fríggjadagur 18. februar 2011síða 36
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 21 · 18. februar 2011
4
VIKUSKIFTI
Starvið er ferðsluleiðari í heimsins bestu metro. Uppgávan er at syrgja fyri,
at 142.000 ferðandi koma trygt aftur og fram hvønn dag. Trygd er eisini
lyklaorðið á arbeiðsplássinum, har tey javnan eru vitni til herverk, harðskap,
stuldur og eisini bumbuhóttanir. Sosialurin hevur hitt Suna Skylv Reinert
í Keypmannahavn, sum upplivir meira enn tey flestu í sínum gerandisdegi
Suni stýrir
heimsins
bestu metro
SAMRØÐA
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Hann var ein náttarravnur burtur av,
Suni Skylv Reinert. Sum leiðari í Club
20 og Café Natúr, Rio Bravo og Cleo
patra, var hann ein býarkongur í Havn,
ið sá minni til dagsins ljós enn flestu
føroyingar gera.
Suni Skylv Reinert flutti til Dan
markar í 1993, men eisini í danska
høvuðsstaðnum hevur hann gjørt sítt
til, at býurin ikki sovnar. Saman við
tveimum øðrum rak hann nevniliga
dansistaðið Jacques, sum frá fyrsta degi
varð nógv vitjað av føroyingum. Seinni
broyttu teir konseptið á dansistaðnum,
soleiðis teir í størri mun fingu fatur á
donsku fjøldini, áðrenn tey løgdu á heilt
annan bógv og skipaðu Jacques sum eitt
stað, har samkynd savnaðust til gleði
og gleim um vikuskiftið. Hesa tíðina,
sum diskotekseigari í Føroyum og
síðani Danmark, var Suni Skylv Reinert
vitni til eina rúgvu av ógvusligum og
skemtiligum hendingum.
Náttarlív á øðrvísi hátt
Tann dag í dag upplivir Suni framvegis
meira enn tey flestu á sínum arbeiðs
plássi. Hetta hóast tíðin sum náttklubba
eigari er eitt farið kapittul, og hann nú
starvast sum ferðsluleiðari í metro í
Keypmannahavn.
– Vit hava skiftandi vaktir, so eg ar
beiði framvegis um næturnar viðhvørt.
Stóri munurin er bara, at fyrr sá eg fólk
ini, meðan tey vóru í býnum. Nú síggi
eg tey bara á veg í og heim frá býnum,
flennir Suni, sum hevur sæð mangt og
hvat á sjónbandatólunum, sum standa
á metrostøðunum
– Tað eru ikki bara full fólk, vit síggja
og flenna eftir. Tað eru eisini fólk, ið eru
á veg heim úr býnum og sum gera tað,
tey ikki kundu bíða við, til tey komu
heim. Bæði í sjálvum tokunum og á
støðunum kring í býnum. Farna viku
skiftið, sunnumorgunin, var eitt par í
gongd mitt á Nørreport støðini, greiðir
Suni frá og ristir við høvdinum.
Á arbeiðsplássinum úti á Amagar
hava teir eitt ótal av sjónvarpsskermum,
sum beinleiðis vísa tað, ið hendir á
teimum 22 metrostøðunum í býnum.
Tilsamans eru 250 upptøkutól, sum
vísa alt tað, tú bæði kanst og ikki kanst
ímynda tær.
– Nakin fólk, fólk í batmanklæðum
og jólamenn. Tað er heilt ótrúligt, hvat
fólk finna upp á í gerandisdegnum,
flennir Suni.
Men upptøkutólini eru ikki sett upp
fyri at undirhalda starvsfólkunum á
metromiðstøðini á Amager. Tey eru
nevniliga til stóra hjálp, um eitt nú ein
alarmur fer í gongd á eini støð. Tað
kann vera ein roykalarmur, at okkurt
er á sporunum, sum órógvar ella okkurt
heilt triðja.
Heimsins besta metro
Við upptøkutólunum kunnu teir skjótt
staðfesta hvør trupulleikin er og hvussu
hann skal loysast. Eru trupulleikar,
steðga metrotokini. Avbjóðingin er tí,
at hava tokini í gongd alla tíðina.
Hetta er ein uppgáva, Suni og
starvsfelagar hansara taka í størsta
álvara. Síðani metroin niðri varð
tikin í nýtslu í 2002, hevur fólk verið
til arbeiðis hvønn einasta minutt. Og
tey stívliga 230 fólkini, sum starvast
í metroini í Keypmannahavn syrgja í
felag fyri, at 98 prosent av fráferðunum
eru rættstundis. Úrslitið fær valla verið
betri enn tað sama. Hetta hava tey eis
ini varnast aðrastaðni, tí metroin í
Keypmannahavn er kosin heimsins
besta metro tvær ferðir, seinast í 2010,
umframt eisini at hava fingið heiðurin
sum besta metroin í Evropa.
Vaktin byrjar dagin fyri
Á metromiðstøðini úti á Amager arbeiða
tey í vaktum. Hevur Suni náttarvakt, so
er svøvnrútman sjálvandi øðrvísi enn
hjá fólkum flest og hetta skal kropp
urin innstilla seg uppá. Tí byrja fyri
reikingarnar til næsta arbeiðsdagin
ofta dagin fyri. Og av tí, at trygdin er
í hásæti, er tað einki sum eitur at gera
ein býtúr kvøldið fyri, tú skalt til ar
beiðis.
– 0,0 alkohol í blóðinum er eitt krav.
Faktiskt er alkohol bannað á øllum
matriklinum. Kemur tú til arbeiðis
í bili, mást tú tryggja tær, at tú ikki
hevur eina fløsku av vín ella ein kassa
av øl liggjandi aftanfyri. Sjálvt tað er
Tað hendir seg, tíverri, viðhvørt, at bumbu
hóttanir koma. Tá er tað løgreglan, sum hevur
fingið frænir av onkrum og berir okkum boðini víðari