Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-18, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. februar 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 18. februar 2011 · Nr. 21 12 Sosialurin Vilmund Jacobsen Tað stóðst ikki so lítið rok burtur úr, at Føroya Arbeiðara­felag í vikuni lýsti sam­huga­verkfall í Føroyum, tá arbeiðarafeløg í Íslandi, sum hava limir á íslendskum fiska­mjøl­s­virkjum, ætlaðu sær í verkfall. Arbeiðarafeløg í Føroyum lýstu sín samhuga, og ætlanin við hesum var, at íslendsk lodnuskip ikki skul­ du landast í Føroyum. Føroya Arbeiðarafelag hevur nógv lima­feløg, og millum hesi eru bæði arbeiðsmanna-og arbeiðskvinnufelagið í Fugla­ firði. Men limafeløgini í Fugla­ firði vóru ikki samd við sítt meginfelag um at lýsa sam­huga og mæltu tí frá at gera tað. Kortini kom tað onga­n­tíð har til, at feløgini slup­pu at sýta fyri at fara í verk­fall, tí eingin dialogur fekst millum lokalfelagið og megin­felagið. Ætlaða verkfallið í Íslandi gjørd­ist eisini av ongum. Í andglettin Formaðurin í Fuglafjarðar Arbeiðs­mannafelag, Óli Johanne­sen, kom rættiliga í anglettin, tá forkvinnan í Før­oya Arbeiðarafelag, Inge­ borg Vinther, helt fyri, at stig­ið hjá fuglfirðingum var ein vanærilig skomm, sum hon málbar seg. Málið kom tó ongan­tíð so langt, at hóttanir um útblaking úr FA fuku um oyru­ni á nevndarlimunum í arbeiðarafeløgunum í Fuglafirði. Óli Johnanesen hevur sína søgu at siga um, hvus­su Fuglafjarðar Arbeiðs­manna­ felag upplivdi hesar dagar­ nar, og hann heldur avgjørt ikki, at Føroya Arbeiðarafelag takl­aði tingini rætt. Hann sigur, at Ingeborg Vinther setti seg í samband við felagið í Fuglafirði hós­ dag­in hin 10. februar og læt tey vita, at FA hevði sent felagnum í Fuglafirði teldu­ post og bað felagið svara post­i­num skjótast gjørligt. - Eg segði, at vit skuldu geva FA eitt svar kvøldið eft­ ir, fríggjakvøldið 11. febru­ar. Óli sigur, at hetta var tað fyrsta, sum hendi í hesum roka­liga máli. - Saman við teldu­posti­ num frá FA var eitt skriv, har íslendingar heita á før­ oysk verkafólk um at fara í samhuga við teimum. Í teldu­postinum stóð eisini, at skriv­ið er sent eftir áheitan frá Ingeborg. Har stóð einki um, at nevndin í FA stóð aftan­fyri áheitanina. Vit lósu teldupostin sum ein fyri­spurn­ing – og als ikki sum eina áheitan, ei heldur sum eitt krav. Í stuttum stóð í skrivinum: ”Hvat siga tit? Eiga vit ikki at stuðla teim­ um við, at bátar ikki sleppa at landa í Fo...” Óli sigur, at hetta var alt, sum stóð í teldupostinum hjá FA. - Svarið hjá eini samdari nevnd í Fuglafjarðar Arbeiðs­man­na­felag, sum FA fekk fríggjakvøldið, var, at nevndin ikki var samd, og at teir ikki ætlaðu sær í samhuga við íslendingar. Or­søk­in er, at íslendingar ikki hava stuðlað okkum, tá okkara limir vóru í verkfalli, legg­ur hann aftrat. Undarligar lýsingar Hann sigur, at tað næsta, sum hendir í hesum máli, er, at FA longu sunnudagin lýsir við samhuga – og at Føroya Arbeiðara­felag noktar limum sín­um at landa íslendsk lodnu­skip. - Í fyrstu lýsingini hjá FA snúði tað seg um landing av lodnu, men seinni tók megin­felagið eisini sild og makr­el