði, men tað sæst ikki so nógv
eftir.
- Men eg vil tó siga, at tað drúgv
asta arbeiðið er longu gjørt, sigur
Oluf Johannesen á Skála
Saman við tveimum øðrum,
John Høj og John Johannesen,
hevur hann sett sær fyri at halda
lív í føroyskum skipasmíði - og tað
á staðnum, har skip í hópatali eru
bygd.
Her á teirri fyrrverandi Skála
Skipasmiðju, men sum nú ber heit
ið MEST, eru teir farnir undir at
byggja sín egna bát. Hóast báturin
skal ganga rímiliga skjótt, er talan
tó ikki um ein vanligan speed-bát.
- Tá tilfarið kemur, fara vit av
álvara í gongd aftur, siga teir báðir
Oluf Johannesen og John Høj.
Í sving
Teir tríggir røsku og virkishugaðu
dreingirnir hava havt sína dagligu
gongd her á skipasmiðjuni tey sein
nu árini.
Hjá Olufi og John sæst nú eisini
ein endi á lærutíðini. Men áðrenn ta
tíð, er ætlanin at tað stóra sveina
stykkið skal fáast frá hond og sjó
setast: Útróðrarbáturin, sum teir so
leingi hava droymt um.
Júst hví teir fóru undir hesa
verkætlanina, duga teir ikki heilt
nágreiniliga at siga frá. Hetta er utt
an iva ein samanrenning av áhuga
fyri skipasmíði, og ein stórur hugur
at skapa og útinna eitt stórverk við
egnum hondum.
- Vit tríggir snakkaðu um hetta í
eina tíð. Og so, - ja, so fóru vit bara í
sving, greiðir Oluf frá.
Ætlanin hjá teimum trimum
vinmonnunum er at útgerða bátin
soleiðis, at teir kunnu fiska við hon
um.
- Tað er ikki meiri enn tað, siga
teir.
Drev
Eftir at hava tosað saman í eina tíð,
varð kjølurin á bátinum lagdur í no
vember mánaði í fjør.
“Kjølur”, er ov nógv sagt, tí bát
urin hevur í roynd og veru ikki kjøl,
men er flatbotnaður. Hann hevur
drev at dríva bátin fram við, eins og
myndin av íslendska modellinum
hevur.
Ætlan teirra er at innrætta bátin
soleiðis, at teir eisini skulu kunna
Byggja sín egna
BÁTASMÍÐ Tað var tann tíð, tá eitt skip fyri og annað eftir fór av bakkastokki á Skála Skipasmiðju.
Soleiðis er ikki longur, nú nógv ár eru liðin síðani seinasta nýbygningin. Men seinni í ár verður
kortini ein bátur sjósettur av skipasmiðjuni - ein útróðrarbátur við navninum Sjóbjørnin
Vit hava
bílagt tað,
men tað er
bara ikki
komið enn.
Tí mugu vit
bara bíða
og bíða eftir
tilfarinum,
og TAÐ er
rættiliga
óinteressant
SJÓSETING
Enn sær skrokkurin ikki út av
nógvum, men seinni í ár er ætlanin
at hesin fyrsti nýbygningurin í
longri tíð, skal sjósetast. - Hetta
verður ein spennandi dagur,
siga teir báðir, Oluf Johannesen
(fremst á myndini) og John Høj