Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-18, síða 63
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. februar 2011síða 63

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 21 · 18. februar 2011 31 VIKUSKIFTI Tað hendir ... lagt til rættis: Eyðun Klakstein Heilsucafé Leygardagin ber til at fara á Klaksvíkar Sjúkrahús og gera ymiskar mátingar og royndir. Sjúkrahúsið hevur Heilsucafé í sambandi við Torradagarnar. Landsstýrismaðurin í heilsumálum skal seta heilsucaféina, og Niklas Heri Jákupsson fer at tosa um strongd og lívsgleði. Fólk kunnu máta blóðtrýstið, blóðsukrið, gera konditióinsroynd og máta BMI. Heilsucafé Klaksvíkar Sjúkrahús Leygardagin 19/2 kl. 14-18 Gekko á dvd Gordon Gekko ger comeback í filminum Wall Street 2. Fyri 23 árum síðani fekk Michael Douglas eina Oscar-heiðursløn fyri leiklutin sum fíggjarmaðurin Gekko. Nú er Gekko komin úr geglinum og ger aftur um seg. Filmurin var nógv sæddur í biografum í fjør, men nú kanst tú hyggja eftir honum heima í stovuni. Wall Street 2 Dvd-filmur Vágamenn í høvuðsstaðnum Leygarkvøldið fera kendi føroyski bólkurin Tinganest at spæla í Havn. Vágabólkurin við tiltikna ljóðinum fer á pallin í mentanarháborgin í høvuðsstaðnum – í Norðurlandahúsinum. Tinganest hava verið virknir í fleiri áratíggjund, og tónleikarar í bólkinum hava eisini givið tónleik út sjálvir. Leygarkvøldið ber til at fáa eitt uppliving við tí besta hjá Tinganest og tónleikarunum í bólkinum Tinganest konsert Norðurlandahúsið Leygarkvøldið 19/2 kl. 19.30 Tónarák í Torratíð Uni Debes, Lív Næs og Tróndur Enni hava leygarkvøldið konsert í Klaksvík. Tey fara at spæla blues- og fólkatónleik, og konsertin verður í Leikalund. Uni, Lív og Tróndur hava spælt nógv saman seinastu tíðina, og tey kunnu øll framføra sangir sum sangarar og tónleikarar. Uni, Lív og Tróndur Leikalund í Klaksvík Leygarkvøldið 19/2 kl. 21.00 Notts County kann arga City Stóra enska steypakappingin FA Cup er aftur á skránni hetta vikuskiftið. Fleiri av stóru feløgunum hava longu latið lív í kappingini, og tað var um reppið, at Notts County sendi Manchester City úr kappingini. Dysturin endaði tó við javnleiki, og tí hevur City nú fingið nýggjan møguleika at spæla seg víðari í steypakappingini. Og so er spurningurin, um teir nýríku seta mót­ støðu­menninar upp á pláss. Manchester City- Notts County FA Cup Sunnudagin 20/2 kl. 14.00 Wasmo í hundrað ár Herbjørg Wassmo hevur skrivað eina skaldsøgu um mammu sína, ommu sína og langommu sína. Søgurnar um sterkar kvinnur í Norðurnoregi, sum hava stríðst fyri tilveruni seinastu øldina. Wassmo er djørv í nýggju skaldsøguni, og hon avdúkar eisini eymar familjuloynidómar. Sjálv sigur hon, at talan er ikki um hevnd, men um eina slektsøgu. Herbjørg Wassmo Hundrede År Lindhardt og Ringhof