uppí, tá ið ráddi um Fuglafjørð, soleiðis at bann­að varð at landa allan ís­lendsk­ an pelagiskan fisk í Fugla­ firði, meðan bara lodna varð bannað í Kollafirði – eftir lýs­ ingini hjá FA. Óli Johannesen sigur seg ivast í, um Føroya Arbeið­ara­ felag yvirhøvur hevur lisið teldu­postin hjá felagnum í Fuglafirði, áðrenn felagið lýsti samhuga, tá hesin varð send­ur fríggjakvøldið. - Vit fingu ongantíð svar upp á okkara teldupost, og eing­in setti seg í samband við okk­um aftur. Tað einasta, vit hoyra, er tað, sum ført verður fram í fjølmiðlunum, leggur hann aftrat. Longu mánadag Formaðurin í Fuglafjarða Arbeiðs­mannafelag heldur tað vera eitt mistak av FA, at meginfelagið ikki setti seg í samband við felagið í Fugla­ firði aftur, men bara lýsti við samhuga – eisini vegna feløg­ ini í Fuglafirði. - Eg haldi, at hetta var ein vána­lig handfaring av einum slík­um álvarsmál, sigur Óli. Hann heldur, at tað næsta stóra mistakið, sum Føroya Arbeiðarafelag gjørdi, var at lýsa við samhuga longu frá mána­morgni, tá íslendingar annars ikki ætlaðu sær í verk­fall fyrr enn í fyrsta lagi týs­kvøldið eftir. - Á henda hátt vildi FA tvin­ga føroysk verkafólk í samhugaverkfall longu, áðr­enn verkfallið í Íslandi yvir­høvur byrjaði. Hvør var orsøk­in til, at føroyingar skuldu í verkfall longu áðr­ enn íslendingar, spyr for­ mað­ur­in í Fuglafjarðar Arbeiðs­man­na­felag. Var ikki í ÚF Tað, sum kanska serliga irriterar Óla Johannesen er sam­bært honum sjálvum, at Ingeborg Vinther hongur hann út fyri at hava sagt ymiskt í útvarpinum hjá Kring­varpi Føroya. - Útvarpsmaðurin, Sigmar Blá­berg, ringdi til mín, tá hetta málið tók seg upp. Eg segði, at eg ætlaði mær ikki at gera samrøðu um málið, tí vit mettu hetta sum eitt innan­hýsismál. Sigmar spurdi, hvat vit í Fuglafirði fóru at gera, um íslendsk skip komu á Fuglafjørð. Eg segði, at tað vóru ikki vit, sum høvdu lýst samhuga, men FA, og tí noyddist hann at venda sær hagar. Vit høvdu sum nevnt heldur einki hoyrt frá FA, sum svar upp á tað, ið vit vórðu spurdu um og høvdu svar­að uppá. Óli sigur, at hann roknaði við eini sterkari reaktión frá Inge­borg Vinther, og hon kom eisini. - Hon rópti meg lygnara, hó­ast øll onnur vistu, at tað var satt, sum eg hevði sagt. Hetta haldi eg ikki sømir seg ein­um fakfelagsleiðara og leiða­ra í einum meginfelag. Eingin samhugi Óli Johannesen sigur, at ís­ lend­ingar hava ongantíð stuðl­að verkafólki í Føroyum við samhuga av týdningi, tó at føroysk arbeiðarafeløg áð­ur hava heitt á íslendingar um stuðul. Hann sigur, at í ár 2000 vóru føroysk verkafólk í samhuga við íslendsk verka­fólk, og í 2001 vóru íslend­ingar í 24 tímar sam­ huga­verk­falli við føroysk verka­fólk. - So var tað yvirstaðið, og síðan tá hevur eingin stuðul ver­ið at heinta í Íslandi, legg­ ur hann aftrat. Óli vísir á, at í 2003 bóðu føroyingar aftur um sam­ huga í Íslandi, men fyrst bóðu íslendingar um numm­ ar á skipum og nøvn fyri síðan at venda aftur og siga, at tíðarfreistin var ov stutt. - Úrslitið var, at føroysk skip tá landaðu eini 30.000- 40.000 tons har yviri, og før­ oyska arbeiðarafjøldin var vónsvikin. Teir rættu okk­um onga