fríggjadagur 18. februar 2011síða 38
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 21 · 18. februar 2011
6
VIKUSKIFTI
bannað! Jólafrokostar halda vit altíð
á matstovum ella hotellum kring í
býnum, og tá vit fingu heiðurin sum
heimsins besta metro í fjør, skálaðu vit
við alkoholfríari sjampagnu, sigur Suni
Skylv Reinert.
Komin til arbeiðis fáa starvsfólkini
eina stutta frágreiðing um, hvussu støð
an er og so er annars bara at fara til
verka. Hjá Suna merkir tað, at hann setir
seg við borðið, har tíggju telduskíggjar
eru. Her eygleiðir hann so, hvussu
metrotokini skikka sær og flyta seg í
mun til hvørt annað, umframt at hann
eisini hevur eyguni við tí, sum fyriferst
á støðunum.
Hendir eitthvørt við tokunum, fer
ein alarmur í gongd á skrivstovuni.
Við øðrum orðum gerast Suni og teir
beinanvegin varugir við tað, eisini
hóast eyguni kanska eru á einum øðr
um skermi.
– Ofta kunnu vit staðfesta og loysa
trupulleikan umvegis upptøkutólini og
teldurnar. Eydnast tað ikki, senda vit
fólk á staðið, greiðir Suni frá.
Metrotokini í Keypmannahavn
eru teldustýrd, so har er eingin førari.
Steðgar eitt tok, so steðga øll á sama
spori. Við øðrum orðum ber tað ikki til,
at tvey tok renna saman. Hesum syrgir
telduskipanin fyri. Fjarstøðan millum
tokini skal vera longri enn eitt vist. Er
hon ikki tað, steðgar tokið og fer ikki
víðari fyrr enn fjarstøðan er komin í
rætt lag aftur.
Trygdin í hásæti
Bæði toksporini og sjálv metrotokini,
eru eisini ógvuliga følin. Liggur eitt
hvørt á sporinum, so steðgar toki.
Hetta kann vera ein avís, sum er fokin
á sporið ella ein fuglur, sum pikkar í eitt
pitsastykki, onkur hevur tveitt á sporið.
Tað kann tað tykjast høpisleyst, at tokið
steðgar fyri slíkum.
Suni vísir tó á, at trygdin skal vera
í lagi.
– Har skal ikki vera nakar ivi. Eing
in! Í slíkum førum er tað tó hent, at vit
kunnu kanna málið við okkara upp
tøkutólum og siga, at tokið skal koyra
víðari. Henda skipanin tryggjar eisini,
at tað er so at siga ógjørligt at leypa út
fyri eitt tok, um onkur ynskir at gera
av við seg, tí tað steðgar í somu løtu
okkurt óregluligt er á sporunum, greiðir
Suni frá.
Tíbetur kemur tað næstan ikki fyri,
at fólk leypa út fyri metrotok. Hinvegin
hendir tað seg meiri enn so, at eitt tok
steðgar av øðrum orsøkum. Eydnast tað
ikki, at loysa trupulleikan beinanvegin,
er uppgávan hjá Suna og teimum, at fáa
hini tokini aftur í gongd.
– Tokið, sum steðgaði, royna vit
sjálvandi at fáa í gongd skjótast gjørligt.
Men viðhvørt tekur tað eitt sindur av tí,
og tá hava vit so eisini eina uppgávu í at
fáa restina av tokunum í gongd aftur. Tá
gera vit tað, vit venda hinum tokum og
syrgja fyri, at tey koyra millum enda
støðina og støðina, sum er áðrenn har
hitt tokið stendur, sigur Suni.
Herverk og bumbuhóttanir
Tíverri eru eisini onnur ting enn fuglar
og avísir, sum órógva arbeiðsdagin hjá
Suna og starvsfeløgunum. Nógv her
verk verður framt á metrotokini. Serliga
grafitimálarar eru herviligir.
– Hesir kunnu finna upp á at steðga
tokini við neyðbremsunum umborð, og
so mála tokið frá enda í annan, sam
stundis sum teir vita av, at vit síggja teir
við upptøkutólunum. Tveir minuttir
seinni er tokið ikki til at kenna aftur,
og allir eru horvnir, greiðir Suni frá.
Tokini, sum verða málað ella rakt av
øðrum herverki, verða tikin út skipan
ini beinanvegin og eitt annað sett í
staðin. Áðrenn tokin verða fingin í
stand aftur, verða tey avmyndað. Tað
vísir seg nevniliga, at tað ofta eru somu
fólkini, sum gera herverk.
– Tað er forargiligt við slíkum, men
nøkur kunnu ikki bara sær. Tíbetur
hendir tað seg viðhvørt, at onkur verður
fangaður. Herfyri fekk ein grafitimálari
eina bót á fleiri hundraðtúsund krónur,
tí hansara signatur var síggja á nógvum
tokum, vit høvdu avmyndað, fortelur
Suni, sum verður nakað álvarsamari á
málinum, tá hann skal greiða frá ein
um øðrum, sum tíbetur ikki hendir ofta,
men kortini er ein veruleiki, hann og
hinir á Metromiðstøðini á Amager
mugu fyrihalda seg til.
– Tað hendir seg, tíverri, viðhvørt,
at bumbuhóttanir koma. Tá er tað løg
reglan, sum hevur fingið frænir av
onkrum og berir okkum boðini víðari.
Oftast er tað hóttanir um at spreingja
støðina á Nørreport. Tíbetur er einki
hent enn, men hóttanir sum hesar eru
tíverri ein partur av arbeiði okkara og
eisini gerandisdegnum hjá nógvum
danum, sigur Suni, sum ikki er einasti
føroyingurin, sum hevur við metroinar
at gera.
Fleri føroyingar
Tvær føroyskar kvinnur arbeiða nevn
iliga úti á støðunum við at hjápa og
leiðbeina fólkum, umframt at tryggja,
at fólk hava ferðaseðil. Og tá tað kemur
til viðlíkahald av tokunum, er ein føroy
ingur eisini at finna millum teirra, sum
standa fyri hesum.
Men hóast nakrir føroyingar sostatt
eru við til at reka metroina í danska
høvuðsstaðnum, eru tað lítið í mun til
talið av føroyingum, sum ferðast við
metroini dagliga. Um onkur teirra hev
ur gjørt annað, á metrostøðunum ella
tokunum, sigur søgan tó einki um.
myndir: Rólant Waag Dam
Fakta:
Suni Skylv Reinert
er 39 ára gamal og býr á Frederiksberg í
Keypmannahavn. Hann er havnamaður um ein háls,
men fluttið til Danmarkar fyri 18 árum síðani, har hann
í høvuðsheitum hevur bú síðani. Suni hevur nomið sær
skrivstovulæru og hevur virkað sum bókhaldari hjá
donsku løgregluni, umframt at hann er kendur sum
náttklubbaeigari – bæði í Føroyum og Danmark.
– 0,0 alkohol í blóðinum er eitt krav. Tá vit fingu heiðurin sum heimsins besta
metro í fjør, skálaðu vit við alkoholfríari sjampagnu, sigur Suni Skylv Reinert
Metrotokini í Keypmannahavn eru teldustýrd, so har er eingin
førari. Steðgar eitt tok, so steðga øll á sama spori