fríggjadagur 18. februar 2011síða 46
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 21 · 18. februar 2011
14
VIKUSKIFTI
Effektiv kavarudding
Í einari gamlari science fiction
skaldsøgu gjørdu tólmenni av
Mars, haldi tey vóru av Mars,
innrás her hjá okkum á Jørðini.
Minnist ikki nú, hvussu bókin
eitur, helst eitur hon ”Innrásin av
Mars” ella okkurt, sum líkist tí.
Ein framtíðarskaldsøga, sum nú
er fortíð.
Las hana ongantíð, altso bók
ina, sá hana bara í teknirøðini
”Illustrerede klassikere.”
Eingi vápn bitu á fanunum
av Mars, heldur ikki tey ameri
konsku, og tá stendur heilt illa
til. Hetta var, skal eg skunda
mær at siga, áðrenn kjarn
orkubumban var uppfunnin.
Veruligur vandi var tí á ferð, tá
heldur ikki amerikanarar kundu
bjarga tí frælsa heiminum, fólka
ræðinum og øllum hasum har.
Og frælsi heimurin var minni tá
enn hann er nú. Har stóð, sum
sagt, heilt illa til. Marsmenn
ini vóru við at taka Jørðina frá
okkum. Tey buldraðu ahead og
einki fekk stegðað teirra oyð
andi ránsferð. Tólmarsbúgvarnir
stóðu í durunum og deyðin beint
aftanfyri.
Men so sum eitt byrsuskot
fóru tey at vikna. Tey doyðu ella
brotnaðu ella sloknaðu, rust
aðu, minnist ikki heilt, men tey
skramblaðu á gøturnar og eftir
lógu rúkandi skínandi jarnbunk
ar. Øgiligt var tað.
Vísindafólk fóru so at kanna,
hvat tað var, sum beindi fyri
hersetingarvaldinum úr rúmd
ini. Og tey funnu eisini svarið.
Bakteriur, okkara bakteriur,
gjørdu av við óreina fín
mekanikkin í tólmennunum.
Bakteriur, ikki virus. Á Mars
høvdu tey ikki, ikki tá í hvussu
so er, heilivág móti okkara
bakterium. Og tí fór sum fór.
Og hvat lærdu so vit? Jú,
baketeriufrøðiligan hernað. Vit
lærdu at taka sinnopsgass upp á
fíggindan so at siga.
Hatta var so tá. Nú er blámu
soppur við at gera okkum øll
húsvill. Ein skúli fyri og annar
eftir verða stongdir, tí blámu
soppur er komin á tímatalvuna,
nú soppar ikki longur verða
brúktir til at vaska talvuna.
Enn ber til at flyta lærarar
og næmingar í onnur hús, men
hvussu leingi afturat?
Eingin veit, hvaðani hesin
bakteriufrøðiligi hernaður móti
føroyska skúlaverkinum kem
ur. Helst úr Danmark sum alt
annað. Hann kallaðist skimmel
svampur, áðrenn okkurt tíðinda
fólk lansjeraði orðið blámu
soppur.
Hví dumpa føroyskir skúla
næmingar í Pisa og føroyskum?
Teir hava ikki etið bláseym, men
blámusopp. Sjálvandi, svarið er
eyðsýnt. Og hetta er ikki science
fiction. Hetta er ikki framtíð, jú,
kanska eisini, men hetta er nútíð.
Ókey, so leingi blámusoppur
ikki kemur í bilarnar, er eingin
veruligur vandi, lívsgrundarlagið
hjá føroyingum er ikki hótt.
Blámusoppurin hevur ivaleyst
verið her altíð. Hann kemur har,
sum lekar eru. Og tað hevur altíð
regnað 361 dagar um árið (362
leypárini) í Føroyum. Bara vatn
var olja, so vóru vit rík.
