fríggjadagur 18. februar 2011síða 19
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Fríggjadagur 18. februar 2011 · Nr. 21
Sosialurin
Sunnudagin verður 90 ára
føðingardagur. Ikki í sjón
varpinum, men í Nólsoy.
Olevina Joensen, vanliga
nevnd Vina, fyllir 90 ár.
Tað, sum serliga hevur
eyðkent Vinu upp gjøgnum
árini, er hennara ómetaligi
blíðskapur, tá fólk er komið
á gátt. Vina hevur eisini eitt
óvanliga lætt sinni, sjálvt
um hon ikki hevur havt
undanbrekku
gjøgnum
lívið.
Maðurin, Ville, var ógvu
liga illa plágaður av Parkin
son sjúku, og fór á alt ov
ungum árum. Vina hevur
eisini upplivað at mist
tveir synir, báðar á sjónum.
Annar var navnframi Ove
Joensen, sum í 1986 róði
allan tann langa tein úr
Nólsoy til Langelinje í Dan
mark. Hin var Villy, sum
bert var fyrst í 20-unum, tá
hann druknaði.
Hóast hetta er Vina ong
antíð fallin í fátt.
Vina hevur altíð tikið
virknan lut í bygdarlívinum,
og verið við í hvørjum vási,
sum hevur verið. Heilt fram
til orkan fór at ganga und
an hevur Vina verið fastur
fúsur sum kokkur til alla
matgerð, tað veri seg brúd
leyp, bygdarveitslur ella
ervi.
Henni hevur altíð dám
að væl at komi út, og tók
við opnum ørmum ímóti
nýggju dilluni sum tað
gjørdist, tá bingo kom til
Nólsoyar.
Sunnudagin er føðingar-
dagurin, men sjálvt gildið
verður hildið leygardagin.
Tað skal standa í Royndar
húsinum, og fólk eru væl
komin at støkka inn á gólv
ið millum klokkan 14 og 19.
Millum gestirnar verða
børnini hjá Vinu, Kirstin,
Hans Sofus, vanliga nevnd
ur Ba, Julia og Lena.
Vina 90 ár
SunnudagSSkúlin
í Ebenezer er hvønn sunnudag kl. 12.00
Øll eru hjartaliga vælkomin!
EbEnEzEr
www.ebenezer.fo