fríggjadagur 18. februar 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 18. februar 2011 · Nr. 21
vikuskiftisblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Martha og Stein
grim Simonsen
í Vestmanna
hildu mikudagin
jarnbrúdleyp
Randi Jacobsen
Tað man vera sjáldan, at
hjúnum unnast at halda jarn
brúdleyp. Jarnbrúdleyp er 70
ára brúdleypsdagurin.
Mikudagin hildu Martha
og Steingrim Simonsen jarn
brúdleyp.
Tey búgva bæði í Eldra
sambýlinum í bygdini. Hon
hevur búð har í nøkur ár, og
hann flutti inn nakað seinni.
Tey eru bæði væl fyri, men
treyðugt so, at ikki okkurt
eldrabrekið er.
Steingrim er 90 ára gamal,
og hon verður 90 í apríl.
Í sínari tíð var Steingrim
sjómaður, og seinni koyrdi
hann lastbil, gravimaskinu
og hýrivogn.
Martha vaskaði fisk, og
seinni vaksaði hon í skúla
num.
Jarnbrúdleypið gekk væl.
Tey hildu tað í sambýlinum
saman við børnum, svigar
børnum, ommu- og abba
børnum,
langommu
og
–abbabørnum og onkrum
oldurommu- og abbabarni.
Tað var ein stak hugnalug
løta, siga skyldfólk teirra.
Borðreitt varð við smurdum
breyði, og sambýlið bjóðaði
kransakøku.
Ferðavinnufelagið rópar nú varskó.
Ferðavinnan, sum skuldi verða enn
eitt bein undir einstáttaða føroyska
búskapinum, hevur als onga virð
ing millum politikarar. So lítil er
virðingin, at alt verður gjørt fyri
at sleppa av við allar restirnar av
Ferðaráðnum, sum fyri nøkrum ár
um síðani var ein stórur stovnur,
sum tók sær av ferðavinnumálum
burturav. Hetta ráð lá undir Vinnu
málaráðnum, men tá vit rættiliga
skuldu spæla fólk í húsi við uttan
ríkisráð og tí heila, so skuldi ferða
vinnan undir uttanríkisráðið.
Cowboypolitikkurin hjá sitandi
samgongu í Uttanríkisráðnum hev
ur sum øllum kunnugt ført til, at
ferðavinnan bara er ein viðfáningur
av sær sjálvari – og er forfjónað til
eitt kustaskap í Fiskimálaráðnum,
skil tað, hvør skilja vil.
At Fólkaflokkurin skíggjar alt,
sum er alment, tað vita vit. Og rætt
er tað, at slíkir stovnar hava tann eg
inleika at vaksa upp um seg sjálvan
í egnum kongaríki. Men tað er júst
tað, vit hava politikarar til. Teir
skulu skera ígjøgnum, stinga út í
kortið og leggja kósina. Fyri tað um
fólkafloksmonnunum ikki dámdi
Ferðaráðið og fólkið, ið har var, so
var kortini ikki neyðugt at tæga
stovnum sundur, so vit einki hava.
Eyðsæð er, at ferðavinnan er ein
vinna, sum vit kunnu dúva uppá. Tað
er ein vinna, sum kann breyðføða
nógvar føroyingar, bæði á bygd og
bý. Tað er ikki tað almenna, sum
skal skipa fyri hesum. Tað skulu pri
vatir operatørar sjálvandi gera. Men
politkarar skulu leggja karmarnar.
Politikararnir skulu syrgja fyri, at
motorvegurin til Føroyar er opin, at
tað ikki er ov dýrt at koma henda
vegin, og politikararnir skulu eisini
verða vil tið at branda Føroyar utt
anlands. Og branda Føroyar sum
eitt veruligt ferðamál. Og tað er
júst tað, sum eitt Ferðaráð, sum tað
almenna saman við privatu ferða
vinnuni, átti at rikið.
Sum nú er gera myndugleikarnir
beint tað øvugta. Tað verður gjørt
dýrari og truplari at ferðast til Før
oyar, tað syndrið, sum var eftir av
Ferðaráðnum, er tveitt undir ein
landsstýrismann, sum fullkomiliga
hevur skrætt tað sundur og tveitt
fólkini til hús, sum skuldu røkja
høvuðsmarknaðin og samskifta við
útlendskar túroperatørar.
Løgmaður átti at tikið málið frá
fiskimálaráðharranum og tikið sær
tað sjálvur, um eingin annar í lands
stýrinum er førur fyri at skapa hesi
vinnuni virðiligar karmar. Um hann
megnar at skapa karmarnar, so er
alt at vinna og einki at tapa. Men
við sera vánaligu politisku handfar
ingini hjá landstýrinum hjá Kaj Leo
Johannesen í ferðavinnumálum,
gongur bara skeiva vegin.
Løgmaður eigur at taka
ferðavinnuna í størri álvara
Brúkaraumboðsmaðurin
kunngjørdi í útvarpinum í
gjár, at hann fer at tosa við
føroysku
festivalfyrireik
ararnar, tí teir bróta góðan
marknaðarsið við at selja
atgongumerki til festivalar,
áðrenn kunngjørt er, hvørjir
bólkar skulu spæla.
Hetta var nú ein løgin
útlegging
hjá
brúkara
umboðsmanninum – sum
kann benda á eina yvirtulk
ing ella á yvirformyndarí.
Kanska
brúkaraumboðs
maðurin átti at klórað sær
í nakkanum og ansað eftir,
so hann ikki tekur sær ov
stórt vald.
Tað er kent allastaðni, at
fólk keypa atgongumerki
til festivalar langt áðrenn
øll nøvnini eru kunngjørt.
Hesum vita fólk av, hetta
eru treytirnar. Vit kunnu
siga tað sama um hald
aragjald av bløðum. Fólk
keypa bløðini uttan at vita,
hvat stendur í blaðnum,
fólk rinda Kringvarpsgjald,
áðrenn tey hava hoyrt og
sæð, hvat Kringvarpið hev
ur at bjóða. Men tey kenna
treytirnar. Sama er við eitt
nú endaspælinum í HM fin
aluni í fótbólti. Fólk keypa
atgongumerki – uttan yvir
høvur at vita, hvør er í end
aspælinum - og enn minni í
finaluni.
Yvirformyndarí
ella skilvísi...
Tey kvala ferðavinnuna
Eitt langt lív saman
Steypa
kapping í
fimleiki
Baksíðan
Løg
maður
skal sita á
kassanum
Tíðindi á síðu 10
Martha og Steingrim Simonsen búgva í Eldrasambýlinum
Mynd: Karl Thomsen