Sum makrelurin, hann hev
ur eisini altíð verið her, men
eingin hevur vitað um hann
fyrr enn nú. Eingin veit heldur,
at Føroyar eru eitt vælferðar
samfelag, heimsins besta um
fýra ár.
Blámusoppurin fær ikki vart
seg sum so, tí er lagamanni at
geva honum skyldina fyri alt.
Børnini í miðnámsskúlunum
liva av kipsi og kola og X-Fator.
Men tað er sjálvandi ikki tí, tey
altíð eru ússalig gerandisdagar.
Tað er blámusoppurin to blame,
to bláme.
Spotta ikki blámann. Tað
ringasta er, at tað nyttar ikki at
byggja nýggjar skúlar. Teir leka
eisini, verri enn teir gomlu, og
skulu byggjast umaftur. Við hetta
lag enda vit øll á blámanum.
Á føðingardeildini er eingin
blámusoppur, ikki enn. Tær
fara ikki á blámusoppin har.
Føðingardeildin er bygd, tá
menn dugdu at byggja og høvdu
byggitilfar, sum nú er forboðið,
tí tað er heilsuskaðiligt.
Innrás av
blámanum
Umafturafturum
høgni djurhuus
Trygt internet í SMS
Góð ráð um tryggari internet í SMS
Portal.fo
Sjálvsmorðbumba?
Mubarak í luftina klokkan 20
Portal .fo
Onnur hava trúboðarar
Bispur: Fólkakirkja skal
hava kunningarfólk
Kringvarp.fo
Øll út at leita
2000 løntakarar horvnir
Dimmalætting
Gott ella ringt?
Lítið dioxin í føroyskum seyði
Portal.fo
Hvat er søgan?
Prentari átti frímerkjamyndina,
ið vann SEPAC-kappingina
Dimma
Sein at checka inn!
Rotta seinkaði flogfari
Portal
Veldst um hvat mann skal
Óheppið við ongum postkassa
Portal.fo
Nýggjur taktikkur!
Føroyskur laksur verður sjónligari
á søluráðstevnu í USA
Kringvarp.fo
Jamen, so druknar tú, maður!
Eg fari ikki av eini søkkandi skútu
Dimma
Hvar er kjakið?
Føroyskt flytifuglaatlass á veg
Dimma
Kundi neyvan verið øvugt
Bilur rendi á lyktarpela
Portal.fo
ranga
í
strúpan
Í Føroyum tekur tað sína tíð at fáa vegirnar ruddaðar fyri kava – fyri ikki at tala um gonguteigar. Í USA hava tey ongantíð verið sum
hini, og har eru tey eisini meira effektiv, tá ið kavin legst. Her eru kavaruddarar farnir út á motorvegin í St. Louis, har tað hevur verið
kavastormur. Og so kunnu vit her á okkara leiðum bara ynskja okkum, at hetta verður sjónin á landsvegunum komandi vetur.
Søkti eftir konu
Ein gamal drongur var blivin rættiliga keddur av, at hann ikki hevði nakra
konu. Hann hevði hugsa um allar hugsandi og óhugsandi møguleikar fyri,
hvussu hann skuldi fáa fatur á einum konufólki. Hann helt, at ein roynd var
at seta eina lýsing í bløðini. Hann so gjørdi.
- Maður í 30’unum søkir konu, skrivaði hann millum annað.
Innanfyri eina viku hevði hann fingið hundrað brøv. Øll frá monnum, sum
bjóðaðu honum sína konu.
(Mynd: Polfoto)
Stórur lygnari
Ein prestur kemur fram við einum flokki av dreingjum, sum sita rundan um ein hund:
- Hvat gera tit við hundin, spyr presturin
- Vit kappast um hann. Tann, sum klárar at fortelja størstu lygnina, hevur vunnið hundin, svarar ein
av dreingjunum.
- Jamen, dreingir, tað mugu tit ikki. Tá eg var ungur, leyg eg ongantíð.
- Hann skal hava hundin, sigur drongurin við hinar.