mánadagur 21. februar 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. februar 2011 · Nr. 22
mánadagsblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Áki Bertholdsen
Tá ið Jóannes Eidesgaard í
dag leggur frá sær sum lands
stýrismaður í Javnaðarflokk
inum, er tað fyrsta stigið til
eitt rættiligt ættarliðsskifti í
flokkinum.
Samstundis sum hann
leggur frá sær sum lands
stýrismaður, boðar hann frá,
at hann eisini leggur frá, at tá
ið landsfundur verður í næst
um, leggur hann eisini frá
sær sum floksformaður og at
hann heldur ikki stillar upp
aftur á næsta løgtingsvali.
Frammaundan hava bæði
Katrin Dahl Jakobsen og
Andreas Petersen boðað frá,
at tey stilla ikki upp aftur á
næsta løgtingsvali.
Sostatt
verða
tríggir
javnaðarmenn í eldra enda
num ikki at síggja í tinginum
eftir næsta val.
Men tá ið Jóannes Eides
gaard heldur óvæntað boð
aði frá síni avgerð fríggja
kvøldið, helt hann eisini, at
nú var stundin komin til at
lata næsta ættarlið sleppa
framat.
Hann helt eisini, at hetta
er akkurát tann lagaliga løt
an at gera tað, tí tað er góður
politiskur friður nú.
Samstundis heldur hann
tað vera neyðugt at hava
eitt sjónligt ættarliðsskifti í
flokkinum og at ein nýggjur
formaður eigur at fáa stundir
til at stinga sína kós fyri
flokkin út í kortið, áðrenn
løgtingsval verður aftur.
Samstundis sum Jóannes
Eidesgaard leggur frá sær, er
greitt, at Aksel V. Johannesen,
sum er landsstýrismaður í
heilsumálum, skal flyta yvir
í fíggjarmálaráðið og taka
við sum landsstýrismaður í
fíggjarmálum.
Hinvegin
verður
John
Johannessen nýggjur lands
stýrismaður í heilsumálum.
So hendi tað, sum hevur verið vænt
andi eina tíð, at Jóannes Eidesgaard
legði frá sær sum formaður í Javn
aðarflokkinum. Tá boðað varð til
tíðindafundar seinnapartin fríggja
dagin, var beinanvegin gitt, at nú for
formaðurin at leggja frá sær.
Veljarakanningarnar hava ikki
verið mjúkar við Javnaðarflokkin alt
hetta valskeiðið, og sambært teimum,
so stendur illa til hjá Javnaðarflokk
inum. Men hetta kann nú broytast.
Ikki tí at Jóannes Eidesgaard skal
persónifiserast við afturgongdina hjá
flokkinum, men hatta var eitt takt
iskt smart trekk, sum flokkurin kann
vinna uppá.
Eitt generatiónsskifti júst nú er
væl timað. Eitt lítið ár er eftir av val
skeiðnum, flokkurin tykist at vera
í javnvág organisatoriskt – hóast
orrustuna kring Gerhard Lognberg og
alt tað høvuðbrýggj, sum hann eisini
framyvir fer at volda flokkinum, tí
hann tekur tekur sín egna persón
fram um flokkin.
Vit hava nevnt tað fyrr á hesum
stað, at útgangspunktið hjá Javnað
arflokkinum fyri at fáa eitt rímuligt
úrslit til komandi val er nógv betri
enn hjá eitt nú Fólkaflokkinum, sum
hevur stórar organisatoriskar trupul
leikar – serliga nú Poul Michelsen fór
úr flokkinum og hildið verður, at hann
arbeiðir við at stovna ein nýggjan
borgarligan fullveldisflokk, sum skal
taka fullveldissinnað fólkafloksfólk
og borgarlig tjóðveldisfólk.
Sambandsflokkurin hevur vunnið
upp á at standa rimmarfastur um rík
isfelagsskapin og ynski um føroysk
an ES limaskap. Javnaðarflokkurin
hevur verið heldur ógreiður um rík
isrættarligu støðuna – hóast kjarnu
veljarin ynskir, at floksins politikkur
í nógv størri mun verður grundaður
á eitt samfelag, har tað snýr seg um
at tryggja øllum vælferð, heldur enn
dreymar um at ráða í egnum húsi –
kosta hvat tað kosta vil.
Tað er ein sera royndur politikari,
sum nú leggur frá sær. Jóannes Eid
esgaard kom á ting, tá Javnaðarflokk
urin vann stórsigur í 1990. Hann var
landsstýrismaður, tá bæði arbeiðs
loysisskipanin og samhaldsfasti vórðu
sett á stovn. Hann var eisini landsstýr
ismaður, tá bæði Sjóvinnubankin og
Føroya Banki vórðu loftaðir. Jóannes
Eidesgaard var tann, sum skuldi lyfta
Javnaðarflokkin uppaftur eftir stóra
tapið í 1994, tá flokkurin misti helm
ingin av tingmanningini. Tað gekk
næstan, men Javnaðarflokkurin tapti,
tá tað eydnaðist nýggja Tjóðveldis
flokkinum í 1998 at fáa føroyskan pol
itikk at snúgva seg um ríkisrættarligu
støðuna.
Tað slagið er helst tapt. Eydnast
tað nýggju leiðsluni í Javnaðarflokk
in at fáa politikk at snúgva seg um
grundvirðini hjá javnaðarrørsluni,
so hevur flokkurin helst eina bjartari
framtíð, enn hana, sum allar veljara
kanningarnar hetta valskeiðið hava
spátt.
Eitt væl timað genera
tiónsskifti í Javnaðarflokinum
Áki Bertholdsen
Tað hevur elvt til nógvar
gitingar um, hvør verður
nýggjur floksformaður í
Javnaðarflokkinum.
Men tað, at Aksel V.
Johannesen
nú
verður
»uppstigaður« til at verða
landsstýrismaður í fíggj
armálum, verður tikið sum
greitt tekin um, at Javnað
arflokkurin vil føra hann
fram til at standa á odda
fyri flokkinum tey næstu
árini.
Somu áskoðan hava fimm
av sjey javnaðarfeløgunum í
landinum, sum Kringvarpið
hevur verið í samband við,
og tey vænta, at teirra
felag fer at vísa á Aksel V.
Johannesen, tá ið formans
val verður í Javnaðarflokki
num um góðar 14 dagar.
Aksel besta boðið
Bjartari tíðir fyri ungan flokk
Órætt
víst end
urgjald til
tingfólk
Bergur a. Dalsgarð
kjak á síðu 13
Tollut
skriving
um týsk
arar
Jústinus Eidesgaard
kjak á síðu 13
Nýtt ættarlið fram at
í Javnaðarflokkinum