hond, men hildu okk­ um bara hen, leggur for­mað­ urin í Fuglafjarðar Arbeiðs­ mannafelag aftrat. Diktatorisk leiðsla Honum líkar slett ikki fram­ ferð­ina hjá forkvinnuni í megi­n­felagnum. - Vit svaraðu bara ein­ um fyrispurningi, sum varð sendur í telduposti av skrivstovuni hjá FA. Vit vórðu spurdir – og vit svaraðu, men hoyrdu ongan­ tíð nakað aftur uttan hótta­ nir. Vit halda okkum tí ikki at hava gjørt nakað skeivt, og vit sýttu ongantíð fyri at fara í verkfall. Óli Johannesen sigur, at hetta mál bendir á, at Føroya Arbeiðarafelag hevur eina diktat­or­iska leiðslu, sum hann málber seg. - Antin ert tú við – ella ert tú reinur fíggindi, har bes­ ta vápnið tykist vera álop. Vit hava tosað við onnur arbeiðarafeløg, men nógv bend­ir á, at tað bara eru feløg­ini í Fuglafirði, sum fingu henda fyrispurning frá Føroya Arbeiðarafelag, sigur for­maðurin í Fuglafjarðar Arbeiðs­mannafelag, sum er sera vónsvikin av hesi fram­ ferð. Antin ert tú vinur ella ert tú fíggindi - Vit svaraðu bara einum fyrispurningi, sum varð sendur í telduposti av skrivstovuni hjá FA. Vit vórðu spurdir – og vit svaraðu, men hoyrdu ongantíð nakað aftur uttan hóttanir. Vit halda okkum tí ikki at hava gjørt nakað skeivt, og vit sýttu ongantíð fyri at fara í verkfall, sigur Óli Johannesen, formaður í Fuglafjarðar Arbeiðsmannafelag Álvarsamt ikki at akta meginfelagið - Hetta er stór ov vanærilig skomm fyri arbeiðarafeløgini í Fuglafirði, segði Ingeborg Vinther, forkvinna í FA, tá rokið stóð upp á Vilmund Jacobsen Tá íslendingar lýstu verk­fall, gjørdu Føroya Arbeiðara­felag og Havnar Arbeiðs­man­na­ felag av at nokta limum sín­ um at landa íslendsk skip í Føroyum fyri at vísa sam­huga við íslendsku fak­feløg­unum. Men hóast limafeløgini í Før­oya Arbeiðarafelag hava skyl­du at fylgja boðunum, kundi Kringvarpið fortelja, at ar­beiðarafeløgini í Fuglafirði nokt­aðu at akta boðini. Íslendska verkfallið varð kort­ini avlýst, og úr Íslandi frætt­ist, at manglandi stuðul úr Føroyum er ein orsøk til, at verkfalli varð avlýst. Um sam­hugi ikki var í Føroyum, kundu skipini bara sigla á Fugla­fjørð at landa. - Hetta er ein ræðulig gerð hjá arbeiðarafeløgunum í Fugla­firði og ein stór og van­ æru­lig skomm fyri tey, stað­ festi Ingeborg Vinther, tá Port­ al­urin tosaði við hana. Hon segði, at hetta kann koma føroysku arbeiðara­ rørsluni aftur um brekkur so tað munar, tí tá ið vit ikki stuðla arbeiðarafeløgum í øðr­ um londum, kunnu vit held­ ur ikki vænta, at tey fara at stuðla okkum, skuldu vit lýst eitt verkfall, og eg ivist onga løtu í, at hetta verður dýrt fyri okkum seinni, segði hon við Portalin. Hon legði aftrat, at hetta, sum fuglfirðingar hava gjørt, er heilt ófyrigeviligt. Ingeborg segði, at mót­støð­ an í Fuglafirði rættir arbeiðs­ gevarunum eina hond. - Tað er álvarsamt, tá lima­ feløg ikki akta boðini frá Føroya Arbeiðarafelag, og eftir lógini kunnu feløgini í Fuglafirði fáa eina átalu, tey kunnu fáa bót, ella í ringasta føri, kunnu tey verða tveitt úr Føroya Arbeiðarafelag. Hon legði aftrat, at Føroya Ar­beiðara­felag ikki hevur tos­ að um revsitiltøk ímóti fugl­ firði­ngum. vilmund@sosialurin.fo